nýtt graslíki á vøllin í Fløtugerði í Fuglafirði er ikki heilt liðugt enn. Tað gongur rætta vegin, og tað verður vónað, at ÍF fer at spæla í Fuglafirði um tvær vikur, tá ið mótstøðuliðið verður FC Hoyvík [...] stig. Nú tað resta sjey umfør, eru tað 11 stig fram til FC Suðuroy, sum er á uppflytingarplássi. B36 er á sætta plássi við 23 stigum. Um eina viku fer ÍF at spæla á útivølli ímóti EB/Streymi, og B36 fer at [...] farið, økti liðformaðurin Ruben Møller-Nielsen um munin til 2-0 við brotssparki. Hetta var fyrsta málið í ár hjá 23 ára gamla Jóan Peturi Jónsson, og hetta var sætta ferðin í ár, at Ruben Møller-Nielsen
Eirikur í Jákupsstovu er einsamallur í minniluta og ávarar um, at avgerðin kann seta størri virðir í vanda. Vinnunevndin hevur nú skrivað álit í uppskotinum um 750 serstakar fiskidagar til bólk 5 B fyri [...] brúktir, áðrenn september er farin. Minnilutin heldur eisini, at tað verður torført at nokta øðrum bólkum fleiri fiskidagar, um grundgevingin fyri at lata bólki 5 B fleiri dagar bara er, at dagarnir hjá teimum [...] við hinar bólkarnar, tá tað snýr seg um sokallaðu buffaraskipanina, har óbrúktir dagar kunnu flytast til næsta ár. Harumframt verður landsstýrismaðurin biðin um at hækka markið á 200.000 krónur í avr
bálið? Spurningurin er tí ikki bara, um olja finst í føroysku undirgrundini, ella um vit kunnu vinna pening burtur úr henni. Spurningurin er, um tað – við teirri vitan, vit hava í dag – er rætt at taka oljuna [...] Føroyum kann hitin broytast meira enn tað, tað lítlu løtuna tú brúkar at bera ruskposan út í ruskspannina. Men her er ikki talan um veðrið ein einstakan dag. Talan er um, at miðalhitin á allari jørðini hækkar [...] Tað er torført at ímynda sær avleiðingarnar, um hundraðtals milliónir – ella milliardir – noyðast at leita sær eftir einum nýggjum staði at liva. Tað er hetta órógvið, sum Schellnhuber ávarar um, at
upptikin av, at tað skuldi bera til at liva og virka kring alt landið. Hetta vóru sjónarmið, sum gingu aftur, tá Hans sjálvur skrivaði um politikk. Hans var eisini virkin í Hjartafelagnum í nógv ár. Eftir [...] í 2021, har myndin omanfyri er frá. Tá vóru 56 ár liðin, síðan tann 20 ára gamli Hans Jørgensen var við til at stovna SU og varð valdur skrivari í fyrstu nevndini. Nú Hans er farin, minnast vit ein mann [...] seg, gjørdist hann skrivari. Hans gjørdist eisini blaðstjóri á Bergmáli, sum var málgagnið hjá SU. Hetta gjørdist byrjanin til mong ár við virknum arbeiði í Javnaðarflokkinum. Hans kom í floksleiðsluna sum
Tá tú fyri stuttum fanst útav, at tú ikki var sloppin við til Havnar at syngja við teimum, vart tú ikki blíður. Mann sigur, at ein skal grulva, áðrenn ein kann ganga. Hvussu hetta var fyri teg, veit [...] at geva. Heldur geva enn taka, segði tú við meg. Tú smæddist ikki, tá tað kom til at seta ting í verk, hóast tú uppá nógvar mátar var ein smæðin maður, ið treivst best millum vinir, familju og ar [...] uppá at upptraðka við. Um ikki eg hevði upplivað teg spæla klaver og tann serliga mátan, fingrar tínir leikandi raktu tangentarnar, so hevði eg verið ein heilt onnur, enn tann eg eri í dag. Mangan
og DJ Cool á pall. Fyrireikararnir á Viðareiði vísa á, at Norð Festivalurin eisini er meira enn bara tónleikur. Hetta er eisini ein familjudagur og soleiðis eisini eitt stórt familjutiltak. - Dagurin byrjar [...] Her niðanfyri eru nakrar myndir, sum eru tiknar á Norð Festivalinum undanfarin ár, og her sæst, at hetta er eitt tiltak fyri øll, og har øll eru hjartaliga vælkomin. Nakrar av myndunum tók Birgir W. Høgnesen [...] Í morgin, leygardagin hin 29. august verður Viðareiði karmur um ein fjølbroyttan festivaldag við tónleiki, undirhaldi, mati og hugna. Av stóru hæddarpunktunum í tónleikahøpi verður danski rokkbólkurin
kortini meira enn bara hitt eftir hitt. Seebach tosaði eisini opið um einsemi, lívið og tey, vit hava mist. Viðhvørt fekk framførslan nærum ein andaligan dám, tá hann tosaði um vónina um, at vit einaferð [...] ein nýggjan leiklut sum bæði minnisvarði um pápan og heilsan til systrina. Á Vágsbøi setti Rasmus Seebach sangin inn í eina frásøgn um pápa sín og um vónina um einaferð at møta honum aftur hinumegin. Tað [...] sangirnar, gjørdist Vágsbøur karmur um eitt stórt danskt poppshow. Við sær til Føroya hevði Rasmus Seebach tríggjar stórar trailarar við útgerð og 30 fólk. Hann segði, at hetta var fimtu ferð, hann vitjaði í
Einki er liðugt, fyrrenn alt er liðugt. Soleiðis er støðan, nú fyrri dysturin millum sveisiska Lugano og NSÍ er liðugur á Lugano Arena, har tað í kvøld vóru 33 hitastig. Seinni dysturin verður um eina viku [...] Klaksvík. Tá verður tað greitt, um leikluturin hjá NSÍ verður av á hesum sinni í Europa, ella um NSÍ fer at halda fram í UEFA Conference League. Tá ið liðini hóskvøldið um eina viku fara á vøllin í Klaksvík [...] longdaleiktíð og brotssparkskapping at vinna seg víðari í kappingini. Nú er møguleiki at endurtaka hetta bragdið, tá ið NSÍ um eina viku verður á heimavølli og við knívinum á barkanum fer at fáa stuðul
fyritøkur, sigur hann við Ritzau. Tilbúgvingarvenjingin „Hele Danmark Øver“ er íblást av einum líknandi norskum átaki. Hetta er triðju ferð, at hon verður hildin í Danmark, og í ár verður hon á fyrsta sinni [...] tilboð um at royna KT-skipanir sínar við einum pallsettum netálopi. John Henriksen, stjóri í TDC Erhverv, metir ikki, at føroyskar og grønlendskar fyritøkur eru meira útsettar fyri netálopum enn aðrar fyritøkur [...] tímar fyri at styrkja talgildu verjuna. Nettrygdarátakið „Hele Danmark Øver“, sum verður í oktober, er í ár víðkað til allan ríkisfelagsskapin. Tað upplýsir TDC Erhverv, sum skipar fyri átakinum saman við
, Finnur Koba og Páll Oddur Rubeksen og Rani Nolsøe at hoyra. Men Norð Festivalurin er meira enn tónleikur. Hetta er eisini ein rættiligur familjudagurin, og festivalurin bjóðar ein heilan dag á Viðareiði [...] verið metstórur, og nú eru færri enn 400 atgongumerki eftir. Tað er tí als ikki óhugsandi, at festivalurin verður útseldur, áðrenn fyrsta lagið verður spælt leygardagin. Tað er í morgin, hin 29. august, at [...] at Viðareiði aftur verður karmur um Norð Festivalin, og nú festivalurin er nær, sæst týðiliga, at fólk kring landið hava sett kross í kalendaran fyri dagin á Viðareiði. – Vit eru ómetaliga glað og takksom