eftir midnátt lokala tíð. Sjálvt um freistin varð farin upp um ein hálvan tíma, varð ongantíð sett í verk ein verulig stongsl. Sostatt eydnaðist tað amerikanskum politikarum at sleppa undan tí í evstu løtu [...] milliónir fólk skuldi minkast munandi. Hetta hevði rakt fleiri enn 800.000 starvsfólk, sum ikki verða mett at vera sosialt kritisk, og sum høvdu verið send heim uttan løn. Hetta hevði rakt tjóðarlundir og aðrar [...] tænastur, m.a. Onnur fleiri enn 1,4 milliónir samveldisstarvsfólk skuldu so arbeitt uttan løn, til fíggjarlógaravtalan varð gjørd. Kongressin er í roynd og veru bundin av at gera avtalu um fígging til 438 ríkisstovnar
grannalond er ikki vanligt í Føroyum at vinnan er við til at stuðla slíkar byggiverkætlanir. Burtursæð frá Betri Stuðulsgrunninum eru ikki stórir grunnar, bygdir á fæið hjá vinnufyritøkum. Tí er hetta ein spennandi [...] vónandi kann mennast. ##med2## »Hetta er ein stórur dagur fyri Føroya Sjósavn, Føroyar og fyri samfeløgini í Norðuratlantshavi. 99,5% av Føroyum er hav. Í einum landi, har meira enn 90% av okkara útflutningi [...] kemur úr sjónum, og vit liva tætt upp at havinum hvønn einasta dag, tá er onki savn í Føroyum meira týðandi og upplagt enn eitt sjósavn. Vit takka A.P. Møller Fonden fyri, at vit við hesum eru komin eitt
og kvotan av brosmu verður 1.400 tons, sum er 100 tons hægri enn í 2024. Kvotan av øðrum fiskasløgum er óbroytt 600 tons. Føroyar hava leingi havt eitt ynski um at kunna flyta alla toska- og hýsukvotuna [...] týðandi fiskasløg, er eisini málið um yvirføring av kvotum loyst. Føroyar kunnu sostatt flyta alla ta føroysku toska- og hýsukvotuna í Russlandi í norskan sjógv at fiska í 2025. Talan er um samanlagt 8.445 [...] hjáveiðu. Eg fegnist um avtaluna, og at føroyska botnfiskakvotan í norskum sjógvi í 2025 bert í avmarkaðan mun er ávirkað av stóru niðurgongdini í heildarkvotunum í Barentshavinum. Hetta munar væl í samlaðu
Høvuðskravið um arbreiðstíðsreglur er nú knæsett i KAF-sáttmálanum, og farast skal undir lønarflokkingar í næstum. Tí er formaðurin í Maskinmeistarafelagnum nøgdur við semjuna. Næsta stigið er at fáa lyft [...] eitt ynski um eitt generelt lønarlyft, fyri at føroysku maskinmeistaralønirnar um ikki annað kunnu nærkast lønarlagnum í londunum rundan um okkum – ikki minst havandi í huga, at kappingin um maskinmeistararnar [...] øll krøv um lønarbatar út um lønarkarmin til síðis fyri fyrst. Hetta var gjørt, tí líkindini fyri at fáa eitt lyft vórðu hildin at vera so vánalig, at samráðingartoymið heldur vildi hugsavna seg um arbei
norsku fótbóltsdeildini hetta kappingarárið. Jóannes Bjartalíð og Brandur H. Olsen komu á vøllin fyri Fredrikstad, tá seinni hálvleikur byrjaði í útidystinum í Sandefjord. Tað eydnaðist Fredrikstad at vinna [...] í 64. minutti. Fredrikstad endaði á 51 stigum, ið røkkur til eitt sætta pláss í deildini. Tað er meir enn góðkent fyri ein uppflytara. Komandi leygardag spælir Fredrikstad steypafinalu móti Molde á Ullevaal [...] Ullevaal leikvøllinum í Oslo. Molde endaði á einum fimta plássi í bestu deildini, og tí spæla liðini um at sleppa út í Evropa í steypafinaluni.
so er tað sambært NGO-feløgum langt frá nóg mikið. - Avtalan er ein fiasko. Málið um 300 milliardir krónur í veðurlagshjálp er alt ov lágt í mun til tørvin, og tað verður ikki goldið fyrr enn um 10 ár [...] kundi verið enn fleiri pengar, sum menningarlondini skulu hava. Í avtaluni verður heitt á øll lond um at samstarva um at fáa samlaðu veðurlagsfíggingina upp á í minsta lagi 1300 milliardir krónur um árið, og [...] pfund. Hetta kundi ført til, at einki spurdist burtur úr toppfundinum. Men seint á kvøldi eydnaðist tað ES, USA, bólkinum fyri tey mest veðurlagsviðbreknu londini og oyggjaríkini at semjast um eina útgávu
Føroyska fótbóltslandsliðið er í armenska høvuðsstaðnum Jerevan, og tað er øll orsøk at fegnast, tí í kvøld eydnaðist tað at vinna 1-0 í næstsíðsta Nations League dystinum. Sigurin er tann fyrsti í kappingardysti [...] kappingardysti á útivølli í meiri enn fýra ár. Tað var 6. september í 2020, at Føroyar vunnu 1-0 á útivølli ímóti Andorra. Talan var um Nations League, og føroyskur málskjútti ta ferðina var Klæmint A. Olsen. [...] tá ið miðvallarin Brandur Hendriksson Olsen varð sparkaður í fótin. Hetta var sætta málið hjá Viljormi Davidsen á landsliðnum, og hetta var fimta ferðin, at hann umsetti brotsspark til landsliðsmál. Høv
til 2011 tá ið Brandur Jacobsen tók við. Hann er framvegis formaður. -Eg havi ikki orð fyri, hvussu hugaligt hetta er. Tá ið vit løgdu saman, visti eg, at hetta fór at rigga, men satt at siga visti eg ikki [...] Veðrið er av tí fagrasta í Gøtu, og tað er av álvara FM hýrur. Á vøllinum var talan um avgreiðslusøk, áðrenn FSF forsetin Christian Andreassen handaði gullkrónur og FM steyp. Gulldreingirnir gjørdu tað [...] minuttir seinni skiftu teir báðir um leiklut. Tá var tað Poul Kallsberg, sum setti bóltin í málið eftir sending frá Olaf Bárðarson. Átta minuttir undan leikloki var tað enn ein innskiftur spælari, sum staðfesti
heldur hon. – Hetta var ein ótrúlig løta. Hetta var ordiliga serligt, tí tú ímyndar tær ikki, at tú fært møguleikan at heilsa upp á amerikanska forsetan. Hetta fari eg ongantíð at gloyma, tað er heilt sikkurt [...] lutakasti um at koma nær forsetanum. Eg roknaði við, at tað bara fóru at vera nøkur fá, sum sluppu tað – og kanska bara amerikanarar, tí hann er jú teirra forseti. Men kvøldið fyri fingu vit teldupost um, at [...] Útbúgvingin er innan fyri leiðslu og handil. ##med2## Tey vóru eini 70 starvsfólk á sendistovuni, sum sluppu við til tiltakið saman við amerikanska forsetanum fríggjadagin. – Vit kundu melda okkum til, um vit
rúsdrekka”, skrivar Reuters. Fjølmiðlarnir greiða ikki frá gongdini nærri, og tað er tí ikki greitt enn, hvønn mann talan er um. 31 ára gamli Liam Payne kom sum 14 ára gamal við í bretsku útgávuna av sangkappingini [...] Fyrrverandi limurin í One Direction, Liam Payne, er funnin deyður uttan fyri eitt hotell í argentinska høvuðsstaðnum, Buenos Aires. Hetta skrivar argentinski miðilin La Nacion sambært Reuters. 31 ára gamla [...] Palermo er ein býarpartur í norðara parti av argentinska høvuðsstaðnum. Sambært fleiri argentinskum miðlum, sum hava tosað við lokal embætisfólk, varð løgreglan boðsend á hotellið eftir neyðarkall um ”ein