Haraldur kongur hevur verið innlagdur á Rikshospitalinum í Oslo síðan 17. august. Í gjár boðaði norska kongshúsið frá, at heilsustøða hansara var versnað og var vorðin sera álvarslig. Seinni sama dag kom [...] Haraldur kongur hevur eisini fingið antibiotika fyri eina bakteriella infektión í blóðinum. Kongshúsið upplýsti fyrr í vikuni, at hann hevði responderað upp á viðgerðina, men hósmorgunin varð boðað frá [...] samstundis brotið uttanlandsferðir av og eru farin aftur til Noregs. Millum teirra eru norski forsætisráðharrin og stórtingsformaðurin. Eisini norsku biskuparnir og limir í uttanríkis- og verjunevndini hjá
skipinum hjá Paul Watson-felagsskapinum, er framvegis umborð á skipinum, sum liggur við bryggju í Sundahavn í Reykjavík. Tað skrivar RÚV. Sambært Skúla Jónssyni, yvirløgreglumanni hjá løgregluni á høvuðsstaðnum [...] slíkt yvirlit nú er gjørt og verður latið teimum. Ein av manningini hevur eisini hildið upp á, at løgreglan ikki hevði heimild at leggja hald á og leita í ognunum. Men tí vísir Skúli Jónsson aftur. – Fríg [...] at leita í skipinum og leggja hald á lutir, sum kunnu hava týdning fyri kanningina, sigur hann. Løgreglan vónar, at málið verður avgreitt skjótari enn tær fýra vikurnar, sum útlendingalógin í mesta lagi
tykjast næstan javnstór. Í veruleikanum er Afrika umleið 14 ferðir størri enn Grønland. Equal Earth-kortið varð ment í 2018. Hon varðveitir víddarlutføllini, so ein fermetur í Afrika hevur sama lutfalsliga [...] kortinum sum ein fermetur í Grønlandi. Eingin fløt heimsmynd kann tó varðveita bæði stødd, skap, frástøðu og ættir fullkomiliga. Uppskotið varð lagt fram av Togo vegna afrikanska bólkin í ST og hevði stuðul frá [...] ment í 1569 sum eitt amboð til sjóferðslu. Tað varðveitir ættir og vinklar, men økir munandi um økini nær pólunum. Tí síggja Grønland, Norðuramerika og Evropa nógv størri út, enn tey veruliga eru í mun
nøsini. – Tað síðsta, eg hoyrdi, tá vit fóru úr Kyiv í gjár, var loftávaringin. Kríggið heldur fram í Evropa. Eitt av fyrstu boðunum, eg sá, tá eg var aftur í Danmark, var hetta. Come on, skrivar Mette Frederiksen [...] Tað síðsta, Mette Frederiksen hoyrdi, tá hon fór úr Kyiv í gjár, var loftávaring. Tá danska forsætisráðfrúan kom aftur til Danmarkar, bíðaði eitt heldur øðrvísi boð eftir henni: Eitt tilboð frá einum [...] nøsini og góð ráð um at fáa botox, skrivar hon. Mette Frederiksen sigur, at hon ikki leggur seg út í, hvat onnur gera við útsjóndina hjá sær. – Sjálv havi eg tað fínt við kroppinum hjá mær. Soleiðis sum
tillaga reglurnar á økinum, tá nýggj rúsandi evni koma á marknaðin. Í dag er málsøkið felagsmál, hóast føroyskir myndugleikar longu umsita og í høvuðsheitum fíggjað málsøkið. Hetta merkir, at tað kann taka drúgva [...] føroyskar myndugleikar. Løgmaður, sum varðar av yvirtøkumálum, leggur sjálvt uppskotið um formliga at yvirtaka málsøkið fram. Samstundis leggur landsstýriskvinnan í heilsu- og orkumálum uppskotið um tær my [...] yvirtaka málsøkið rúsandi evni er komið so væl áleiðis, at lógaruppskotini verða løgd fyri Løgtingið í morgin – fríggjadagin 28. august 2026. Endamálið við yvirtøkuni er, at føroyskir myndugleikar betri
inna fyri Javnaðarflokkin. Skúlin á Trøðni er einasti serskúli í Føroyum, og landið hevur fíggjarligu ábyrgdina av skúlanum. Har ganga í dag 71 børn, og skúlin hýsir eisini frítíðartilboði. Hetta setir [...] Samuelsen sett Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, ein munnligan fyrispurning. Hon spyr millum annað, um landsstýrismaðurin heldur tað vera í lagi, at ein almennur skúli má dúva upp á gávur [...] landsins einasta serskúla at dúva upp á gávur fyri at geva børnunum góðar møguleikar at mennast og læra. Í vikuni frættist, at Javni hevur latið Skúlanum á Trøðni amboð og leikur fyri 100.000 krónur við stuðli
tær høvdu verið her. Á eini talvu í forstovuni hekk ein mynd av einrøðuleikinum hjá Ainu Cederblom, Sjóvevur, sum var leiktur á Torradøgunum í 2008 – hetta eisini í sambandi við, at kommunan fylti 100 [...] Aina var alt 1934 her og inni í 1935, har hon undirvísti í veving, áðrenn hon í 1935 fór heimaftur. Bertil Nordstöm, sum var systkinabarn Ainu, kom við henni úr Svøríki í 1934 at hjálpa henni. Hann var [...] vóru: Annika í Garði, Ása Hansen, Birgit Mohr, Dagmar í Heiðunum, Guðrun Olsen, Guðrun Mohr, Jacobina Heinesen, Malan Holm, Marin Katrina Frýdal og Unnur Jensen, lótu sera væl at umstøðunum í Klaksvík, og
Síðsti dystur í 19. umfari í Meistaradeildini hjá monnum er í kvøld. Fyrsta bríksl inni í Vika á Argjum, har Heini Ziska Viðoy er 23. maður á vøllinum, verður nú klokkan 18.30. AB hevur 23 stig og er á [...] maður millum KÍ stólparnar á Argjum í kvøld. Í summar varð 24 ára gamli Nicolai Christensen keyptur úr Danmark at vera eykamálverji. Í kvøld verður hann fyrstu ferð í KÍ málinum, og Mark F. Jensen er millum [...] seinastu ferðirnar verið løtur í seinna hálvleiki á KÍ liðnum, eftir at hann leingi var skaddur. Í kvøld er René Shaki Joensen millum teir fyrstu ellivu. Hjá AB er Torkil Skála aftur í málinum, eftir at Rói Mørk
framgongd í Ukraina, og hann sigur seg ikki vera í iva um, at Ukraina fyrr ella seinni hoknar undir russiska trýstinum. Sum skilst, hitti Vladimir Putin tíðindafólk eftir ein toppfund í Kirgisistan í dag, men [...] herurin hjá honum hevur tikið 270 ferkilometrar av ukrainskum landaøki í Donetsk-regiónini í august, og hann vildi eisini vera við, at nógvir ukrainskir hermenn í økinum eru kringsettir. Reuters, sum endurgevur [...] seg til nýggj og umfatandi álop á ukrainska orkukervið. Í samrøðuni við tíðindafólk viðurkendi russiski forsetin, at ukrainsku álopini langt inni í Russlandi hava gjørt landinum skaða, og hann noyddist at
millum annað arbeiða í eftirgjørdum handlum, taka vørur niður av hillum, skilja pakkar og arbeiða við framleiðslu. Aðrir eru ætlaðir til heilsu- og eldraøkið, bjargingararbeiði og arbeiði í vandamiklum umhvørvi [...] Kina hevur seinastu árini gjørt stórar íløgur í robotídnaðin. Endamálið er ikki bara at menna tøknina, men eisini at fáa robotarnar út í veruligt arbeiði í verksmiðjum, goymslum, handlum og seinni eisini [...] Á stórari robotstevnu í Beijing í hesum døgum royna kinesiskir framleiðarar at vísa, at robotarnir nú skulu gerast meira enn bara ein tøkniligur stuttleiki. Meira enn 300 fyritøkur eru við á World Robot