og ikki standa mát við »brotsverkið«. Einki er at ivast í, at Chelsea fer at gera sær dælt av møguleikanum, ikki bert tí at bannið er útsett, men í høvuðsheitinum tí, at felagið missir fýra av sterkastu [...] mong. Og eitt sera gott boð er Athletico Madrid-leikarin Sergio Agülero, sum brillieraði móti júst Chelsea í Champions Leauge týskvøldið. Eitt annað boð er italienski miðvallarleikarin Di Rossi, og onkur [...] endalig avgerð er ikki væntandi fyrr enn einaferð í vár, skrivar BBC. Hvussu er og ikki fer Chelsea helst at gera góða nýtslu av møguleikanujm at keypa í januar, tí bann kann framvegis verða sett fyri keypi
sera óvæntað vann OL-gull í skíðskjóting, fekk hann eini sms-boð frá bróðuri sínum, Anders Ferry sum er raktur av krabbameini. Anders Ferry var tá staddur í einum sjúkra húsi í tí belgiska býnum, Leuven [...] Ferry hevði júst tá prátað við læknarnar, og teir høvdu góð tíðindi at bera honum. - Bjørn bróðir gjørdist ovurfegin, tá vit góvu honum tey gleðiligu boðini. Betri fyrireiking til OL-kappingina í skíðskjóting [...] Ferry er við Anders Ferry í Belgia. Brøðurnir eru sera tætt knýttir, og eru hópin av sms-boðum send millum Belgia og Kanada. Søgan um Ferry-brøðurnar hevur rørt hvørt hjarta í Svøríki, og mong uttanfyri
ljóðar gott, men er tíverri í ansøgn við ætlanina hjá samgonguflokkunum at skerja í inntøkugrundarlagnum hjá einum parti av borgarum, ið enn ikki hava fingið javnsett kor í samfelagnum. Eg skal geva eitt [...] møguleika at tjena 87.000 ts. kr. uttan at tað verður mótroknað í pensjónini. Tað arbeiðið, ið her er slóðað, eitt nú av undanfarna landstýrismanni í almannamálum, Hans Paula Strøm, skal nú, við einum pennastroki [...] hana um at gera sítt til, at hetta ikki kemur ígjøgnum,- tí kemur hetta uppskot í gjøgnum, so er grundarlagið undir júst viðtikna ST-sáttmálanum, um at tryggja javnsett kor til borgara, ið bera brek,-
Í morgin er 120 ára føðingardagur á Tvøroyri. TB varð stovnað 12. mai 1892 og er elsta fótbóltsfelagið í landinum. Føðingardagurin verður hildin í morgin, tá ið B68 vitjar á nýggja vøllinum við Stórá [...] kapping um plássini á liðnum. Tað eru tíggju ár síðani, at TB og B68 hittust í landskappingardysti í bestu deildini. Fyri júst tíggju árum síðani – 9. mai 2002 ella tá ið TB fylti 110 ár – vann B68 4-1 [...] Eftir vónbrotið á heimavølli ímóti KÍ, sum vann 2-0, seta toftamenn nøsina eftir sigri í Trongisvági. Teir fara suður í kvøld at fyrireika seg, og um tað eydnast teimum at vinna, so skriva teir søgu sum fyrsta
Í dag eru júst 100 dagar síðani Helle Thorning Schmidt, tók við sum forsætisráðharri í Danmark. Tá er vanligt at gera status og meta um, hvussu nýggi leiðarin av statinum hevur staðið seg og tað verður [...] verður eisini gjørt í donskum miðlum í dag. Viðvíkjandi Helle Thorning Schmidt er talan um eina hampiliga greiða uppgávu, tá metast skal um hennara avrik, tí áðrenn valið gav hon í samrøðu við blaðið Politiken [...] sum stjórnarleiðari. Tá Anders Fogh Rasmussen fyri smáum 10 árum síðani, í mars 2002, hevði sitið tíggju ár sum stjórnarleiðari í Danmark, staðfesti hann, at hansara stjórn hevði hildið alt til punkt og
Í morgin klokkan 10 skipar Dugni saman við Listasavni Føroya fyri hátíðarløtu í Listaskálanum í sambandi við, at Kærleikskúlan 2011 skal avdúkast. Kærleikskúlan 2011 er sniðgivin av einum av okkara mætastu [...] er yndislig á sín egna hátt júst eins og hvørt barn á jørðini. Kærleikskúlan 2011 verður bert seld í eitt avmarkað tíðarskeið, frá 30. november til og við 23. desember í gávubúðum kring landið. Allur [...] fólk, ið bera brek, at geva sína arbeiðsmegi til føroyska samfelagið. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, fer eisini at flyta fram røðu. Kærleikskúlan er eitt yndisligt listaverk, og ein savnaragripur
hevur fingið í fjølmiðlunum og almenninginum. - Hinvegin hevur Jóhan Dahl ongi fyrisitingarlig stig tikið mótvegis Vinnumálaráðnum í sambandi við álvarsligu átalurnar hjá Løgtingsins Umboðsmanni í einum øðrum [...] øðrum máli. Har víst varð á álvarsligar feilir, skeivar avgerðir og ógegni í Vinnumálaráðnum ? mótvegis júst avgerð hjá Skráseting Føroya, sigur Høgni Hoydal. Hann heldur, at talan sostatt er um óskiljandi [...] givið stjóranum á Skráseting Føroya eina skrivliga ávaring, og nú vil Høgni Hoydal hava løgmann upp í málið. - Ávaringin er givin núverendi stjóranum á Skrásetingini, Jógvani Thomsen, fyri úttalilsir hjá
innlit í sexákærurnar hjá tveimum svenskum kvinnum móti Wikileaks stovnaranum, Julian Assange, skrivar Berlinske Tidende. Hesaferð er tað ikki Wikileaks, sum stendur aftan fyri dokumentleka. Í løtuni má [...] tvíeggjað svør. Bæði The Guardian og New York Times avdúka smálutir í politirapportini frá svenska sexmálinum hjá Assange. Tvær kvinnur í Svøríki hava ákært Wikileaks frontmannin fyri kynsligan ágang, og [...] og tað er millum annað teirra vitnisfrágreiðing, sum nú kann lesast í dagbløðunum. Sum eitt kuriosium eru tað júst tey dagbløðini, sum verða ákærd fyri at ganga ørindi fyri Assange, sum nú koma við avdúkandi
at kappast varð í einkultstarti. Bæði luttøka og veðrið hevur sæð betri dagar, men við til søguna hoyrir eisini, at Torkil Veyhe er fluttur av landinum og at nakrir súkklarar eru í Noreg í hesum døgum, meðan [...] meðan aðrir júst hava luttikið í iron-man kapping í Danmark. Tey vaksnu súkklaðu úr Hósvík norður til Ljósáir og aftur til Hósvíkar, ein teinur á umleið 36 kilometrar. Unglingateinurin var úr Hósvík til [...] til rundkoyringina í Kollafirði, og aftur til Hósvíkar. Hesin teinurin er 23 kilometrar. Jóanis Albert Nielsen var einasti luttakari í unglingadeildini, og súkklaði hann teinin uppá 46 minuttir og 36 sekund
Í Danmark eru tey aftur farin til natúrliga háttin at reinsa sár, nevniliga við nýtslu av livandi larvum. Sjúkrarøktarfrøðingur heldur, at hetta eisini eigur at verða nýtt í Føroyum. Nýtslan av livandi [...] beinleiðis innfluttar úr Fraklandi, og eru at finna í smáum teposum, soleiðis at tað er lættari hjá sjúkrarøktarfrøðingunum at handfara larvurnar. Tað er í stóran mun ein etiskur spurningur, tá ið sjúkrahús [...] tann mest effektiva viðgerin. Esther Simonsen er sjúkrarøktarfrøðingur í starvi á Landssjúkrahúsinum, og hon hevur áður arbeitt við júst hesum háttinum at reinsa sár. -Eg haldi, at tað er ein ótrúliga effektivt