kongur í Noregi í 1991. Seinastu árini var heilsan viknað, og hann varð fleiri ferðir innlagdur. Í 2024 fekk hann millum annað ein pacemakara eftir eina infektión, sum hann fekk á eini frítíðarferð í Malaysia [...] Zelenskyj, forseti í Ukraina, kom í dag til Noregs. Tað upplýsir norska forsætismálaráðið. Endamálið við ferðini er fyrst og fremst at vera við til jarðarferðina hjá Haraldi kongi, sum verður í morgin. Haraldur [...] Haraldur kongur andaðist á Ríkissjúkrahúsinum í Oslo tíðliga um morgunin 28. august eftir at hava verið innlagdur í tvær vikur. Hann gjørdist 89 ára gamal. Meðan hann var innlagdur, varð hann viðgjørdur fyri
Í einum uppslagi á X skrivar Zelenskyj, at Ukraina frá januar til august hevur endurvunnið 745 fermetrakilometrar av øki, sum Russland áður hevði hersett. Sambært forsetanum liggja bygdirnar í Donetsk- [...] hvussu nógvir hermenn eru falnir í krígnum, og upplýsingarnar kunnu ikki váttast óheft. Seinastu mánaðirnar hevur Ukraina í vaksandi mun framt dronuálop langt inni í Russlandi. Álopsmálini hava serliga [...] orkuverk og aðrir týdningarmiklir bygningar. Í nátt rakti eitt ukrainskt dronuálop havnarbýin Novorossijsk eystan fyri Krim. Sambært russiskum myndugleikum doyðu í minsta lagi trý fólk, og 24 vórðu særd. Russiska
lagi hjá Zelenskyj, men í juli varð hann koyrdur frá sum verjumálaráðharri. Tá hevði hann bara sitið í sessinum í seks mánaðir. Avgerðin elvdi til stór mótmæli fleiri staðni í Ukraina. Útsøgnin hjá Fedorov [...] fólkaræðisligu tilgongdina í gongd aftur, hóast kríggið kann gerast drúgt. Zelenskyj fanst í dag eisini at fyrrverandi verjumálaráðharranum. – Eg haldi, at hann sjálvur er á veg í skeiva kós, ella at onkur [...] trupulleikar. Millum annað er ógreitt, hvussu hermenn við hermótið, milliónir av ukrainum, sum eru flýddir av landinum, og fólk í russiskt hersettum økjum skulu sleppa at greiða atkvøðu. Harumframt er vandi
skøran fyrst hevur fest røtur, er hon tíverri sera trupul at sleppa av við. Tí er tað sera óheppið, at skøran enn í ár er til sølu í føroyskum handlum. Vit kunnu ikki øðrumegin brúka tíð, pengar og arbeiðsmegi [...] heita vit á landsstýriskvinnuna í náttúrumálum, Eyðdis Hartmann Niclasen, um at seta í verk kunngerð eftir náttúruverndarlógini um innræsnar plantur og steðga innflutninginum av skøruni. Føroya Náttúru- og [...] Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag: Aftur í summar hava felagsskapir, kommunur og einstaklingar lagt nógva orku í at basa innræsnu skøruni, sum breiðir seg við miklari ferð og kann gera stóran skaða á okkara
er størsta mál av sínum slagi í Noregi nakrantíð. Samanlagt hava menninir selt fleiri enn 550 tons av fiski til viðskiftafólk bæði innan-og uttanlands, og hetta er sambært ákæruni hent í árunum, 2018 til [...] svarar til stívliga 15 milliónir í okkara peningi. NRK veit at siga, at málið kemur fyri í norsku rættarskipanini í januar mánaði næsta ár, og níggju dagar eru settir av til sakarmálið. [...] Nordmøre í Noregi eru ákærdir fyri at hava selt fisk, sum ikki var egnaður til mannaføði, fyri næstan 50 milliónir norskar krónur. Hetta svarar til umleið 32 milliónir krónur í okkara peningi. Økokrim í Noregi
landsstýrismannin í fíggjarmálum í talu. Tað er hann, ið stendur aftan fyri hetta, men hóast nógvar royndir, ønir Aksel V. Johannesen okkum ikki aftur. Politiska valdið, við formanni í Javnaðarflokkinum [...] . Verkfalsrætturin er grundarlagið undir frælsum samráðingum og eitt av týdningarmiklastu amboðunum í fólkaræðinum, ið vit kenna í dag. Uttan møguleikan hjá løntakarum at leggja trýst á arbeiðsgevararnar [...] verkfall sum sparitiltak í heilsuverkinum. Meðan heilsustarvsfólkið tók ábyrgd av teimum veikastu undir seinasta verkfalli hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, setti Fíggjarmálaráðið seg hendur í favn uttan at vilja
verður rópt hópimmunitetur. Hóast sjúkurnar eru sjáldsamar í Føroyum, so eru tær til aðrastaðni, eisini í Evropa. Tí kunnu sjúkurnar taka seg upp aftur í Føroyum, um vit ikki halda fram at koppseta. Tilmældar [...] taka væl undir við, at børnini verða koppsett. Kortini er ein alt størri partur, sum av onkrari orsøk ikki fær hetta í lag. Nýggja áminningarskipanin fer at virka soleiðis, at foreldur/verjar hjá øllum børnum [...] verja onnur. Í Føroyum hava vit eina barnakoppsetingarætlan, har øll børn fáa tilboð um koppsetingar, sum verja tey móti álvarsligum smittusjúkum so sum meslingum, polio og kikhosta. Nógvar av sjúkunum, koppsett
Standmyndir av ápostlum ella halgimennum við posabók vóru vanligar í 15. og 16. øld. Hetta samsvarar væl við tíðarfestingina av standmyndini av Mariu og Jesusbarninum, sum varð funnin í útgrevstrinum fyrr í summar [...] ætlan fram í juni 2027, tá fornfrøðingar frá Tjóðsavninum saman við einum nýggjum flokki av fornfrøðilesandi frá Aarhus Universiteti taka verjudúkin av aftur og seta gongd á eitt nýtt umfar í áhugaverda [...] spennandi í ár. Á Tjóðsavninum siga tey, at okkurt serligt kemur altíð undan kavi síðsta dagin – og soleiðis var eisini hesa ferð. Undir einum koppaðum steini í kórinum við eysturveggin varð partur av eini
nir spældu dyst í bestu svensku fótbóltsdeildini móti høvuðsstaðarliðnum, Brommapojkarna í bestu svensku fótbóltsdeildini, Damallsvenskan. Alexandra Hellekant fekk Piteå á sigurskós í 14. minutti, og var [...] eftir av vanligu leiktíðini javnaði heimaliðið. Piteå er nummar átta í deildini við 19 stigum. Komandi leygardag klokkan 11.30 hevur Piteå dyst á heimavølli. Tá kemur Växjö á vitjan á LF Arena í Piteå
særd í álopunum, harav trý børn. Ein røð av ógvusligum spreingingum vóru at hoyra í ukrainska høvuðsstaðnum, eftir at loftverjan í Kyiv ávaraði um eitt russiskt ballistiskt álop. AFP-tíðindafólk í Kyiv [...] himmalinum í náttarmyrkrinum. Russar siga seg hava lopið á orku-og hernaðarmál í Kyiv og Odessa, sum er ein av ukrainsku svartahavsbýunum. Ukrainskar dronur hava eisini lopið á mál í Russlandi í nátt, og [...] Almenna ukrainska tíðindastovan Ukrinform veit í morgun at siga, at átta fólk eru dripin í russiskum rakettálopi á Kyiv í nátt. Sagt verður, at seks av teimum dripnu høvdu starv hjá almenna jarnbreytarfelagnum