Tøkniliga var tað so avgjørt rætt, at bólkurin fekk Kristoffer Mørkøre til kvøttarnar, tí hann hevur tað sum skal til eina so krevjandi uppgávu. Eg kundi ikki heilt lata vera við at hugsa tankan, um tað nú átti [...] var væl og virðiliga á hædd við tað, vit kenna Fridrik Karlsson fyri. Slagverkið og trummuspælið hjá Rógva og James helt so sanniliga støðið, sum vit kenna teir fyri, tí tað hevur altíð verið eyðkent fyri [...] hann kundi fáa tað fram, sum Eythor Gunnarsson megnar, tí eg kundi eisini fáa hesa kensluna av eyðkenda soundinum hjá Mezzoforte, sum riggaði væl millum serliga tangentarnar og guitarin. Tað var sera frískligt
góð vinaløg, vit hava havt tað gott saman líka síðani vit møttust til upptøkuroyndirnar. Umfatandi upptøkuroyndir Tað komu heili 5000 umsøkjarar til sendingina í ár, og tað er metnógv. Anna Røskva var [...] eg meira um, hvussu tað sá út, men nú hugsi eg meira um smakkin. At vera skapandi og gera vakrar køkur er framvegis nakað, sum Annu Røskvu dámar væl. Til tíðir bakar hon nógv, og tað fáa starvsfelagar, [...] Anna Røskva ikki bleiv køld, tí tað var kalt í teltinum í apríl, tá fyrstu upptøkurnar blivu gjørdar. - Hini vóru køld, men hjá mær var passaligt. Nógvur spenningur Tað var nakað serligt at vera við í
sigur, at tað kravdi eitt sindur at fáa allar steðgaðar. Onkur royndi at sleppa undan, men kom aftur. Tá løgreglan setur prutlini á rullibrettið, so sæst, hvussu skjótt tey kunnu koyra. Og tað er tað, sum telur [...] telur í einum møguligum revsimáli. Ikki hvussu skjótt prutlið hevur koyrt, men hvussu skjótt tað kann koyra. Eitt vanligt prutl skal ikki koyra koyra meira enn 30 km um tíman. Tey størri prutlini kunnu
Nærri kunning kemur seinni, skrivar B68 í kvøld. Nú tað resta sjey umfør av ársins landskapping í Meistaradeildini er B68 aftast við 15 stigum. Tað eru tvey stig fram til 07 Vestur og fimm stig fram til [...] B68 endar samstarvið við Alexander. Tað boðar Tofta Ítróttarfelag frá í kvøld. Sagt verður soleiðis í tíðindaskrivi: Aleksander Jovevic verður ikki venjari hjá B68 restina av kappingarárinum. B68 hevur [...] Nenad fyri, at teir við stórum elduga hava lagt nógva tíð og orku í venjarastavið og ynskja teimum alt tað besta framyvir. Í løtuni verður arbeitt við at finna eina loysn við nýggjum høvuðsvenjara og hjálparvenjara
hesi støðu, so má hon má loysast. Tað ivist eg onga løtu í, at tað fer landsstýrið at gera á ein fullgóðan hátt. Tá ein óheppin støða sum hendan kemur fyri, so hevur tað ovurhondsstóran týdning, at vit eru [...] øðrum í ríkisfelagsskapinum, sum vit eru í dag. Ríkisfelagsskapurin gevur tryggleika, og eg haldi, tað er gott, at vit kunnu hjálpa hvørjum øðrum í einari truplari støðu. Anna Falkenberg, fólkatingskvinna
dollarar. Tað svarar til umleið 74 billiónir krónur. Undir teimum fýra árunum hjá Joe Biden vaks skuldin 8,4 billiónir dollarar – næstan 54 billiónir krónur. Skuldin veksur í einari tíð, tá tað er vorðið [...] Amerikanska fíggjarmálaráðið boðaði mikudagin frá, at tað fór at meira enn tvífalda afturkeypið av langtíðar ríkislánsbrøvum fyri at stuðla marknaðinum. Tað fekk renturnar at lækka aftur fyribils. Amerikanski [...] Samlaða ríkisskuldin hjá USA er nú farin upp um 40 billiónir dollarar. Tað vísa nýggj tøl, sum amerikanska fíggjarmálaráðið almannakunngjørdi mikudagin. Ráðið dagførir skuldina hvønn gerandisdag í dátusavninum
Sandship hevði keypt skipið. Síðstu fimm mánaðirnar hevur tað verið í Póllandi til umbyggingar, og nógv er gjørt við skipið, sum er í góðum standi. Nú er tað “sjálvlossandi” við maskinu á dekkinum, og væl rigga [...] Leygardagin, 8. aug. kom sætta og nýggjasta skipið hjá Sandship í Fuglafirði, fyrstu ferð til Føroyar. Tað var í samband við, at skipið var ávegis til Íslands, og hevði vøru við til Føroyar, skrivar Føroyska [...] rigga til flutning av alifóðri. Sandship upplýsir, at tað hevur gjørt sáttmála við Biomar í Norra, um sigling við alifóðri millum Norra, Ísland og Scotland. Vón Arctic er bygdur í 2010, er 86 metrar langur
Rasmussen, uttanríkisráðharri, á í dag, nú 35 ár eru liðin. – Fyri Danmark snúði tað seg ongantíð bara um samhaldsfesti. Tað var ein ásannan av, at frælsi og trygd teirra eisini er okkara, skrivar hann. Ukraina [...] nútímans marknaðarbúskapir og limir í bæði ES og NATO. Nú er tað Ukraina, sum stendur mitt í stríðnum, sigur danski uttanríkisráðharrin. – Nú eru tað ukrainararnir, sum stríðast. Okkara felags stríð, skrivar [...] er sterkari enn nakrantíð. – Tí teirra frælsi er ein fortreyt fyri okkara. Tað skilti Uffe Ellemann fyri 35 árum síðani. Og tað er líka satt í dag.
fyri listakvinnuna. Tað er áhugavert at uppliva eitt so stórt úrval av hennara steinprentum sum vit hava høvið til á føðingardagsframsýningini. Tað elsta prentið er frá 1998 og tað nýggjasta er frá í ár [...] – og munur er á teimum, men okkurt hava tey í felag kortini. Tey nógvu prentini fevna bæði tað einfalda og tað maksimala í vøkrum samansetingunum av málingastrokum, organiskum skapum og gjøgnumskygdum [...] fjølbroytt og tykjast lødd av einum áhaldandi vilja til at bróta upp úr nýggjum og gera okkurt annað enn tað upplagda. Verkini hjá Hansinu snúgva seg í stóran mun um ljós og samanhang, sum bæði sæst í einstøkum
sigur hann. Tað er við blandaðum kenslum, at hann nú letur fyritøkuna frá sær. Eysturlon hevur fleiri spennandi uppgávur fyri framman, og tí er tað ikki heilt lætt at fara júst nú. – Tað er eitt sindur [...] sum kappast við Eysturlon, næstu tvey árini. Tað merkir tó ikki, at hann ætlar sær at leggja arbeiðslívið heilt á hillina. – Men eg sleppi at arbeiða. Tað stendur í sáttmálanum, sigur Jógvan Hans Østerø [...] fyritøkan ment seg, og fleiri av starvsfólkunum hava verið við ein stóran part av tíðini. – Tá er tað ringt at sleppa. Hetta er sum ein stór familja, og nøkur av starvsfólkunum hava verið við næstan alla