. Saman við Grønlandi er eingin ivi um, at Føroyar stríðast um plássið sum nummar tvey í bólki B, men eftir harðan dyst máttu okkara ásanna, at tey gjørdust akkurát ov stutt. Og tað var kanska fyrst og [...] kvinnunum spældu Henrietta Nielsen og Rakul Mikkjalsdóttir ein sera góðan dyst móti grønlendska parinum. Men hóast hesar í longum løtum vórðu trýstar í botn, so endaði alt við einum greiðum 3-0 sigri til Grønland [...] Henrietta høvdu annars tveir settbóltar í fyrsta settinum, og í tí triðja høvdu tær tríggjar av slagnum. Men tær grønlendsku megnaðu hvørja ferð at svara aftur, og so dugdu tær at taka møguleikan, tá hesin beyðst
kafeteria á niðastu hædd. Henda er longu leigað út. Men helst verður eisini restin av nýggja bygninginum leigað út. Felagið hevur sum so nóg mikið av plássi, men vit kundu kanska brúkt eitt stórt fundarhøli við [...] at nýggi bygningurin skal verða í fýra hæddum. Tað vil so siga í somu hædd, sum restin av lonini, men væl hægri enn gamli bygningurin var. Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, sigur, at meginparturin [...] fólk. Restin verður so leigað út, sigur Jan Højgaard. Hann hevur ikki byggingina um hendi sjálvur, men hann sigur, at ætlanin er at fáa arbeiðið frá hondini so skjótt sum tilber. Framman undan er Kafe Vágsbotn
tríggjar riflur. 5.Hevur tú nakrantíð tikið rúsevni? Eg havi einaferð roykt hassj, men ikki soleiðis, at eg gjørdist skeivur. Men eg havi einki annað roynt. 6.Hvussu ofta hyggur tú eftir porno? Umleið tríggjar [...] fótbóltsspælaran hjá 07Vestur Hendrik Rubeksen. 1.Kennir tú teg ofta einsamallan? Tað er ógvuliga sjáldan, men summi leygarkvøld kunnu verða eitt sindur einslig, tá ið øll eru í býnum, og eg skal spæla dyst sunnudagin [...] var einaferð vit spældu ímóti ÍF, og eg brendi tvey mál, hóast eingin var at verja uttan málmaðurin. Men stutt aftaná skoraði eg, so tað gekk hóast alt. 4.Hevur tú nakrantíð brotið lógina? Ja, ofta. Eg havi
var fremstur eftir startin. Men 25 metrar úti var hann so óheppin at raka banatogið, og tað ávirkaði restina av hansara avriki í kappingingin. - Eg var væl við frá byrjan, men misti orienteringina og rakti [...] tíðliga. Men hóast óhappið við banatognum setti Kári á Høvdanum kortini nýtt føroyskt met. Gamla, føroyska metið var 1:00:95, og tað metið átti Kári sjálvur. Kári á Høvdanum kiksaði í fyrstu roynd. Men ungi [...] m rygg. - Tað vóru góð ting at hóma, hóast eg skuldi havt svomið teinin eini tvey sekund skjótari. Men eg havi framvegis góðar vónir og eri væl fyri, sigur Kári á Høvdanum.
annar arvingi til trónuna er Prins Artie, men eisini hin óndi Prins Charming, ið vil verða kongur. Shrek fer at leita eftir Artie, tí hann vil ikki vera kongur, men skipið renur á land. Seinni møta tey g [...] gandakallinum Merlin, sum kann hjálpa teimum, men hann er heldur løgin. Eg var farin at hyggja eftir hesum filminum við einum barni, men filmurin var ikki komin í helvt, fyrr enn barnið vildi sleppa undan [...] undan at hyggja meiri. Sjálvur sat eg gjøgnum filmin, men sum hann var keðiligur og óneyðugur allur, sum hann er. Hann byrjar keðiligt og er keðiligur allan vegin igjøgnum. 1 stjørna av 6 Leikandi: Shrek
mannin, men hevur ikki havt stríð av honum fyrr. - Hetta er eitt tað óhugnaligasta, sum eg havi upplivað í starvinum. Veskan passifiserar. Hevði hann brúkt knív, kenna vit til mátar at avvápna hann. Men vesku [...] ikki at missa sjónina. Men eg stúrdi sjálvsagt fyri eyganum hjá Olufi, sum var sera reytt og hovið, sigur Jens Rói Sørensen. Bæði hann og Oluf Mortensen eru ættaðir av Tvøroyri, men búgva og virka í Havn [...] bara minna okkum á, at sálarsjúk fólk kunnu vera ótilroknilig. Hetta vita vit eisini, tá vit fara út, men tað er ilt at verja seg kortini, sigur Jens Rói Sørensen, sum er nýútlærdur politistur og tann yngsti
fongsli. Hann sigur: Tað var eitt lív, sum ikki var nakað lív, men ein rotin tilvera við neyð og líðingum, - stutt sagt: eitt lív í "Deyðans húsi". Men ein páskamorgun sluppu fyri eina ferð skyld allir fangarnir [...] tú sá ótta og vanvirðing í andliti teirra. Men nærum allir fangarnir bóðu við djúpari virðing; og eftir prædikuna tóku vit allir móti altarins sakramenti. Men tá ið presturin við kalikinum í hondini, segði [...] heimsins: hetta eyðmjúka sinnalagið, ið treytaleyst gongur inn undir dómin og dómsins mannminkan, men sum eisini, júst tí, eigur hetta lyfti frá Jesusi: at tann, sum setur seg sjálvan lágt eins og eitt
Svenskir løgreglumenn, hermenn og umleið 200 sjálvboðin hava síðani leygardagin leutað eftir teirri 10 ára gomlu Engla Juncosa-Höglund, sum hvarv, eftir at hon hevði vant fótbólt í Stjärnsund, sum er [...] hennara verið tað einasta tekinið frá henni. Tað vísti, at telefonin var inni í einum skógi, men signalið var so mikið veikt, at tað bar ikki til at siga neyvt, hvar telefonin var. Í nátt slóknaði [...] jagstra ein burturflytara, sigur ein talsmaður hjá løgregluni við Aftonbladet. Í gjár leitaðu løgreglumenn, hermenn, fólk hjá heimaverjuni og ein hópur av sjálvbodnum eftir teirri 10 ára gomlu gentuni. -
- Tað hevði verið upplagt at hildið fram sum fiskimálaráðharri, men man veit ongantíð, sigur Bjørn Kalsø Fiskimálaráðharrin fekk dygga undirtøku, serliga í sínum egna øki, sum eru Norðoyggjar Sjálvandi [...] væl nøgdur við valið, sigur tann altíð siðiligi Bjørn Kalsø. Eg hevði vónað at fingið eitt gott væl, men hevði ikki droymt um, at tað fór at ganga so væl, leggur fiskimálaráðharrin aftrat. Og væl gekst. Hann [...] ótrúliga spennandi. Hann víri á, at hann gjørdist akkurát ov stuttur til seinasta val at koma á ting, men so beyðst høvið at gerast fiskivinnumálaráðharri, og tað starvið hevur hann verið ógvuliga glaður fyri
til dømis tað modellið, men tað er sjálvandi ein meting, sum vit gera í hvørjum einstøkum føri, sigur Karl Vidtfeldt, sum saman við Niclas Davidsen er FSF-umboð á ferðini. Men var tað ein fyrimunur bæði [...] hevur tað ofta verið so, at FSF hevur leigað eitt flogfar, har tøku plássini eru seld áskoðarunum, men hetta er eftir øllum at døma ikki so stórur áhugi fyri longur. - Eg vil ikki siga, at vit hava slept [...] bæði fíggjarliga og fyri liðið, um tað eydnaðist at fáa einar 30-40 12. menn við á ferðini? - Tað er sjálvandi eisini nakað, sum spælir inn, tá vit gera okkara metingar. Og eg eri ikki í iva um, at spælararnir