Politikarar, frá tykkum er lítið at hoyra, steðgið, so tit ikki Stórá undir jørðina koyra, lat tað ikki vera hjá nøkrum í iva, at vit fáa høvi í hesum plássi at liva. Og hvat við hesari stýrisverð, hvat er hetta [...] Áin hon rennur, ja, vøkur hon er, og hon ongum menniskja nakað ger hana Gud okkum gav í hesi verð, men takast hon skal og undir fer. Hvat er tað fyri lóg og rættur, sum okkara bygd skal raka? Vendið tit [...] nei, ei tit hugsa, meðan dagur er, at alt verður máað og til grundar fer. Vita skulu tit stýrandi menn, sum okkara bygd vilja háða, gloymt tað tykkum ei verður enn, tað tit okkum eru til bága. Vælsignaðir
eg haldi veruliga ikki, at tað er so nógv tað hon er, sum er mest umráðandi. Hon kann næstan verða alt tað, tú biður hana vera. Kanska er tað heldur tað, hon ikki er. Hon er als ikki tengd at nakrari ávísari [...] snildisliga saman, at tað gerst sera torført at tulka, greina ella skilja heildarmyndina, sum er alt verkið. Men tað er júst tað, tað er; eitt heilt og fult og satt verk. Men tað er jú eisini ein grundleggjandi [...] hetta høvið vísa til yrkingina »TAÐ ER AT UMMÆLA«, á síðu 47 í bókini. Hon teppir allar umvælingar við sær sjálvari. Døma hana dekonstruktión, um tað er tað, tú vilt. »tað er at mala undan tá tú skalt mæla
virkjum og virkiseigarum frá, hvussu tey fáa sett eina yrkisnevnd í sínum egna virki; tað verður eisini sagt frá royndum við yrkisnevndum aðrastaðni. Við á fundinum verður Jóannes Olsen frá grannskoðaravirkinum [...] Mangur leiðari í smærri og meðalstórum virkjum man ofta hava ásannað, hvussu trupult tað er at fáa tíð at hugsa framtíðarætlanir. At leggja miðvísar ætlanir um, hvussu virksemið skal mennast, hvar fra [...] hildin á Hotel Føroyum og Tvøroyrar Klubba tann 27. nov. kl. 16.00. Luttøkan er ókeypis og áhugað verða biðin um at boða frá luttøku á TK-Stovuni, tlf. 17366, fax 19363 ella teldupost tk@tk.fo áðrenn týsdagin
pening. Ringt er at siga nei, men tað er umráðandi at gera so, tí annars kunnu børnini fáa ta fatan, at tað er lættari at bidda enn at brúka tíðina til at fara í skúla og fáa eina útbúgving. Tað eru nógv sløg [...] iga ár 1118! Tað er ein festivalur, ið varir í 5 dagar, og hvønn einasta dag biðja tey til okkurt ávíst. Tað verður ov rúgvusmikið at greiða frá her, men tað vit leggja mest merki til, er tann hugtakandi [...] andakt³, so var hetta júst tað øvugta. Orsøkin til at tað verður nevnt monkeytemple er, at her heldur ein rúgva Rhesusapum til. Tær liva av ruski frá ferðafólkunum. At rafta er at sigla í gummibáti oman
eisini tað seg galdandi, at tað rak í ættina. Tað hevði verið sera ófantaligt suður. Annars hevur tað verið sama veðrið at kalla alla vikuna. Men tað hevur ikki verið so ringt at sigla, sum tað hevur sæð [...] suðuroyingar vita, hvussu tað er at sigla um suðuroyarfjørð í ringum líkindum, so teir mótmæla ikki, táið ferðir verða avlýstar. Hann var landsynningur og eystan í ættini og tað eru ringasta ættirnar suður [...] landi. Tað hevur passað seg so, at rákið hevur so gott, og tað hjálpir ónatúrliga væl. Men seinnapartin í gjár høvdu teir fingið eystfalsbroddin ímóti sær í Suðuroyarfjørði. Sovorðnar dagar er ikki nógv
tíl., sum mest er til børn Trígjar bilasølur eru: Wenzel við Ford, Auto Vulk við Daewoo og nú er Martin Dam Jacobsen komin afturat við Honda og Skoda. Annars er úrvalið fjølbroytt, báði frá eykalutum og [...] tí nógva fólkinum. Men fyrsta stevnudagin, hóskvøldið, vóru longu 190 fólk á stevnu, og tað eru øll nøgd við. Tað var heldur ikki sørt, at báði vørur og pengar skiftu eigara longu. Longu hetta fyrsta kvøldið [...] helvtina av útreiðslunum. Og ein triði handil segði seg hava selt fyri næstan 2.000 krónur og helt tað verða frálíkt afturímóti fyrsta degnum á sølustevnuni í Havn, táið tey bara seldu fyri 50 krónur tann
hvørja ferð okkurt skal gerast, gagnar ongum. - Tað er óneyðugt at politikararnir leggja seg út í arbeiðið í grunninum. Tað er júst tí, at ein nevnd er vald. Hon skal gera arbeiðið, ikki politikararnir [...] Tað er ikki greitt enn, hvat fer at henda við nevndini í Framtaksgrunninum - soleiðis beinanvegin. - Framtaksgrunnurin er bjargaður frá húsagangi, men lammaður, tí hann ongan kapital hevur at arbeiða við [...] grunnin. Tað er júst hugskotið aftan fyri vinnurekandi grunnar, sigur Sverri Hansen. Nú verða viðurskiftini í Framtaksgrunnurin formelt fingin í rættlag. Síðani verður mett um nýggju støðuna, við tað at grunnurin
var longst burtur frá har eg stóð. - Eg royndi at látast sum einki, men hevði tað ómetaliga torført. Eingin sá tað stóra arrið, sum fylti meg, sigur Annvør. Hon heldur, at tað bert er eitt slag av sorg [...] hon ikki kendi seg at vera í hesum heimi. Hon var frá sær sjálvari, og kendi sær als ongan ugga. Annvør heldur, at tað er umráðandi, at ljósmóðurin er millumlið millum sjúkrahúsið og foreldur, tá slíkt [...] minnast deyðfødda sonin Gunnar, sum varð føddur 11. august 1995. Tað hendir kortini í okkara framkomnu tíð, at børnini ikki liva. Tað er ein skelkur og ein ómenniskjansligur veruleiki, sum bert tey, ið hava
eisini børnini... Tað er altíð ringt at missa tey, sum á sín serliga og einastandandi hátt eitt stutt ella eitt langt tíðarskeið vóru ein ómissandi partur av okkara lívi. Tað er tað, tað er, tá árini eru mong [...] fjallataluni. Í okkara oyrum er tað nakað løgið við orðunum, tað er sum um Jesus sigur: Sæl eru tey ósælu... Sæl eru tey veiku... Tey fátæku, tey syrgjandi, tey spaklyntu... Tað er, sum vil hann siga, at sælan [...] hansara doyði, at tað var tann dagurin, tá alt byrjaði. Ikki tí at sorg kann mátast í døgum ella árum: eisini tá talan er bara um eina avmarkaða tíð í móðurlívi, er tað jú eitt heilt lív, talan er um. So stutt
verið í Skálki í SMS. Arbeiðstíðin er frá kl. 9 til 1730. Hon avgreiður viðskiftafólk og ger tað, sum man vanliga ger í einum klædnahandli. Henni dámar sera væl, tí har er alla tíðina okkurt at gera og a [...] arbeitt í Skálki. Ragnhard Petersen er úr Fuglafirði. Hann hevur verið í Radiohandlinum í starvsvenjing. Hann er til arbeiðis frá kl. 9 til 17. Hann sigur at hann er áhugaður í tílíkum arbeiði og at honum [...] Karl Leiti úr Fuglafirði er í Elding í SMS. Hann sleppur at royna nógv ymiskt arbeiði. Starvsfólkini eru sera fitt og skemtingarsom, og tí dámar honum væl. Hann er til arbeiðis frá kl. 9 til 18-1830 . Hann