málverjin hjá Skála, ið annars leikti ein góðan dyst, fór skeivur av bóltinum, og so var lagamanni hjá Hans á Lag við handaru stong at skalla bóltin í tóma málið til 1-0 til HB. Eftir steðgin vóru skálamenn [...] eitt sindur meiri javnt á, men um miðjan seinna hálvleik økti heimaliðið um leiðsluna. Vælleikandi Hans Pauli Samuelsen sendi ein góðan bólt inn um verjuna hjá vágbingum til Sorin Anghel, og rumenin skeyt [...] hevur. Komandi vikuskifti skal HB til Vágs, meðan EB-Streymur og Skála hittast. Skála-HB 0-1 (0-1) 0-1Hans á Lag EB-Streymur-VB 2-1 (1-0) 1-0Sonni L. Petersen 2-0Sorin Anghel 2-1Milan Kulic
Harumframt hava vit bíliga biltrygging at bjóða, og tí kann kundin gera øll síni ørindi á einum stað, tá hann keypir bilin, sigur Petur Elias Petersen, ið hevur ábyrgdina av bilfíggingini hjá Tryggingarfelagnum [...] ber til at fáa øll viðurskiftini avgreidd undir einum. Tú kanst velja tær ein bil og samstundis fáa hann fíggjaðan og tryggjaðan á einum og sama stað. Ómaksleys heildarloysn Henda ómaksleysa heildarloysnin [...] tveir tímar. Tað tekur vanliga eitt sindur longri hjá bilasøluni at gera bilin kláran, men tá tú fært hann, er alt liðugt og avgreitt. Her er einki hóvasták. Við nýggju bilfíggingini ber til hjá bilkeypara
at onnur í uttanlandssigling kunnu koma við í felagið seinni. Meinhard sigur, at orsøkin til, at hann tók stig til fundin, er, at fólk í uttanlandssigling stundum kunnu hava torført við at koma innaftur [...] Vit hava fingið høllina á Føroya Sjómansskúla, har vit ætla at hava stovnandi aðalfundin, 3. juli. Hann sigur, at á fundinum í bygdarhúsinum vóru fólk, sum starvast á flestu postum umborð á Mærsk-skipunum [...] sigla hjá Mærsk, eru burturstaddir. Sjálvur hevur Meinhard Jacobsen siglt hálvt annað ár hjá Mærsk. Hann er fyrsti stýrimaður og hevur frammanundan siglt í uttanlandssigling hjá øðrum reiðaríum. Saman við
nýtt til spurningin. Anders Fogh Rasmussen forsætisráðharri var sjálvur fyrstur at taka málið upp. Hann vísti til, at Føroyar hava søkt um sjálvstøðugan limaskap. Men sjálvstøðugur limaskapur kemur ikki [...] norðurlandamál, førdi fram, at ynski um føroyskan limaskap byggir á eina einmælta løgtingssamtykt. Hann helt tíðina vera komna at søkja um limaskap, tí samstarvið altíð hevur verið millum fólk og tjóðir [...] limaskap í ráðnum. Vit vóna, at hetta kann vera viðgjørt og ikki so nógv annað, segði Høgni Hoydal. Hann royndi sostatt at snúgva kjakið uttan um donsku sýtingina fyri at viðurkenna Føroyar sum javnsettan
umborð á stásiliga skipið. Uppi á brúnni gongur Aksel. Vit spyrja, hvussu tað hongur saman við, at hann nú hevur fingið fastan kjans umborð. Er tú sonur onkran av teimum 11 eigarunum, spyrja vit ? og uttan [...] at hugsa um tað, verður eisini spurt, um pápin er við í ferðini. - Nei, pápi mín er deyður. Tað var hann, sum doyði umborð á Tróndi í Gøtu. Er mamma tín meðni her, spyrja vit aftur. Jú, hon er; hon stendur [...] fýra børn, sum í 1992 vóru í aldrinum, 2-11 ár. Aksel, sum gjørdist studentur í summar, sigur, at hann í fyrsta lagi ætlar sær at fáa siglingstíðina. - Gongur alt, sum ætlað, fari eg seinni á skúla, har
á SvF kom í eina óhepna tvístøðu, tí hann bæði var tíðindaleiðari og rithøvundur í eymari bók. ? Journalisturin hevur longu tikið fullar avleiðingar av, at hann er komin í eina tví støðu. Og tað er ikki [...] journalistin« er útkomin hevur hon skapt rok. Fólkaflokkurin hevur sent Tjóðveldisflokkinum bræv, tí hann hevur hoyrt, at bókin svertar umdømið hjá Anfinni Kallsberg løgmanni. Fólkaflokkurin spyr í fyrsta
leggja saman við aðrari kommunu. Tað er eingin ivi. Ortwin sigur, at hann í fyrsta lagi hugsar um veganetið til og úr Oyndarfirði, sum hann heldur kundi verið betri, serliga tá ið kavi og hált er á vetrardegi [...] fyrstu, hjúnini Ingrid og Ortwin Schrøder. Hon var fyrst inn í búrið at seta sín kross; síðan fór hann og gjørdi sína skyldu, nú tey bæði búgva í Oyndarfirði. Eftir at tey høvdu sett sínar krossar, fingu
yvirgangsmenninar fullkomiliga. Vit fara ikki at slaka ein tumma, segði ein álvarssamur Tony Blair, tá hann og Bush hittu tíðindafólk. Blair og Bush nýttu bumbuspreingingarnar í Istanbul til at rættvísgera [...] segði George W. Bush. Bretland fer framvegis at stuðla USA í bardaganum ímóti yvirgangi, segði Blair. Hann minti á, at tað var ikki Bretland ella USA, sum leyp á al-Qaeda tann 11. september í 2001. Tað var [...] hendan bardagan, eru tað ikki einans okkara lond, sum fara at líða, men fólk um allan heimin, legði hann afturat. Eisini Bush legði dent á samstarvið tvørtur um Atlantshavið. -Mannagongdin hjá yvirgangsmonnunum
og hevur elvt til kortslutning. Elmar sigur, at tað var ongantíð eldur í Havnatindi. Streymurin fór Hann vísir á, at kortslutningurin førdi til, at el-leiðingin fór, og tí fekk manningin ikki boðað frá, [...] Havnatindi varnaðist brendaroyk og sá, hvussu vorðið var, avgjørdu teir at sigla móti Eiðisflógva. Hann heldur, at løgreglan fekk fráboðanina um støðuna umleið ein tíma eftir, at el-veitingin var farin [...] Havnatindi Brimil tøma skipið fyri kjalavatn. Elmar Petersen sigur, at tíðliga fríggjamorgunin var hann í Havn við manningini á Havnatindi, sum allir búgva í Havn. Havnatindur er klárur at fara til fiskiskap
kommunuskattinum. Í nógv ár hevur kommunuskatturin verið so høgur, sum hann kann eftir lógini, nevniliga 23%. Men síðani er hann lækkaður niður í 22,5% Og aftur næsta ár fer tað at vera eitt sindur lættari [...] krónur um árið. Barnafrádrátturin hevur verið 3.000 krónur fyri hvørt barnið, men næsta ár verður hann sostatt 4.000 krónur. Harumframt hevur landið lækkað landsskattin 0,9% í sambandi við, at barnaforsorgin