Men endamálið er so at seta eina upphædd av um árið, so at eitt tunlatoymi hjá Landsverki kann vera til arbeiðis at bora tunlar. Henrik Old hevur hugsað sær til, at hetta nýggja tunlatoymið skal bora tunlar [...] Dalsvegin, at gera ábøtur, har hann er ringast. Men hann heldur, at tann, sum hevur koyrt til Dals, ella siglt framvið, kann bara ásanna, at Dalsvegurin er tann ringasti vegurin í landinum. Hann sigur, at einaferð [...] og vegirnir til og frá, vóru so forkromaðir, at tað varð skjótt greitt, at tað fór einki at spyrjast burtur úr tí. Men nú hevur hann biðið Landsverk um at leggja eina nýggja ætlan um ein tunnil, men hesa
Runavík, tá ið Róland hjá Bakkafrost legði at bryggju á Glyvrum, liðugt umbygdur hjá Mest. Men har var eisini hópur av fólki at taka ímóti og eisini hugdu at nýggja fyrisitingarbygninginum hjá føroysku
kláraði at halda seg vaknan. Øll vita at tað ólógligt at koyra bil við kenning. Men ein bilførari, sum er troyttur, ella er um at sovna, er eisini til vanda fyri ferðsluna. So tað er eisini ólógligt at koyra [...] heppin, at ongin bilur kom suður eftir ímóti honum. Men tá ið løgreglan fekk samband við bilføraran, vísti tað seg, at hann var blanka edrúur. Hinvegin var hann so deyðatroyttur, at hann kláraði ikki at halda [...] troyttur, ella overvaður, at ein er til vanda fyri aðra ferðslu. Og løgreglan sigur, at í hesum føri missur bilførarin helst koyrikortið treytað. Tað merkir, at hann verður noyddur at taka tað av nýggjum, bæði
MRCC sigur, at ein møguleiki er at senda eitt fjarstýrt myndatól niður at taka myndir av bátinum. Ein annar møguleiki er at serútgjørdir froskmenn fara niður at leita, men tað er ikki vist, at tað ber til [...] stjóri í MRCC, sigur, at ein ávís leiting er í dag við tað, at Rescue Lív er farin at leita í morgun, men annars hevur MRCC biðið allar bátar, og øll skip um at hava eyguni við sær og at boða frá, síggja tey [...] til. Og ein triði møguleiki er, at ein roynd verður gjørd afturat at trola eftir honum fyri at fáa hann upp. Annars sigur MRCC, at gummibáturin hjá bátinum er flotnaður, og hann varð funnin í morgun.
verður sagt, at sum støðan er nú, verða ikki fleiri royndir gjørdar at fáa bátin upp. Botnurin er ógvuliga ringur og tað rekur hart, so tað er ringt at arbeiða, siga tey á MRCC. MRCC sigur eisini, at í løtuni [...] eftir bátinum og tað eydnaðist eisini at finna hann bátin, sum liggur á 75 metra dýpi, og síðani vórðu tríggjar royndir gjørdar at dreggja eftir honum við tí endamálið at fáa hann upp. Tað vóru tveir trolarar [...] sum dreggjaðu og teir fingu fatur á honum. – Tað er einki at ivast í, at teir fingu fatur á bátin, tí olja kom upp í vatnskorpuna, samstundis sum at tað luktaði illa av olju, siga teir av Brimli. Og samstundis
til dómaran. Hennara krav er, at maðurin verður dømdur til 18 ára fongsulsrevsing fyri drápið og fyri royndirnar at smugla rúsevni. Í framløgu síni heitti hon á dómaran, um at døma grønlendarar 16 ára fo [...] Maðurin er ákærdur fyri at royna at smugla 23 kilo av cannabis til Grønlands umvegis Ísland. Ákærdi grønlendarin hevur sitið varðhaldsfongslaður síðani 19. januar, undir illgruna fyri at hava dripið Birnu
váttaði, at hon fleiri ferðir hevði lagt upp í, tá hesin bólkarnir vóru farnir at keglast og at tað var í hesum sambandi, at hon var stødd inni í Pizza King um hetta mundi. Løgreglan greiddi frá, at skuldsetti [...] einum løgreglumanni, umframt at hava órógvað ein annan løgreglumann í tænastu. Tað var eitt leygarkvøld í oktobur, at ungi maðurin var í býnum. Ákæruvaldið vildi vera við, at maðurin hevði endað í einum [...] vinmann. Ákæruvaldið sigur, at maðurin tá legði upp í og órógvaði løgregluna í sínum arbeiði. Hann bleiv fleiri ferðir biðin um at traðka til síðis, men lurtaði ikki eftir. At enda tók ein løgreglumaður
Tingkvinnan vil eisini hava at vita, nær tað er væntandi, at vegurin verður liðugur, og hvaðani ætlanin er at fáa grót til endamálið. Hon vísir á, at samgongan er samd um at peningingur skal setast av til [...] verið undirtøka fyri at gera hann lidnan, sigur Annita á Fríðriksmørk. – Nú sær so loksins út til, at politiskur vilji er at gera arbeiðið liðugt, og tí hevði verið gott at fingið at vitað, hvussu farið [...] 2018, og tí vil hon hava at vita akkurát, hvør ætlanin er við hesum vegastrekkinum. Landsverk hevur áður mælt til at játta ímillum tvær og fimm milliónir krónur um árið til at breiðka vegin fyri, men
hann heldur, at tað gekk væl hjá sær og liðfeløgunum, men hann viðgongur, at tað sá verri út í seinna hálvleiki. Gilli R. Sørensen er svangur uppá meira, og hann sigur seg verða kláran at vinna á Andorra
lítið sannlíkt, at tú hugsar um tað, har tú gongur í bygdini. Einki veruligt frámerki hevur verið á bygninginum, sum sigur tær, at her inni eru verk eftir nøkur av mætastu listafólkum okkara at síggja. Vel [...] Sandi er. Í samráð við savnsvørin, Fridu Poulsen, varð avgjørt at skeltið skuldi vísa, júst hvat sum finst í húsinum, og tí bleiv avgjørt at endurgeva eitt verk innan úr savninum. - Og tað er ikki bara okkurt [...] Niels Uni Dam á heimasíðuni hjá Nudlavirkinum. So næstu ferð tú ert á oynni skuldi verið lagamanni at lagt leiðina inn um Listasavnið á Sandi.