tí tað hevði eg als ikki væntað. Góða hjálp Solby sigur, at tað ikki minst var tað Ludvík við Stein fyri at takka, at tað gekk so væl. Hann var viðmerkjari á bátinum undir frásøgnini, og tá ið tað stóð [...] Føroyum, og at bara fáir róðrar eru avgjørdir frammanundan. Um hon so fer sum útvarpsfólk ella ikki, fer hon á hvørja stevnu at hyggja at kappróðri. Á ólavsøku verður tað neyvan Solby, sum fer at siga frá [...] fóru at sápla meg niður, tí tey eru so vanabundin og hava sína hugsan um, hvussu tað eigur at verða gjørt. Fjálturstungin Solby róði kapp í 12 ár, og hon kennir alt til, hvussu tað er at vera nervøs upp
um, at okkara borgarar skulu trívast og ikki vera fyri ójavna. Tað snýr seg um, at Føroyar skulu vera eitt rúmligt samfelag, sum loftar teimum, ið ikki hava møguleika at keypa sær eini hús. Og tað snýr [...] ætlanum. Tað er gott, at Bústaðir sleppur í gongd aftur við at byggja. Men meir rós enn tað haldi eg ikki, at landsstýrið hevur uppiborið fyri sín bústaðarpolitikk, ið leggur seg farliga nógv eftir at behaga [...] ella kemur at eisini at vera í Runavík, í Klaksvík og aðrastaðni. Er ætlanin eisini, at húsaleigan skal hækka har? “Tað snýr seg ikki um stættarmun” sigur landsstýriskvinnan í bústaðarmálum. Tað snýr seg
fór at verða við vinnulívsstuðlinum. Nú er tann spurnginurin avgreiddur, og tað fer at hava við sær, at onkur fer at gera íløgur. Men tað er ikki víst, at hetta fer at síggjast so ógvuliga væl beinanvegin [...] avtalan fer at verða útbygt, soleiðis at hon eisini fer at fevna um raksturin. Málið má vera, at landið og kommunurnar gera avtalur um, hvussu stórur partur av øllum búskapinum skal vera almennur ella við øðrum [...] verður brúkt kemst av, at tað tykist sera torført at fáa politikarnir at gera bygnaðarbroytingar, ið hava við sær, at tað verður bíligari at reka samfelagið. Tað eru seráhugamál av ymsum slagi, sum verja
eftir stutta tíð síggja, at hetta gongur ikki. Tað er nevniliga ikki bara sum at siga tað. Ein hvølpur hevur nógv at læra, og hann krevur nógv tol. Tá eigur tað at vera møguligt at lata hvølpin aftur til [...] Eru tað fólk, ið á veg til djóralækna velja tað lættaru og sera óndu loysnina, bara at sleppa djórinum útum og koyra víðari? Tá tað eru so ónd fólk til, ið kunnu gera tað við kettlingar, eru tað tá eisini [...] leygardag, hon tók hann inn, og síðani fingu vit hann. Vit lýstu eftir eigaranum, og tá hann ringdi, segði hann, at hann vildi ikki hava hvølpin alíkavæl... Tað munnu vera mong, ið fáa sær hund, sum eftir
Fleyr hevði tað trupult, men nú avrikini skuldu vigast, mintust leikararnir til hennara avrik og tað má vera eitt gott herðaklapp at hava við sær víðari. Annars er vert at leggja merki til, at Vágoyggin [...] steypafinaluni í ár fekk Føroya fólka at vita frá hesum unga manni, at hann ikki hevði nervar til finaluna, men at hann var meira bangin fyri at renna inn í høllina, og tað sigur eitt sindur um, hvussu lítið [...] Tað var sera stuttligt at síggja, at Joen Petur á Stongum vann heiðurin, sum ársins stjørnuskot hjá monnum í ár. Sjálvt um hann er ungur, hevur hann víst fram úr góð evni á vøllinum, og tað hava hinir
næstan ikki at tú hevur nakað á húðini. Men tað skal helst vera eitt gott merki. Og tað kann taka tíð, at finna fram til júst tað, ið er best til tína húð. Mær dámar best, um foundationið og puturið eru [...] sum stílist og make-up artist. Hon gevur nøkur góð ráð til summarið, og vísir hvat hon altíð hevur hjá sær. -Tað er týdningarmikið at hava eina góða basu. Altso at nýta eitt gott foundation, og í dagligdegnum [...] villari, tá tað kemur til litirnir á eygnaskugganum. Men avgjørt eina góða basu altíð, og nú er tað nýggjasta nýggja jú mineral putur, sum eisini er fantastiskt. Tað er lætt at smyrja á, og tú følir næstan
fiskavirki. Tað er soleiðis, at tað ber til at fáa løggilding við treytum. Eitt nú, at farast kann udnir ávísa framleiðslu. Men at tað ella tað, sum kravt verður, skal vera gjørt innan ávísa tíð. Er tað so ikki [...] viðgongur, at tað var skeivt, at ikki meira varð gjørt við málið beinanvegin, enn at rætta »mistakið«. Men hann leggur dent á, at slíkt fer ikki aftur at henda órevsað. »Vestsalmon hevur gott orð á sær, og tað [...] hann. Fyrr var tað soleiðis, at ein og hvør helt seg duga at arbeiða saltfisk. Men nú eru fólk við at skilja, at tað verða sett krøv til matframleiðslu. Serliga eru tað fólk innan flaka- og góðskingarvinnurnar
kirkjan vera eitt tað fyrsta, sum tú leggur merki til. Eitt høgt kirkjutorn sæst víða hvar, og er tí gott at meta seg eftir, hvar miðjan er. Men kemur tú til lítlu bygdina Æðuvík, er ikki bara sum at siga [...] siga tað at finna staðið, har gudstænastan henda morgunin skal vera: Her er einki torn at síggja. Her er eingin kirkjubygningur at síggja. Her er eingin garður rundan um, sum vísir at her er ein kirkja. Nei [...] Presturin fer á føtur, og sigur líka frá um ørindini hjá tí fremmanda manninum, sum er við til gudstænastuna í dag, útgjørdur við blokki og myndatóli. So er tað fingið uppá pláss, og hann sigur víðari, at vit
. Tá ið hugsa verður um tað stóra samskiftið, samhandilin og samstarvið, sum føroyingar hava við tað evropeiska meginlandið, og at tað harafturat sum heild er nógv bíligari at lesa á meginlandinum enn [...] teimum enskttalandi londunum, er tað harmiligt, at ikki fleiri føroyingar taka hægri útbúgvingar har. Endamálið við nýggju skipanini er at stimbra ungum føroyingum at fara at lesa m.a. á tí evropeiska meg [...] til, at so fáir føroyingar lesa har, er helst, at málsligi førleikin í týskum, fronskum, sponskum og møguliga øðrum evropeiskum málum er ikki nóg góður. Fyri at bøta um hetta, verður nú møguligt at fara
m. So um tað er føroyskur vinnupolitikkur, at tað almenna skal vera ognarmaður og eiga tilfeingið, mugu vit geva Hermanni rætt í, at tað er vinnupoli-tikkinum fyri at takka, um alivinnan fer fyri bakka [...] kosnu fólk um at taka seg saman og tæna føroyska samfelagnum sum heild og ikki seráhugamálum, fer skjótt at verða gloymd í tí vanliga keglinum, eins og so nógvar aðrar ávaringar, og eitt nú tað, sum varð sagt [...] nir hava kunna borið seg at. ?Tað hava heldur ongi tiltøk verið gjørd at taka gjald fyri og forða skaði-liga ávirkan á náttúru og onnur loyvi. Útsøgnin hjá Hermanni um, at tað er vinnupolitikkurin, sum