Eitt kent eyðkenni við Tjaldurs Apotek á Trapputrøðni í Havn er nú farið í søguna. Í dag varð stóri skorsteinurin á Apotekinum tikin niður. Hann hevur staðið har, síðani bygningurin varð bygdur fyri umleið [...] á skorsteininum vórðu loystir, og skorsteinurin síðani lyftur uppav og lagdur niður í einum. Síðani varð hann skorin í tvíningar, so lættari verður at koyra hann burtur. Myndirnar vísa, hvussu tann 26 metrar [...] nøkrum árum síðani, og gamla hitaskipanin, sum skorsteinurin hoyrdi til, verður tí ikki longur nýtt. Í dag varð so endaligt punktum sett fyri skorsteinin. Tað var ikki bara sum at taka ein vanligan skorstein