Í kvøld spælir B36 fyrru uppgerðina í Europa League kappingini móti estlendska felagnum, Nomme Kalju. Dysturin verður spældur á útivølli í Estlandi og byrjar klokkan 17:30 føroyska tíð. Dysturin verður [...] beinleiðis, og til ber at síggja hann við at trýsta á her. Tvey onnur føroysk lið spæla eisini í Europa League kappingini í kvøld. KÍ spælir á ovara vølli í Gundadali móti AIK Stokholm, meðan NSÍ spælir á [...] í Hvítarusslandi móti Dinamo Minsk. Vit arbeiða við at finna leinkjur til at stroyma útidystin hjá NSÍ eisini.
MYNDINI, og hoyr Trónd Arge meta um dystirnar í miðumfarinum - fjúrtanda umfarinum - í effodeildini. Tróndur gevur B36 eina lítla favorittstøðu ímóti HB, men hann torir ikki at taka dagar millum NSÍ og Víking [...] dystinum við Løkin í Runavík. Rás2 sigur annars frá trimum dystum hetta vikuskiftið. Sagt verður frá B36-HB, NSÍ-Víkingur, sum byrja klokkan 15. Sagt verður eisini frá AB-KÍ, sum byrjar klokkan 17.15. Fótból
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr : 1) Samrøðuna, sum var gjørd í sendingini "Triði Hálvleikur" á Rás2 við Trygva Mortensen, høvuðsvenjara hjá NSÍ, sum heldur, at hansara lið hevði fult tamarhald á [...] á øllum frá dystarbyrjan, tá NSÍ vann stórsigur 6-1 á FC Suðuroy við Løkin í Runavík í dag. 2) Samrøðuna, sum Ríkin N. Djurhuus hevði við Jón Krosslá Poulsen hjá FC Suðuroy, sum vónar, at eitt FC Suðuroy [...] Suðuroy lið við sterkari manning, og einum nógv bøttum verjuparti kann møta til næsta dyst, sum verður ímóti KÍ norðuri í Klaksvík.
Bæði EB/Streymur og KÍ høvdu undan dystinum í gjár, møguleika til at enda á fjórða plássinum, ið bar við sær altjóða luttøku í komandi ár. Treytin fyri tí, var tó tann, at NSÍ skuldi seta stig til í h [...] heimadystinum móti ÍF. NSÍ vann heimadystin móti ÍF 4-2, og tryggjaði sær harvið fjórða plássið, ið merkir at teir komandi kappingarár skulu spæla altjóða fótbólt. EB/Streymur endaði við einum 2-0 sigri
Effodeildini í ár varð kosin Símun Rógvi Hansen úr NSÍ, og hann gav liðfeløgunum ein stóran part av heiðurinum. - Um man spælir við einum so góðum liði so NSÍ, so er tað lættari at verða sæddur, segði hann [...] ár gjørdist Anna S. Hansen hjá EBS/Skála. Hon var ikki til staðar til tiltakið, tí hon er í Onglandi og spælir flogbólt, har hon eisini er á føroyska landsliðnum.
Higartil í ár hevur tað hilnast illa hjá NSÍ. Í Streymnesi varð liðið varpað úr steypakappingini, og í fyrsta umfari í landskappingini tapti NSÍ 2-1 á heimavølli ímóti ÍF. FC Suðuroy megnaði hósdagin 4-4 [...] Vágseiði. Sambært Suðurrás hevur veðrið í Vági ikki verið nakað serligt í morgun. Tað hevur regnað illa, og tað hevur verið fitt av vindi av landssynningi.
áðrenn hann setti bóltin framvið Tórði Thomsen. NSÍ hevði stutt frammanundan sett Jann Martin Mortensen og Pól Jóhannes Justinussen á vøllin fyri Einar Hansen og Sjúrð Jacobsen. [...] Meistararnir í NSÍ fáa einki við sær úr Gundadali í dag. Tað er púra greitt, eftir at HB fimm minuttir undan leikloki hevur økt um heimaleiðsluna, so hon nú er 3-0. Innskifti Christian Høgni Jacobsen hevur
liðið og kom eisini best frá byrjan, tá Hans á Lag skoraði. Øssur Dalbúð javnaði fyri NSÍ stutt eftir, men tað nervaði ikki HB, sum gjørdi tvey mál aftrat. Tað fyrsta gjørdi Fróði Benjaminsen, og at enda [...] enda staðfesti Rókur av Fløtum Jespersen sigurin, tá hann skoraði til 3-1. HB ? NSÍ 3-1: 1-0: Hans á Lag 1-1: Øssur Dalbúð 2-1: Fróði Benjaminsen 3-1: Rókur av Fløtum Jespersen
um dystirnar AB-GÍ og NSÍ B36. Niðanfyri sæst hvussu veddararnir høvdu gitt fyri løtu síðani. Talið sýnir %-lutfall. Dystur 1 X 2 AB-GÍ 26 28 46 KÍ-VB/S 94 4 2 NSÍ-B36 23 52 25 HB-B71 99 1 0 EB/S-Skála [...] Enn er sjálvandi tíð hjá nýggjum tipparum at skráseta seg, eins og onkur helst ikki hevur ásett sínar gitingar enn. Men tendensurin til tríggjar av dagsins Formula-dystum er púrasta greiður. Hinvegin tykist
nógvir dystir eftir at spæla, og tí´er ein javnleikkur ivaleyst eisini til at liva við. Í øllum førum hjá gestunum. B36 hevur bert tapt eina ferð í ár, og hetta var móti júst NSÍ, so teir í árstalsfelagnum [...] m halda seg helst hava nakað at hevna. Hjá B36 er størsta ivamálið Sylla, sum hevur drigist við ein skaða. Hjá NSÍ er Pól Thorsteinsson framvegis ikki tøkur, men í aðrar mátar eru allir mans við.