berligt. Tað er alla æru vert, at fiskimálaráðharrin vil halda landsins lógir, tøkk fái hann fyri tað. Men tá ið ein lóg er burtur úr vón og viti, so eigur hon at broytast og var tað júst tað, ið átti [...] liggja inni á Djúpunum og draga línu, síð um síð við Fröyanes, er í teirra heimi skilagott. Eitt vil eg vissa tykkum um, og at um ikki væl verður gingið um tað, sum kemur niðaneftir, tí tað er tað, sum er [...] gjørt ein so stóran brølara og eingin vilji er at rætta hann, tað er sera óhugnaligt fyri tey, sum enn eru eftir við hugburðinum at gera tað besta fyri landið. Men kanska er ikki annað at vænta frá hasum
nakað víðari. Alt er sjálvandi ein spurningur um pengar, og tað er skiljandi, at Fótbóltssambandið ikki vil leypa út, har tað ikki grynnir. 1998 var soltið peningaliga hjá FSF, men roknað verður við, at árið [...] givið Fótbóltssambandinum nógvar krónur í kassan ? og tað eru hesir pengarnar, sum fíggja ein stóran part av øllum hinum landsliðunum ? so skuldi tað eisini verið møguleiki fyri, at 1999 reint ítróttarliga [...] Endamálið við at hava eitt U18-landslið hjá kvinnunum má vera, at ætlanin upp á longri sikt er at fáa eitt A-landslið. Tí tað er lítið høpi í, at tær sum gerast ov gamlar til U18-liðið enda í »ongamannalandi«
Tað verða fleiri og fleiri sum fara uppí tað kórið sum mæla til at tað nýggja vaktarskipið verður bygt í Føroyum, hóast tað kanska verður eitt sindur dýrari enn at bygga tað í Noregi. Hetta er ført fram [...] um tað var frælslyntur vinnupolitikkur at flyta vitan av landinum. ? Eg dugi ikki at síggja annað endamál við hesum, enn, at tað er eitt miðvíst endamál at lækka vitanarstøðið í Føroyum. ? Tí tað er ein [...] av landinum. ?Og júst servitan er eitt tað mest týdningarmikla tilfeingið ein tjóð hevur. ? Tí hugsa vit okkum eina støðu, har tað er ov lítið av arbeiði, er tað júst servitanin sum ger at vit kunnu átaka
í norðurstreymoy. Vestmanna Bygdarráð vísti í skrivinum frá 5. nov. 1998 á, at Vestmanna kommuna var ein av kommunum, sum gjørdist eina ringast fyri av kreppuni, men við sparingum ogh skilagóðum fígg [...] hartil verið før fyri at goldið so mikið niður av skuldini, at nettoskuldin við seinasta ársskifti var komin niður á 3 álíkningar. Bygdarráðið gjørdi í skrivinum somuleiðis vart við, at fíggjarliga støðan [...] undir nøkrum umstøðum góðtaka, at endurfíggingaravtalan nú aftur skal kosta Vestmanna kommunu pengar!! Tað kann ikki vera rætt, at íbúgvar í ávísum kommunum skulu vera tvungnir til at gjalda 1% eyka í skatti
halda fast um trúgv sína og taka tað, sum kom, við tignarligum toli. Tá sannleikin um ræðuleikarnar í nasistisku konsentratións- og týningarlegunum kom fyri ein dag, var tað eyðvitað skipaða fólkamorðið á [...] skelkandi fylgjurnar til lítar. »Ongantíð aftur Auschwitz« var slagorðið, men okkum nýtist bara at tendra sjónvarpið fyri at vissa okkum um, at tað tykist meira aktuelt nú enn nakrantíð áður. Sæð úr hesum [...] teimum, ið vardu av legunum. Eitt annað, sum undraði vaktarmenninar, var góðsligi atburður teirra í arbeiðinum, teir vórðu settir at gera. Tað fór fram uttan tær smáónáðir og ta smásabotasju, sum sást hjá øðrum
ætlar sær at sláa til, um tað verður neyðugt. Tað ber til hjá einum og hvørjum teldueigara við internetsambandið at verða við í spælinum um ólógliga tónleikin. Tað skal ikki tað stóra hegnið til at fáa tónleikin [...] avloysaran hjá walkmanninum. Men skal tað gerast veruleiki krevst ein lógarbroyting. Tað er nevniliga ólógligt at kopiera tónleik digitalt, sjálvt um tað er til egið brúk, og tað verða fólk noydd at gera, um tey [...] klárir at sláa til, um tað skal verða. ? Tað loysir seg ikki at gera nakað við trupulleikan nú, tá hann er so lítil, tí tað hevði kostað okkum meira pengar at fyribyrgja, enn tað kostar við at lata standa
verður tað eitt politiskt ynski at West Freezer skal flytast upp í bólk 3, er tað av allastørsta týdningi, at teir til fulnar fáa at vita, hvørjar avleiðingar tað fær. ? Og tað er púra greitt, at tað kemur [...] líka lítið vilja línumenn hava hann upp í sín bólk, uttan víðari. Og tað er tí mangt, sum bendir á, at tað er ikki fyrrenn nú, at tað stóra slagið um West Freezer byrjar. Tí frá at vera eitt stríð um eitt [...] skipini í vinnu alt árið. ? Tá sigur tað seg sjálvt, at tað forbjóðar seg sjálvt at vit skulu verða skerdir enn meiri. Heilt átaluvert Torleif Sigurðsson heldur annars, at tað er heilt átaluvert, at fiskivi
læra meg klokkuna og tað eydnaðist. Men omma royndi eisini atl æra meg at binda og brodera, men tað hevði eg ikki tol til. Tá ið barnaskúlin var liðugur og farið var til Oyrarbakka var eg glað, tí at nú slapp [...] dag, tá ið komið var aftur úr skúlanum, inn at fáa mær døgurða og tað hoyrdi við, eisini nú eg ikki búgvi í Hósvík longur, at eg kom næstan ongantíð til Hósvíkar uttan at hava verið inni hjá ommu og abba [...] fór at koma. Hesa seinastu tíðina vart tú ógvuliga sjúk og vit vistu, at nú var ikki nógv eftir av tínari tíð. Hóast alt er tað svárt at viðurkenna, at omma er burtur. Um eg hugsi aftur í tíðina, so hevur
sammeta við tað, sum føroyingarnir upplivdu í fjør, tá teir kendu tað sum um teir settu førleikan uppá spæl. Søgan endurtekur seg Vit hava frætt úr Spania, at dysturin var javnur, og at tað vóru fleiri má [...] hálvur tími var farin, var um reppið, at russiska liðið økti, men Jens Martin Knudsen hevði góða bjarging. Tveir minuttir undan steðginum lyfti Jóhannes Joensen, sum var staddur langt inni á vøllinum, [...] russarum er tað sama sum tað er hjá føroyingum. Hesa tíðina á árinum fyrireika teir seg til eitt nýtt kappingarár, og í tí sambandinum eru fleiri russisk feløg niðri við Miðalhavið, har tað eru heilt øðrvísi
nakað inni í dystinum vegna skaða. Tað gekk javnt á so at siga allan vegin. KÍF var eitt skifti á odda 6-4, men fáa minuttir seinni var støðan vend, so StÍF var frammanfyri 10-8. Hálvleiksstøðan var 13-11 [...] misvísandi úrslit, men er tað nakað, StÍF-liðið dugir, er tað at skjóta mál, sum vit eisini hava sæð fleiri ferðir fyrr í ár. Liðið hevur skotið 606 mál í 20 dystum, og er tað 30,3 mál í miðal pr. dyst [...] StÍF-KÍF 33-22 (13-11) Fyri nøkrum vikum síðani var StÍF best spælandi lið í 1. deild hjá monnum, og fyri nógv var liðið av Strondum eitt upplagt boð upp á ein føroyameistara. Síðani er gingið illa í hond