meðan Jan finnur eitt band, práta vit víðari, eg og listamaðurin, ið tykist hava eina ørgrynnu av orðum til taks og sum hugsar og tosar skjótt og nógv og sum ikki hevur fyri neyðini at verða settur í gongd [...] sløg av prentum burtur úr tí eina steininum; eitt sum er koloristiskt og plakatkent og meira reint og vakurt og so eitt meira skitið og rátt avbrigdi. Innihaldslig snúgva hesi prent seg um eina av Duino-elegiunum [...] “Birgitte 23 ár og grindamaðurin 53 og hini” hjá Tóroddi. Hansara list er meira hugskotsgrundað og hann er sera tilvitaður um tað, hann nevnir føroyakitsch og hvør veit um hann, ella Rannvá Kunoy og tey yngru
at Smyril Line og Skipafelagið høvdu eitt »forliss« 3. hvørt ár. Men vit góðtaka, rokna við og innrokna hagfrøðiliga, at tað skulu henda so og so nógvar ferðsluvanlukkur í meðal árliga. Og hóast vit kenna [...] ferðslu og at bakka, og síðani hava tey staðið eina teoretiska roynd, eftir at tey í ein mánað hava lært seg Koyribókina uttanat. Og harvið fáa tey somu rættindi sum øll onnur í ferðsluni. Og so fara tey [...] bilførarin millum 18 og 20 ár, og foreldrini áttu bilin!« Og niðurstøðan hjá báðum tryggingarfeløgunum er, at høvuðsorsøkin til vanlukkurnar millum hesi ungu er, at tey yvirmeta síni sjálvsevni og evnini hjá bilinum
støðuna eru fleiri – og fyrst og fremst vegna skeivan fíggjar- og búskaparpolitikk. Tingfólk Tjóðveldis fara at koma inn á ymsu økini í fíggjarlógini, har tey eru framsøgufólk, og skal eg her taka fatur [...] Uttan dreymar, visjónir og mál fyri, hvar vit sum land og fólk skulu, rekur samfelagið í ymsar ættir, og verður tað tilvildarligt hvar vit enda og hvat úrslitið verður. Hetta síggja vit ongantíð greiðari [...] fáa sum mest og best tænastur og virðir til fólk, vinnu og samfelag. Tað at samgongan ongar stórar nýskipanir hevur framt seinastu árini, er til stóran skaða fyri alt samfelagið bæði nú og komandi mongu
Toblerone, súreplum og kaffi. Og hann skiftir ímillum at sita niðri og at standa uppi, ímillum at skrúva hitan frá og at lata vindeyga upp. Í hondini hevur hann blýant og pappír, og meðan hann tosar, i [...] til eina umfatandi renovering. Alt tað gamla og útslitna skal endurskoðast og kasserast um neyðugt. Og nýtt tilfar skal inn, so bygningurin kann dagførast og lúka nýmótans treytir. Men um vit sleppa my [...] fella uttanfyri tað, sum politiska og mentanarliga elitan definerar sum føroyskt, sum rætt og sum gott. Bæði út frá átrúnaðarligum og út frá nationalum kriterium. Og sambært Ole Wich hevur eitt samfelag
hárið, og í síðum kápum. Einasta tú sært, eru andlitini. Og tey kunnu vera hvaðani tað skal vera. Aldurin kann vera alt millum tey tjúgu og fimmogfjøruti. Sum tær standa og práta sínámillum, spakførar [...] heima hjá børnunum. Anna Katrin og maðurin hava fýra børn, og Sólmai og maður hennara hava eitt barn. Koranin rúnarbant Koranin hevur ivaleyst tað við sær, at setur tú teg fyrst við henni, so er ilt at sleppa [...] tengja saman við islam og muslimar, er búnin, kvinnurnar ganga í. Serliga turriklæðið. Hóast verri enn so allar muslimskar kvinnur goyma hárið í turriklæði, so eru tað fyrst og fremst turrikløðini, ið eyðkenna
Heima í stovuni eru hópin av bandaðum fótbóltsdystum, og bøkurnar og fløgur/plátur eru eisini heilt nógvar í tali. - Tað var kanska fyrst og fremst ítróttin, sum eg slapp inn uppá, men tað kom so ymiskt [...] líka sum fleiri royndir, og at enda tóku tey meg so í álvara. Eg hevði valt mær »Kim og bankaránarnir« burturúr rúgvuni, og manuskriptið hevði eg jú liðugt. Sigmund Poulsen, sum um tað mundið var við til [...] spæla hoyrispælið inn. Eg skuldi sjálvandi hava høvuðsleiklutin sjálvur, og so vóru Páll Danielsen og beiggi hansara, Súni. Og so hevði Malan Thomsen leiklutin sum Katja. Segði nei til ítróttatíðindi Hetta
framsýningum bæði í Føroyum og uttanlands. Hon er fyrst og fremst grafikari, hon arbeiðir mest við tí, sum verður rópt háprent, tað vil siga, hon sker í linolium ella træ og so verður tað prentað á pappír [...] til Føroyar fyrst í sjeytiárunum og hevur búð her meginpartin av tíðini síðani tá. Hon er cand. mag. í fólkalívsfrøði og tónleiki. Síðstu 10 árini hevur hon burturav virkað sum listafólk og í løtuni er [...] søkja aftur og aftur. Vit hava øll roynt at arbeiða fram ímóti einum máli og hava kanska verðið vrakað bæði tvær og tríggjar ferðir. Men vil ein arbeiða innan list verður ein noydd at halda fram, og tað er
eru so og so nógv listafólk, men her eru eisini so og so nógvir skattaborgarir og tístaðni tað meira av stuðuli til listafólk at lata av. Stuðulin (við uppbyggjandi skyldum mótvegis samfelagnum og, ikki [...] ella avtalur millum veitara og móttakara onkursvegna avmarka listaliga frælsið hjá tí einstaka og mentanini, er einki minni enn non plus ultra svass. Sjálvandi eiga politikkur og mentan ikki at fanglast so [...] vælsignaða "ein og hvør kann 'make it', sjálvt ein býttlingur"-dreyminum og gudaði annars uppá ikki at síggja hr. Hanks aftur--eg gav honum skyldina fyri at gera niðranina av "teim býttu" fullkomna. Og tað havi
skal nokk sodnast og sorterast eitt sindur, áðrenn eg kann gera ein neyva meting. Annars dámdi mær væl filmin. Men tú situr alla tíðina og relaterar til bókina og til støð tú kennir, og tá hetta ikki heilt [...] til mín sjálvs og fann út av, at eg hevði sitið í tveir og ein hálvan tíma og hugt, so var hetta einki minni enn fantastiskt. Tað var eitt ómetaliga stórt inntrykk tú fekst, tá tú fyrst roknaði við, at [...] ilt í búkinum, og havi júst verið úti og turkað tey seinastu tárini burt. Filmurin er sera sera vakur, ikki minst náttúrumyndirnar. Hann er ófatiliga góður. Hann er ómetaliga kensluríkur og hugtakandi. Eg
Herólvur Joensen sett sær sum stjóri á oljumáladeildini! -Uppgávan er fyrst og fremst umsitingarlig. Málsetningurin verður fyrst og fremst lagdur fastur í tí tilfarinum, sum verður gjørt klárt til 1. útbj [...] um okkum, og at vit kunnu samtarva við bretar eins væl og við norðmenn og danir. Tað verða arbeiðsøki, finna vit olju og gass nær Bretlandi, sum vit mugu tosa við bretskar myndugleikar um. Og tað verður [...] Jarðfrøðissavninum burturav, har nógvar stórar og spennandi uppgávur liggja og bíða. Helst neyðugt at økja manning Sosialurin hevur tosað við nýggjan deildarstjóran og spurdu, um hann roknar við, at tað verður