var tað antin so heitt, at lesiheilin smeltaði ella so vátt, at bókin var í vanda fyri at gera tað sama. Men ein morgun mitt í feriuni hevði eg útvarpið frá, meðan eg ruddaði kuffertið og tískil hoyrdi [...] útvarpinum. Tað var av óvart eg lurtaði – eg ætlaði í grundini ikki at hoyra hesar sendingar, sum eg visti um, men helt fóru at vera ov syrgiligar til mín at lurta eftir, men fyrsti partur var so stuttligur, vinaligur [...] eru tey bæði, Elin Mirjamsdóttir og Høgni Fagraberg, ið hegnisliga hava lagt til rættis sendingarnar um Øssur Winthereig, tíðindamann, sum á heimasíðu Kringvarpsins verður presenteraður sum ein bersøgin
Soleiðis skrivar ein av svimjarunum, Niels Juel Arge, um túrin: "Sjey ár eftir svimjitúrin úr Akrabergstanga út á Flesjarnar góðar 6 km suður í hav, løgdu 6 svimjarar frá geil 5 í Havn fríggjadagin 12 [...] mettu tað ikki ráðiligt at svimja inn í og upp á steinin. Jon Hestoy, sum fylti fylti 65 ár hendan sama dagin, legði túrin til rættis, og seinni var hugni í Vitapassarahúsinum saman við fjølskyldu hansara
Talið var 52 í 2023 og 64 í 2022. Tað er at fegnast um, at talið av umsóknum aftur er vaksið. Tað eru 73 umsóknir til læraraútbúgvingina í ár, og tað svarar til eitt miðal ár av umsóknum, síðan útbúgvingin [...] vit ikki koma í somu støðu aftur. Vit hava ikki fleiri ung í Føroyum, sum vilja útbúgva seg, enn tað sama. Nú talið á útbúgvingum á Setrinum er vaksið, og tveir flokkar vera tiknar inn til nakrar útbúgvingar
siga keldur í løgregluni til tíðindastovuna AP. Tað er ikki greitt, júst hvat slag av tilfari talan er um. The Wall Street Journal og sjónvarpsstøðin ABC News boða frá, at vápnið, sum gerningsmaðurin skeyt [...] tí 20 ára gamla manninum. Kanningarfólk hava lagt hald á eina hálvsjálvvirkandi AR-15 riflu. Tað er sama slag vápn, sum ofta hevur verið brúkt í hópskjótingum í USA áður. Gerningsmaðurin var á takinum á
hava verið úr embætinum. Sambært Roosevelt sjálvum var tað hansara 50 síður langa røða, sum minkaði um ferðina á kúluni, sum varð verandi í honum restina av lívinum. * Franklin D. Roosevelt var forsetavalevni [...] D.C. í juli 1881. Hann doyði av teimum skaðum, hann hevði fingið undir skottilburðinum í september sama ár. * William McKinley forseti varð skotin í september 1901 í Buffalo í statinum New York. Hann doyði
skottilburðinum á valfundinum hjá fyrrverandi amerikanska forsetanum, Donald Trump, í býnum Butler í sama stati í gjár. Tað hava keldur upplýst einum journalisti frá miðlinum CNN, skrivar journalisturin hjá [...] tíðindastovuni Reuters. Myndugleikarnir hava enn ikki váttað, hvør gerningsmaðurin er. Á einum tíðindafundi um midnáttarleitið amerikanska tíð upplýsir eitt umboð fyri FBI, at Trump var fyri morðroynd undir valfundinum [...] høvdu vit tað, sum vit kalla eina drápsroynd móti fyrrverandi forseta okkara, Donald Trump. Talan er um enn eitt virkið brotsstað, sigur Kevin Rojek, serligur agentur, sum hevur ábyrgdina av skrivstovuni
børn afturat. At so nógv er at siga um Sólborg ger, at eg ikki kann dvølja so nógv við fyrsta partin, sum í sjálvum sær hevði verið áhugaverdur at drigið fram í ljósið – um smágentu í flokki av tíggju systkjum [...] Sólborg, men eg trúgvi tí gjarna. Tað skuldi vera effektivt. Ikki um at tala blóðpylsurnar. Tað vóru ikki ein ella tvær vembur, nei, mundi tað ikki verða einar tíggju í senn? Ja, soleiðis var Sólborg. Tað [...] systkjum, úr tí tíðini. -- Tað eru nøkur lýsingarorð, sum koma mær til hugs, tá eg hugsi um Sólborg í velmaktini. Rokalig, hjartalig, rúmlig og vís. Tað var einki óført hjá Sólborg. Ja, nú skrivi eg eitt
milliónir krónur. Bæði Euronews og BBC News hava skriva um søguna. “Soleiðis verða stuðulskrónur okkara brúktar,” skrivar ein brúkari. Talan er tó um falstíðindi. Franska fyritøkan hevur sjálv víst aftur [...] Russiskir ‘bottar’ blandaðu seg til dømis upp í fólkaatkvøðuna um Brexit í 2016 og russiskir hakkarar løgdu seg út í amerikanska forsetavalið seinni sama ár. Teir stólu millum annað eina rúgvu av teldupostum hjá
kravgonga um kropsligt sjálvræði hjá kvinnum, sum skal tryggja teimum rættin at fáa fosturtøku. Vit mugu skilja, at barnið og kvinnan hava júst sama virði, sigur hon, spurd hvat Føroya Pro Vita heldur um hesa [...] at tryggja rættin hjá kvinnum at »avgera um egið lív, kropp og nøring«, sum stigtakararnir siga. Men hetta er ikki fyrstu ferð, at eitt tiltak verður fyriskipað um fosturtøku. Tann 14. apríl í ár skipaði [...] skipaði Føroya Pro Vita saman við øðrum fyri tiltakinum »Standa fyri lívi«, sum handlaði um at vísa sín stuðul til ófødda barnið. At verja ófødda barnið er høvuðsmálið hjá felagsskapinum Føroya Pro Vita, og
upplýsingunum frá keldunum, um Russland sjálvt var beinleiðis partur av ætlanini, ella um eitt morð á Papperger skuldi fremjast av einum avloysara. Í longri tíð hevur illgruni verið um, at Russland, umvegis [...] stendur í fráboðanini. Tó verður ikki víst til ítøkilig prógv. Sambært CNN ávaraði USA Týskland um ætlanir um at myrða stjóran hjá Rheinmetall, Armin Papperger. Týska fregnartænastan hevur síðani verið við [...] Baerbock, hevur reagerað uppá nýggju upplýsingarnar. - Í ljósinum av seinastu tíðindunum um Rheinmetall, er tað tað sama sum vit hava sagt meira og greiðari seinastu mánaðirnar, sigur hon sambært AFP. - Russland