tykist Grønland at ganga eini jaligari framtíð á møti, tá tað ræður um at menna vinnulívið. Tó at tað eisini eru bogar og sker, eitt nú er mangul uppá útbúgvin fólk og tørvur er á at útbyggja undirstøðukervið [...] boraði í fjør 2-3 brunnar og staðfesti tá eisini, at tað hevði rakt við bæði olju og gass, tó ikki í stórum nøgdum. Men so jaligt sær út, at felagið í ár fer at bora ikki færri enn fýra brunnar. Framtíðin Tá [...] in høgt raðfest í politisku skipanini, tó at tað alla tíðina verður lagdur dentur á at hava bæði beinini trygt á jørðini. Grønlendingar ætla sær ikki bara at satsa uppá oljuna sum framtíðar vinnugrein
fáir. Men hevði tað verið at farið yvir til New York at sæð ein skúla, so høvdu hesi somu fólk ivaleyst kastað alt frá sær og farið avstað. Í síni røðu legði Mortan stóra dent á, at okkara tilfeingi er ikki [...] ikki óavmarkað, og tí er sera umráðandi, at alt kann seljast og soleiðis kemur til høldar. Hann helt, at ein tann størsti trupulleikin í føroyskari fiskivinnu er, at hin nýggjasti fiskurin ikki fær hin besta [...] kom á marknaðin. Men soleiðis, sum eg skilti, var trupult at fáa fólk at kryvja uppi á landi. Útróðrarmaðurin segði tað vera sera hugstoytt at síggja 8-10 dagar gamlan fisk seldan á uppboðssølu fyri kanska
bendir á, at Edmund Joensen veit, at Dagur&Vika hevur grein í sínum máli. Og tí fer hann beint eftir manninum. Tað snýr seg um at fáa tíðindamannin hjá Degi&Viku dálkaðan og illtonktan fyri at renna ørindi [...] fáar tímar eftir at innslagið hevði verið í sjónvarpinum fór Edmund Joensen í hernað. Hann skrivaði: "Er tað so livandi galið, at ein politiskur sveinur hjá Javnaðarflokkinum – fyri at seta kílar í Sam [...] harmast í síni grein um, at Dagur&Vika ikki ferð inn í substansin í politisku málunum. Men Edmund Joensen má sum politikari tola at hansara sjónarmið verða umrødd og viðgjørd - uttan at leggja persónliga eftir
dent á, at tølini, hann vísir til, eru savnað í Nólsoy. - Men tað er rímiligt at ganga út frá, at tey eru nøkurlunda tey somu fyri alt landið, sigur Jens-Kjeld Jensen. Hann heldur tó ikki, at tað hevur [...] skuldi nátatíðin so smátt verið byrjað, men lítið hevur verið at sæð til nakran fugl enn. Sandoyarportalurin visti fyrradagin at siga, at ein útróðrarbátur eystan fyri Sandoynna bert sá hin eina nátan [...] gur í Nólsoy, sigur, at tað sær út til, at nátin er heldur seinni á veg á ár sammett við meðal ár. - Tá føðin er lítil, ávirkar tað verpingina hjá fuglunum eisini. Tað merkir, at nátin helst er nakrar
styttsta tíðin, at nakar kappróðrarbátur nakrantíð hevur róð henda teinin. Fleiri royndir hava verið gjørdar at taka metið hjá skálamonnum. Fyri tíggju árum síðani var tað um reppið, at tað eydnaðist hjá [...] árum síðani varð sagt, at ættin og vindferðin ikki spældu við í royndini at seta met. Um tað skal eydnast, so skal hann vera lágur í ættini, og tað skal vera so mikið slætt, at tað á ongan hátt órógvar [...] fasti starturin á Ólavsøku, sum er festur inn á land, eiga at borga fyri, at róðrarteinurin á Ólavsøku altíð er tann sami. Veðurforsøgnin sigur, at í morgin, ólavsøkuaftan, verður hann millum vestan og útsynning
til at skilja, hvat tað kann føra til. Serliga vónsvikin eri eg av summum av okkara politikarum. Eg vil nevna teir, ið hava sagt frá, at teir ætla at arbeiða fyri lóg (løgtingið) at geva loyvi at bryggja [...] og Blákrossfelag. Eg má siga, at eg eri sera keddur og vónbrotin, at eitt fótbóltsfelag er farið at gera »reklamu« fyri einum ølbryggjaríi, ið ætlar sær at bryggja sterkan løg (øl og brennivín). Kommunurnar [...] eini 10 ár. Eg royndi at ávirka spælararnar at halda seg burtur frá rúsdrekka - og eg haldi, tað eydnaðist rættiliga væl í Sørvági - serliga tá eg saman við øðrum var við til at stovna eitt ungdóms- og
hevur boðað frá, at hann kortini ikki fer at bróta samgonguavtaluna um, at Fólkaflokkurin eigur formannin í fíggjarnevndini. Fríggjadagin skrivaðu vit á hesum stað, at um løgmaður hevði [...] torað at víst so lítla respekt fyri løgmanni, sum Fólkaflokkurin vísir Kaj Leo Johannesen í hesum máli. Og tað er tí, at alt ber til, og at einki fær avleiðingar. Vit skilja væl, at Fólkaflokkurin [...] í Uttanríkisráðnum, ella um hann fer at brúka tíðini upp á at profilera seg enn meira við at vera í andstøðu til verandi samgongufelagar til tess at tekkjast Tjóðveldinum, kyrra viðhal
dømi er, at ein laksamarknaður knappliga boðaði frá, at um føroyskir alarar framhaldandi fara at skjóta kóp, sum amast upp á aliringarnar, ja so vildu teir ikki longur keypa frá okkum. Tá var eitt at gera [...] Stutt kann sigast, at stóra avbjóðingin hjá okkum er, at londini úti í heimi virða okkum fyri, hvussu vit skipa okkara viðurskiftu, sum hava við útheimin at gera. Føroya framtíð stendur og fellur við, [...] uppfatan, at har liggur eitt lítið land í Norðuratlantshavinum, sum hýsir virksemi, sum hevur til endamál at stjala virðir frá fátækum tjóðum. Tá er skaðin fullgjørdur, og hann er næstan vónleysur at rætta
skuldbinding. Tá tosað verður um at stuðla familjur at seta sær búgv, er tað besta vit kunnu gera at betra treytirnar hjá privatum byggifyritøkum, soleiðis at tað verður lukrativt at byggja íbúðir - fyrst og fremst [...] vorðið so ómetaliga dýrt at byggja bústaðir. Fyrr kundi man byrja í smáum og spakuliga gera sín bústað lidnan. Í dag eru so nógv krøv, at neyðugt er at fáa privatar byggifyritøkur at gera næstan alt. Og tað [...] fólk ynskja at flyta úr stóru húsunum í íbúðir, ið krevja nógv minni viðlíkahald. Tað skapar eisini tann avleidda fyrimun, at fleiri sethús koma á marknaðin. So fleiri íbúðir eru eisini við til at bøta um
dronur brúktar til yvirvøku? Er nakað hald í, at t.d. Sea Shepherd brúkar hesa tøkni til yvirvøku av grindadrápi, so eiga vit at fáa hetta at vita. Men at skjóta við skørpum eftir dronum loysir ongan [...] tíðindi vóru at frætta úr Hvannasundi í vikuni. Meðan grind varð hildin til, flugu tvær dronur omanfyri og tóku myndir av hendingunum. Onkur gjørdist so argur um hetta, at hann valdi at skjóta eftir tí [...] nýggju tøknina, uttan at hugsa um avleiðingarnar. Nær krevur mynd samtykki? “Mynd krevur samtykki” hevur seinastu árini verið eitt slagorð, ið skal minna okkum á, at tað ikki er í lagi at taka myndir av tær