undir Heygnum, og tey eiga trý børn: Heðin, Joan og Herborg, sum øll búgva í høvuðsstaðnum. Líggjas er sera familjukærur, og hann gongur eisini høgt upp í abbabørnini. Higartil eru tey fýra í tali, og eitt
prinsipielt, at hetta varð beint í starvsnevndina til støðutakan. Hóast trætumálini kanska ikki eru heilt tey somu, so er kjarnin í málinum júst tann sami, sum hann var tað í fjør, tá B36 og KÍ vórðu dømd at tapa [...] revsingin frá nøkrum síðum varð mett sum verandi alt ov hørð. Og tí bæði KÍ og B36 tá førdu fram, at tey sum so ikki høvdu nýtt »ólógligar« spælarar við ítróttarligum vinningi fyri eyga. Og í veruleikanum
móti Skála. Serliga síðsta hálva tíman var gott snitt yvir oddaliðnum, og tað var tá, at teir gjørdu tey bæði málini. Fyrra umfarið var leikliga einki at reypa av. Vindurin, sum lá upp á tvørs, plágaði, og [...] bólturin í Skála málinum. Heimafagnaðurin var øgiligur. Sum hann so ofta hevur verið tað á Skála tvey tey seinastu árini. Sunnudagurin í Gundadali móti B36 og mikudagurin í næstu viku á heimavølli móti KÍ
sína egnu løn fyri nøkrum árum síðani, varð heitt á tey um at vera hóvlig í sínum krøvum og at vísa samfelagssinni. - Tað verður helst tað sama til tey næstu samráðingarnar, at politikararnir fara at biðja
tað er fyri ein fyritøka, sum tey hava við at gera. Vit eru errin av, at vit hava eina somikið góða prentsmiðju, sum vit hava, og ofta verða viðskiftafólkini bilsin, tá tey síggja, hvussu stórt virkið í
og samfelagið sum heild. Jógvan veit ikki, hvat tað hevur kostað P/F Framherja at keypa Krúnborg og tey rættindi, skipið hevur, men hann ivast onga løtu í, at talan er um eina rættiliga stóra íløgu, sum [...] skulu fáast at hanga saman. Men her er ivaleyst talan um framtíðaríløgu, har nógv verður goldið fyri tey veiðirættindi, sum skipið hevur. Jógvan vísir á, at soleiðis, sum gongdin við uppsjóvarfiski er í løtuni
fyrrverandi formaður í Framtaksgrunninum sigur við Dimmu í gjár, at tá hann var í grunninum fingu tey heldur ikki arbeiðsfrið fyri Bjarna Djurholm. Eisini Rúna Hjelm, fyrrverandi nevndarlimur í Framta [...] Framtaksgrunnin, virkað undir Bjarna Djurholm sum landsstýrismann í Vinnumálum, og á hvør sín hátt stuðla tey við útsagnum sínum Dagmar Joensen í málinum. Aðru ferð at løgmaður verjir Bjarna Í málinum við Dagmar
lógini, uttan mun til eyðkenni ella frábrigdi. Hetta hava dómsvaldið og politivaldið at halda seg til. Tey eru ikki víst til at handla sum best ber til, men ábyrgdarfult at handla, og døma rættvíst, tá man [...] umrødda máli. Viðvíkjandi øllum rumblinum um revsirætt, fari eg til endans at loyva mær at undrast á, um tey stillføru, friðarelskandi samkyndu munnu vera glað fyri at verða sett í bás og fáa sín seksualitet
og ein lat lív. Hetta kundi eins væl verið veruleikin, og tað vóru tað helst nøkur, sum hildu, um tey hoyrdu og sóu mongu sjúkra-, brand- og politibilarnar ferðast til og frá Norðoyatunlinum í gjárkvøldið [...] Per Teglegaard samdur við Dáva í. – Allir instansir samstarvaðu væl og tað er positivt, men eisini tey serstøku viðurskiftini í tunlinum stóðu sína roynd, segði Per Teglegaard. Frágreiðing í næsta ár Tá
hetta var seinasta útkall, um tær skuldu vinna dystin á TB. Liðini fylgdust at kalla allan vegin, og tey máttu spæla heilt upp í 28, áðrenn ein vinnari var funnin. Aftur hesaferð vann TB, og sostatt høvdu [...] at dysturin fór at gerast spennandi. ÍF var snøgt sagt nógv betra liðið, og tær vunnu eisini tvey tey fyrstu settini rættiliga trygt. Fyrsta setti endaði við 25-22 sigri til ÍF, meðan tær eisini vunnu