miðumfarsdystinum móti Danmark var, at Føroyar fingu stig, so okkara kundu vinna seg í fjórðingsfinalurnar í U18 EM-endaspælinum í Serbia. Tað eydnaðist tíverri ikki. Danmark vann 32-27 aftaná eitt heiðurligt [...] Danmark skarpan gang tað sum eftir var av dystinum, men tað seinasta manglaði í fyri at fáa stig. Danmark hevði undan dystinum móti Føroyum longu tryggjað sær sætið í fjórðingsfinaluni, men teir tóku als [...] við sær, og tað gjørdi ikki arbeiðssetningin hjá okkara lættari. Føroyar endaðu á einum triðja plássi í millumbólki 3. Danmark vann bólkin við seks stigum, Spania hevur fýra stig, meðan Føroyar og Pólland
Þorgerður Katrín Gunnarsdóttir, íslendsk uttanríkisráðfrú, váttaði í eini útvarpssending fríggjamorgunin, at hon hevði fingið hóttanir í sambandi við fólkaatkvøðuna um ES-samráðingar. Málið er latið løgregluni [...] i og beinleiðis skeivum upplýsingum, sum sambært henni verða spjaddar av fíggjarliga sterkum áhugabólkum. Inga Sæland, forkvinna í Flokki fólksins, sigur, at eisini aðrar ráðfrúur hava fingið hóttanir [...] álvarsligar sum tær, ið onnur hava verið fyri. Íslendingar fara í dag á fólkaatkvøðu um, hvørt landið skal taka samráðingarnar um limaskap í ES uppaftur. Fólkaatkvøðan snýr seg ikki um sjálvan limaskapin
eisini hildið fast í einari serligari siðvenju. - Henda siðvenja er, at Heimistovugarður aftur í ár flettir eina kúgv, so børn og vaksin kunnu síggja, hvussu fletting fer fram og fáa innlit í føroyskan sið [...] Pætur og Omman, koma á vitjan og fara á pallin í tjaldinum við sangi, skemti og góðum lag fyri børnum og barnsligum sálum. Soleiðis siga fyrireikararnir av stóra tónleikatiltakinum á Viðareiði, sum verður [...] úr 6 upp í 12 ár einans gjalda 100 krónur. - Við Trølla Pæturi og Ommuni, stórum barnalandi, hoppiborgum, Silvi og føroyskum siðaarvi verður nógv at uppliva hjá yngru festivalgestunum – mitt í stórslignu
Copenhagen Business School í 1991. Beinta og familjan fluttu heimaftur í 1991, tá ið hon fór í starv á marknaðar- og organisatiónsdeildini í Føroya Banka, har hon var í fimm ár, til hon kom á Landsgrannskoðanina [...] á Tórshavnar skipasmiðju í 1981, men helt fram at arbeiða har í trý ár, til maðurin og hon fóru undir hægri lestur í Danmark. Fyrst tók hon hægri handilsskúla á Tietgenskolen í 1987 og síðani HA á Copenhagen [...] árslok í 2007, tá ið nýggjar avbjóðingar stóðu fyri framman, men tó á sama arbeiðsplássi. Beinta gjørdist landsgrannskoðari 1. januar í 2008, og starvið hevur hon røkt síðani. Tað er formansskapurin í Løgtinginum
stig, fer í annaðkvøld at seta punktum fyri hesum umfarinum ímóti KÍ í Klaksvík. Tey trý, sum undan hesum umfarinum vóru niðast á støðutalvuni fingu eitt stig í part. B68 vann fyrr í dag eitt stig í Gundadali [...] Tað endaði 1-1, tá ið Skála ÍF í kvøld undir Mýruhjalla hevði vitjan av 07 Vestur. Úrslitið ber við sær, at Skála flytur eitt pláss upp. Skála er nú – í hvussu so er inntil í annaðkvøld – á sjeynda plássi [...] odda. Hetta var fyrsta ferðin í ár, at Høgni Egilstoft Nielsen var málskjútti í Meistaradeildini, har hann ikki hevur skorað mál í meiri enn trý ár. Eitt korter eftir, at 07 Vestur hevði lagt seg á odda
navnið í USA. Hetta hendi, eftir at handilssamráðingarnar millum USA og Kanada slitnaðu. Londini høvdu í fleiri vikur samráðst um eina tollavtalu uttan at komið á mál. Síðan legði USA 50 prosent í tolli [...] brúkarum í USA. Trump hevur í forsetatíð síni sýnt stóran áhuga fyri fleiri londum og økjum uttan fyri USA, teirra millum Grønlandi. Ontario-vatnið er ikki fyrsta staðarnavnið, sum Trump hevur broytt í amerikanska [...] sambært bretska miðlinum BBC. Í samrøðu við Fox Business-sendingina Mornings with Maria sigur Burgum, at forsetin hevur vent sær beinleiðis til Apple. – Eg eri vísur í, at vit skjótt fara at síggja b
Haraldur kongur hevur verið innlagdur á Rikshospitalinum í Oslo síðan 17. august. Í gjár boðaði norska kongshúsið frá, at heilsustøða hansara var versnað og var vorðin sera álvarslig. Seinni sama dag kom [...] Haraldur kongur hevur eisini fingið antibiotika fyri eina bakteriella infektión í blóðinum. Kongshúsið upplýsti fyrr í vikuni, at hann hevði responderað upp á viðgerðina, men hósmorgunin varð boðað frá [...] samstundis brotið uttanlandsferðir av og eru farin aftur til Noregs. Millum teirra eru norski forsætisráðharrin og stórtingsformaðurin. Eisini norsku biskuparnir og limir í uttanríkis- og verjunevndini hjá
skipinum hjá Paul Watson-felagsskapinum, er framvegis umborð á skipinum, sum liggur við bryggju í Sundahavn í Reykjavík. Tað skrivar RÚV. Sambært Skúla Jónssyni, yvirløgreglumanni hjá løgregluni á høvuðsstaðnum [...] slíkt yvirlit nú er gjørt og verður latið teimum. Ein av manningini hevur eisini hildið upp á, at løgreglan ikki hevði heimild at leggja hald á og leita í ognunum. Men tí vísir Skúli Jónsson aftur. – Fríg [...] at leita í skipinum og leggja hald á lutir, sum kunnu hava týdning fyri kanningina, sigur hann. Løgreglan vónar, at málið verður avgreitt skjótari enn tær fýra vikurnar, sum útlendingalógin í mesta lagi
tykjast næstan javnstór. Í veruleikanum er Afrika umleið 14 ferðir størri enn Grønland. Equal Earth-kortið varð ment í 2018. Hon varðveitir víddarlutføllini, so ein fermetur í Afrika hevur sama lutfalsliga [...] kortinum sum ein fermetur í Grønlandi. Eingin fløt heimsmynd kann tó varðveita bæði stødd, skap, frástøðu og ættir fullkomiliga. Uppskotið varð lagt fram av Togo vegna afrikanska bólkin í ST og hevði stuðul frá [...] ment í 1569 sum eitt amboð til sjóferðslu. Tað varðveitir ættir og vinklar, men økir munandi um økini nær pólunum. Tí síggja Grønland, Norðuramerika og Evropa nógv størri út, enn tey veruliga eru í mun
nøsini. – Tað síðsta, eg hoyrdi, tá vit fóru úr Kyiv í gjár, var loftávaringin. Kríggið heldur fram í Evropa. Eitt av fyrstu boðunum, eg sá, tá eg var aftur í Danmark, var hetta. Come on, skrivar Mette Frederiksen [...] Tað síðsta, Mette Frederiksen hoyrdi, tá hon fór úr Kyiv í gjár, var loftávaring. Tá danska forsætisráðfrúan kom aftur til Danmarkar, bíðaði eitt heldur øðrvísi boð eftir henni: Eitt tilboð frá einum [...] nøsini og góð ráð um at fáa botox, skrivar hon. Mette Frederiksen sigur, at hon ikki leggur seg út í, hvat onnur gera við útsjóndina hjá sær. – Sjálv havi eg tað fínt við kroppinum hjá mær. Soleiðis sum