har luttakararnir fáa høvi at seta orð á og viðgera ítøkilig evni, sum eru partur av spælinum á vøllinum. Vit fáa eisini vitjan úr A-landsliðsleguni, og harumframt hevur ein útlendskur venjari hugt nærri [...] møguligar menningarleiðir. Á skránni er eisini eitt spennandi prát um føroyskan fótbólt og framtíðina, eins og vit fara at viðgera, hvussu vit framhaldandi kunnu menna okkara spæl, tá ið vit hava bóltin. Skráin:
virðiligan hátt. Til ber millum annað at flagga á hálvari stong, halda tøgn í ein minutt á almennum tiltøkum, tendra ljós ella seta myndir av Haraldi kongi fram. Stjórnin og almennir ríkisligir stovnar skulu
nú rinda 200 krónur fyri at ganga niðan á Slættaratind. Hetta fær Liljuna Weihe, løgtingskvinnu, at seta spurnartekin við, um gjaldið er í samsvari við ferðavinnulógina. Í einum skrivligum fyrispurningi [...] ferðavinnulógina verður eisini staðfest, at tað ikki er loyvt at taka gjald fyri sjálva atgongdina. Ein ítøkilig tænasta skal veitast afturfyri, og talan má ikki vera um eitt fjalt atgongugjald ella eitt
útbúgving og arbeiði. Tað er júst ein av raðfestingunum í Erasmus+, har dentur verður lagdur á dual careers . Tað eigur at vera møguligt at satsa á sín ítrótt uttan samstundis at seta útbúgving og framtíðar arbeiðslív [...] økjum her heima. Men vit kunnu fáa atgongd til vitanina og royndirnar uttanlands og flyta tær heim. Ein føroyskur venjari kann fara uttanlands og eygleiða arbeiðið hjá einum sterkum ítróttarumhvørvi. Føroyskir [...] økjum kann altjóða samstarv gera mun. Fráfallið millum ung – og serliga gentur og ungar kvinnur – er ein av avbjóðingunum, sum IDAN peikar á. Her kunnu vit læra av øðrum londum: Hví gevast gentur? Hvat riggar
árini. Eta um 3.000 tons um árið Ein miðalstórur láturkópur etur umleið 1.500 kilo av fiski um árið. Sostatt verður mett, at allur stovnurin etur á leið 3.000 tons árliga. Ein eldri kanning av føðini hjá kópi [...] lóg um kópaveiðu. Tað upplýsir hann í svari til Bjarna Hammer, løgtingsmann, sum hevur sett honum ein grein 52a-fyrispurning um kópastovnin undir Føroyum og møguleikan fyri skipaðari veiðu. Sambært la [...] um, hvørja ávirkan kópurin hevur á fiskastovnarnar. Kanningar aðrastaðni vísa, at tað er torført at seta beinleiðis tøl á ávirkanina, tí vistskipanin er so samansett. Í stovnsmetingunum av botnfiski verður
verður ofta sett í samband við hugna, kaffistovur og romantikk. Men hitin fær býin til at kennast sum ein sauna - og tú finnur ikki hurðina út. Frásøgnin gjørdi stórt inntrykk á meg. Tá ið kvinnur, sum skulu [...] varð roknað sum nakrir heilt óvanliga heitir dagar, er í fleiri evropeiskum stórbýum við at gerast ein nýggjur veruleiki. Veðurlagsbroytingarnar eru nevniliga ikki bara nakað, sum granskarar rokna við kanska [...] eru farin. Tær henda nú. Sambært evropeisku veðurlagstænastuni Copernicus Climate Change Service, ein Copernicus-tænasta hjá ES, ið veitir álítandi tøl og vitan um veðurlagið, er Arktis tað landaøkið í
Dianu nærkast, hevur hann aftur fingið nógvar áheitanir um samrøður um systur sína. Tað fekk hann at seta sínar egnu tankar og minnir á blað eina ferð med alla. Hann sigur, at hann heldur tað vera betri sjálvur [...] broyttist grundleggjandi, tá Diana giftist Charles prinsi í 1981. Hon gjørdist eftir stuttari tíð ein av kendastu kvinnunum í heiminum. Charles Spencer lýsir í bókini eisini, hvussu hann sá systur sína [...] einari ferðsluvanlukku í París 31. august 1997. Kenda røðan við kistuna Charles Spencer fekk sjálvur ein serligan leiklut dagarnar eftir deyða systurinnar. Við jarðarferðina í Westminster Abbey helt hann
óbrúktu døgunum. Ein varandi skipan eigur tí at gerast, so óbrúktir dagar kunnu flytast millum ár eins og hjá ørðum skipa bólkum. Ein fiskidagur sigur ikki alt um veiðitrýstið Bólkur 5 B er ein samansettur [...] leiðum, samstundis sum teir hava varðveitt síni rættindi undir Føroyum. Ein prosentvís skerjing rakar tí ikki allar bólkar eins. Tá ein bátur í bólki 5 missir fimm prosent av sínum døgum, er talan um eina [...] sum hava skert bólkin við meira enn 70 prosentum. Í dag kann ein avreiðing upp á 50, 100 ella 150 kilo telja sum ein heilur fiskidagur. Ein snellubátur kann vanliga bert fiska, meðan tað er ljóst, og er
virksemið seg mest um at seta ymiskar skipanir saman, automatisera arbeiðsgongdir og menna loysnir, sum passa júst til føroyska kundan. Frá standardskipanum til føroyskar heildarloysnir Ein týðandi liður í menningini [...] verður lagað til arbeiðsdagin hjá hvørjum einstøkum kunda. – Vit síggja okkum sum ein samstarvspartnara heldur enn ein vanligan veitara. Tað týdningarmiklasta er ikki, hvør skipanin er, men at kundin fær [...] eina skipan. Vit vildu gera hana til eina føroyska loysn. Rúni Brimvík sigur, at hetta hevur verið ein av høvuðsorsøkunum til, at E-conomic í dag er tann mest brúkta bókhaldsskipanin í Føroyum. - Henda
Nettrygd er ikki bara ein tøkniligur spurningur. Tá ið ein álvarslig nettrygdarhending rakar, snýr tað seg eisini um leiðslu, ábyrgd, samskifti, raðfestingar og avgerðir undir trýsti. Ein týðandi partur av [...] er viðkomandi fyri tey, ið hava ábyrgd av ella ein leiklut í krepputilbúgving, leiðslu, samskifti ella nettrygd, ella sum vilja vita meira um, hvussu ein nettrygdarhending kann fara fram. Tað er ikki neyðugt [...] verður rikin av privatum virkjum og almennum stovnum. Gott samstarv millum myndugleikar og vinnu er tí ein grundleggjandi partur av føroysku nettrygdartilbúgvingini. Lesið eisini: Netálop skulu styrkja fyritøkur