møguleika at seta hol á, men í púra leysari støðu stútaði hann hornasparksinnlegg uppum. Hin stóra møguleikan fekk miðvallarin Rúni Petersen, tá hann fekk sending inn um verjuna. Bárður Johannesen kom út, [...] tí hann metti, at Rói Árting var feldur. Tað vóru teir á heimaliðnum ikki nøgdir við, tí teir mettu, at tað var stríð um bóltin. Jens Erik Rasmussen umsetti úr ellivu metrum, og tað var eisini hann, sum [...] steypakappingina, í Fuglafirði. Úrslitið hesa ferð var 4-0 til HB, men munurin í spæli var nógv minni, enn hann var fyrru ferðina. Og so veldst tað um, hvørjum eygum tað verður sæð uppá avrikini við. Ferðin hjá
europeiska marknaðin, vísti hann á. Hann fegnaðist um, at nú kunnu virkini í Vágum fara at arbeiða eftir egnum tørvi heldur enn eftir ferðaætlanini hjá Strandferðsluni. Tó vísti hann á, at ein vansi við tunlinum [...] fingið professaran í fólkalívsfrøði, sørvingin Jóan Paula Joensen, at koma á fundin at hugleiða um, hvørja ávirkan tunnilin kann fara at fáa, eins og hann eisini tók aftur í tíðina og vísti á, hvussu mynstrið [...] í Vágum, Niels Olgar Joensen. Vinnan er við at gera eitt uppskot um, hvussu hetta kann gerast, men tað krevur munandi betri umstøður til Kunningarstovuna, enn tær, sum nú eru. Hann vísti á, at ein møguleiki
Uni Wardum, og so teir báðir Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen. Hannis og Uni dømdu kvinnudystin á Eiði og mansdystin í Havn, meðan Eyðun og Andreas dømdu hinar báðar dystirnar. - Í teimum báðum dystunum [...] helt eisini, at munurin var stórur á liðunum báðum í kvinnudystinum á Hálsi, og hann helt enntá skemtandi fyri, at hann kundi dømt dystin umvegis eina telefon, um tað skuldi verið. Tó helt Terje Anthonsen [...] Føroyar hava altjóða dómarar Tá ið vit hittu Terje Anthonsen eftir seinasta dystin sunnukvøldið, segði hann, at enn fór eingin avgerð at verða tikin, um føroyingar fara at fáa eitt altjóða dómarapar. Tey bæði
nøkur norðoyastevnu verður, verður stevnudysturin eisini á skránni, heldur Jan Gardar. Og so leggur hann afturat, tað at klaksvíkingar ganga so høgt uppí fótbólt, eisini ger, at hesin dysturin aloftast hevur [...] so stóran týdning, sum í Klaksvík, tí vil KÍ altíð vera samrøðuevnið, tá dystir hava verið, heldur hann. Trýstið órógvar So tað er einki at ivast í, at tað liggur ein stór ábyrgd á KÍ-leikarunum, tá teir [...] Eitt nú tá fyrsti dysturin á nýggja graslíkinum varð taptur móti LÍF (við Kurt Mørkøre og Oddbjørn Joensen á liðnum) við ikki minni enn 4-1 í 1998. Ella ta ferðina í 1989, tá HB fór avstað við 7-1 sigri,
Sosialurin, sum er í sølubúðunum nú seinnapartin. Semingamenninir báðir, Petur Zachariasen og Petur Joensen hava sitið saman við pørtunum síðani leygarmorgunin, heilt til klokkan nærkaðist trý í nátt, við [...] dag. Petur Zachariasen metir støðuna soleiðis, at hetta verður seinasta skotið, teir hava í byrsuni. Hann væntar tó, at royndin í kvøld fer at vara í nakrar tímar. - Men føla vit framvegis, at hetta ber ikki [...] fara til arbeiðis. Myndin er av semingsmonnunum báðum, Petur Zachariasen, vinstrumegin, og Petur Joensen.
nakað við bóltinum, áðrenn hann sendi tvørbólt til Høgna Hansen. Remigius var ávegis út eftir bóltinum, og allarhelst hevði hann fingið fatur á honum, men brádliga skifti hann ætlan, og bakkaði inn aftur [...] teimum báðum seinastu dystunum. Sunnudagin var hann enn ikki komin fyri seg eftir skaðan, sum hann fekk móti B36, men sum skilst, vóna vágamenn, at hann verður førur fyri at spæla komandi vikuskiftið. [...] gjørdist púra leysur og einsamallur við málverjanum kundi hann senda bóltin í netið. Nakað seinni hevði Eli Hentze ein líknandi møguleika, men hann varnaðist ov seint, at Remi var komin í millumstøðu, so
Rógvi Joensen er sølumaður á Vónini, og hann letur sera væl at hesum fyrsta túrinum: - Úrtøkan var sera góð, og vit eru væl nøgdir. Vit hava roynt í fleiri ár at menna eitt trol, sum kann brúkast til kongafisk [...] fleiri fyrispurningar um nýggja trolið. Tað eru eisini útlendingar, sum hava sýnt áhuga fyri hesum. Hann fegnast eisini um, at nýygja trolið kann vera við til at geva arbeiði í Suðuroy.
seg. 3-0 málið kom eftir frálíkan diagonal-bólt frá Heðini á Lakjuni, og hóast Sámal Joensen løtu seinni minkaði, tá hann rættaði avrættaða skotroynd í netið, so munaði tað lítið. Danin, sum støðugt lúrdi [...] hevði KÍ so ruddiliga sett seg á dystin. Fyrst stríddi Heðin á Lakjuni seg væl ígjøgnum mitt fyri. Hann hevði sum so mist bóltin, tá málverji og verjuspælari í felag tacklaðu, men tað eydnaðist tó at blokka [...] lúrdi á rangstøðumarkinum, fekk snýtt felluna, og púra leysur og púra kaldur staðfesti hann sigurin.
Tað er eingin loyna, at Svimjisambandið, Pál Joensen, Jón Bjarnason og onnur við, høvdu sett nøsina upp eftir meira. Men soleiðis kann tað ganga. Pál Joensen var júst farin úr hylinum, tá Jón Hestoy, formaður [...] 1500 metrum. Pál Joensen kom á málið sum nummar sjey. Bara Vitary Romanovic var aftanfyri. Ikki eitt nøktandi úrslit, tí tað varð væntað nógv meira. Tað staðfestu Terji Nielsen, Rói Joensen og Hanus Højgaard [...] berjast við danan, meðan Pál Joensen nærmast hyggur at. Teir svimja leysir av miðbólkinum. Wolfgarfen. Colbertaldo. Glæsner. Og so kunnu hinir kappast um restina. Pál Joensen kemur á málið við tíðini 14
var sera væl upplagdur, og hann átti besta møguleikan miðskeiðis í seinna hálvleiki. Eftir framlegging frá Jónasi Tór Næs varð Jóan Símun Edmundsson púra leysur mitt fyri. Hann rakti ikki heilt væl, og bólturin [...] bólturin brast í stólpan, áðrenn hann fór út til málspark. Sammett við so mangan so var talan um uppgerð, har føroyska liðið hevði bóltin størsta partin av tíðini, meðan mótstøðuliðið dúvaði upp á møguleikan [...] møguleikan í snarálopi. Fram ímóti dystarenda vóru René S. Joensen, Kaj Leo í Bartalsstovu og Patrik Johannesen skiftir inn fyri at økja um hugflogið, men tað segði tað sama. Eftir framúr hugflogsríkt og