kundu vit funnið eina loysn, sum tekur atlit til alla Suðuroynna. Kommunulæknarnir fáa møguleika at savnast í eini læknamiðstøð, sum verður bygd á Tvøroyri, samstundis sum heilsumiðstøðin í Vági verður [...] fyri fakligari sparring og menning og at betra um karmarnar í eini kommunulæknatænastu sum heild. Tá ein fakbólkur, sum vit í fleiri ár hava havt stóran mangul og tørv á í Suðuroynni, greiðir okkum frá a [...] eru á staðnum, samstundis sum ein felags læknamiðstøð verður bygd á Tvøroyri, har læknarnir og møguliga viðkomandi fakbólkar, saman við apotekinum, eisini kundu verið partur av loysnini. Við hesum uppskotinum
gigawatt av elorku. Tað svarar til streymnýtsluna hjá umleið 1,8 milliónum donskum húsarhaldum. – Hetta fer at geva Danmark nógv størri frælsi. Bæði sum samfelag og frá óálítandi stjórnum, sum vit annars [...] fleiri evropeiskum londum. Danmark hevur seinastu árini arbeitt miðvíst við at minka um bundinskapin av innfluttari orku, millum annað úr Russlandi. Sambært Samiru Nawa er hetta kortini bara byrjanin. – [...] streym. Energinet er sambært ráðharranum álagt at tryggja nettilknýti upp á eitt gigawatt til hvørja av teimum báðum verkætlanunum.
dent á týdningin av altjóða samstarvi, vísindagrundaðum avgerðum og einari skipan, sum byggir á altjóða lóg og reglur. Hann vísti eisini á føroyska íkastið til burðardygga umsiting av hav- og sjótilfeingi [...] Ráðstevnan, sum ES-nevndin skipar fyri, savnar stjórnarumboð, granskarar og umboð fyri upprunafólk at viðgera viðurskifti í Arktis. Á skránni eru evni sum altjóða samstarv, burðardygg og búskaparlig menning [...] sjótilfeingi, umframt týdningin av øktum samstarvi um trygd og tilbúgving í Arktis. Í sambandi við ráðstevnuna hevði landsstýrismaðurin eisini fund við ES-nevndarlimin í hav- og fiskivinnumálum, Costas Kadis.
hevur eisini elvt til kjak í Føroyum. Jenis av Rana, sum er limur í Uttanlandsnevndini, hevur funnist at, at nevndin ikki varð kunnað um fundin og tær avtalur, sum danska síðan tosaði um. Við Kringvarpið segði [...] Tað er ósamsvar millum føroyskar og danskar myndugleikar um úrslitið av fundinum, sum danski verjumálaráðharrin, Jeppe Bruus, og landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Bárður á Steig Nielsen, høvdu í Havn [...] eingin nýggj verjuavtala varð gjørd. – Vit hava havt ein fund, har vit fóru ígjøgnum tey viðurskifti, sum longu eru í gongd. Tað snýr seg millum annað um Nato-venjingarnar Arctic Endurance og Arctic Sentry
sjónarhorni, tí Ísland og Føroyar hava fleiri av somu avbjóðingum í sambandi við ES – ikki minst tá tað snýr seg um fiskivinnuna. – Ísland er eitt samfelag, sum eisini hevur øgiliga nógva fiskivinnu, sigur [...] kjakið um framtíðar viðurskiftini við ES. Ein íslendsk kanning frá juni vísir, at góð 53 prosent av teimum, sum ætla sær á fólkaatkvøðu, ætla at siga ja til at taka ES-samráðingarnar uppaftur. Størsta undirtøkan [...] sigur Bárður á Steig Nielsen við Kringvarpið. Hann vísir á, at júst fiskivinnan er ein av stóru forðingunum fyri at fáa undirtøku í Føroyum fyri einum tættari sambandi við ES. – Avbjóðingin í Føroyum at fáa
Strømsgodset hevði bóltin væl meira, og teir høvdu væl fleiri málroyndir enn útiliðið. Men Egersund tók av báðum málroyndunum teir høvdu innanfyri málrammurnar. Egersund legði seg á odda í 18 minutti, og seinni [...] stig upp til næstfremsta liðið, Stabæk. Tvey tey fremstu liðini flyta beinleiðis upp, meðan liðini sum enda á endastøðunum millum nummar trý og seks spæla uppflytingardystir. Komandi leygardag klokkan 15
Skipanes eru tvey nýggj Ro-Ro farmaskip, sum Smyril Line hevur latið byggja sum lið í eini størri endurnýggjan og framtíðartrygging av flotanum. Skipanes er fyrra skipið, sum er handað reiðarínum, meðan Akranes [...] farmaskipini, sum Smyril Line hevur latið bygt í Kina, hava nú verið rakt av óhappum, áðrenn tey eru komin í vanliga sigling hjá reiðarínum. Í gjár kom eldur í maskinrúmið á Skipanesi, sum tá var á heimferð [...] heimferð úr Kina. Eldurin varð sløktur eftir lítlari løtu, og eingin av teimum 23 monnunum umborð fekk skaða. Skipið var tá umleið 20 fjórðingar út fyri Taiwan. Skipanes fer nú inn á skipasmiðju í Kina til
Sostatt eru tað bæði skúlin og tit, sum fara at ganga her, ið nú traðka inn í nakað nýtt og spennandi, og er felagsnevnarin, at tit tora at røkka longur, samstundis sum tit vilja byggja eitt sterkt grundarlag
ferðaseðlinum, sum tú kanst hava sum handviðføri. Tað kanst tú til dømis ikki hjá hinum flogfelagnum, sum flýgur millum Føroyar og Danmark, sigur hann. Hann vísir eisini á, at hjá flogfelagnum, sum flýgur millum [...] at prísurin á einari fráferð hækkar, so hvørt sum bíligastu ferðaseðlarnir verða seldir. – Er stórur áhugi fyri einari ávísari ferð, so minkar talið av teimum bíligaru ferðaseðlunum. Finnur tú ein bíligan [...] num hjá Atlantsflog verður grundleggjandi broyttur frá 1. november. Nýggi bíligasti ferðaseðilin, sum eitur Lætt, verður 100 krónur bíligari enn bíligasti ferðaseðilin hjá felagnum í dag. Tað sigur Andreas
men børn kunnu fáa andatrupulleikar av gassinum. - Tí hava børnini, sum vóru í baðilandinum, fyrstu raðfesting, veit norska kringvarpið at siga í dag, og tað er NRK, sum eigur viðheftu mynd. Dagføring: Vit [...] Orsøkin er eftir øllum at døma ein feilblanding av kemiskum evnum, sum útloysti tað, tey rópa klorgass. - Talan er um, at svávulsýra og klor eru blandað saman, og hetta hevur útloyst klorgass, sigur Stig [...] bygninginum, sum syrgja fyri og tryggja, at øll eru komin út. Átaksleiðarin, Øystein Sandhals Volden, sigur, at øll í bygninginum eru úti, og hond verður tikin um fólk í einum grannabygningi. NRK, sum skrivar