kann tað hava stóra ávirkan á alla familjuna. Berin veitir eitt trygt stað, har børn, ung og foreldur kunnu fáa fakliga hjálp og møta øðrum, sum kenna støðuna. Tað var bæði gevandi og rørandi at fáa innlit [...] arbeiðið og at hoyra um tann munin, sum Berin ger fyri nógv fólk, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðarmálum. Umframt samrøður og viðgerð skipar Berin eisini fyri kunnandi og fyribyrgjandi [...] fyribyrgjandi virksemi og tiltøkum, sum varpa ljós á sorg og tær avbjóðingar, ið kunnu fylgja við álvarsligari sjúku og missi. Landsstýriskvinnan takkaði Beranum fyri vitjanina og fyri tað týdningarmikla arbeiðið
um. Tað kann broyta luft- og havstreymar og harvið hava ávirkan á veðurlagið langt frá Kyrrahavinum. Heimsveðurstovnurin WMO væntar sambært Copernicus, at El Niño, sum nú er undir menning, fer at styrkjast [...] Copernicus-tænastuni vísa, at sjóvarhitin í stórum pørtum av tropiska Kyrrahavinum liggur væl oman fyri miðal. Serliga sæst hetta frá miðskeiðis í ekvatoriska Kyrrahavinum og eystureftir móti vesturstrond [...] eisini í sokallaða Niño 3.4-økinum, sum verður brúkt til at fylgja við El Niño. Sambært Copernicus hevur hetta hitamynstrið verið sjónligt síðani apríl, og summastaðni hevur talan verið um álvarsligar ella
ófaklærd – og lutfallið millum faklærd og ófaklærd fer bara at versna. Bara í Tórshavnar kommunu mangla longu umleið 150 heilsurøktarar. Og tørvurin fer bara at vaksa. *** Tí eigur tað eisini at bera til [...] ikki bera okkum rætt at. *** Vit vita, at størsta avbjóðingin komandi nógvu árini er, at aldursamansetingin í Føroyum broytist. Vit vita, at vit fara at gerast nógv fleiri eldri, og at miðalaldurin bara hækkar [...] helvtin av plássunum tóm. Tað er ikki nóg gott. Vit mugu eggja fleiri ungum – bæði kvinnum og monnum – at velja vælferðarútbúgvingar. Men fyrst og fremst mugu vit tryggja, at útbúgvingin er tøk, har tørvurin
hevur tað gott og eingin er komin til skaða. Skipið er statt einar 20 fjórðingar út fyri Taiwan og fer inn á skipasmiðju í Kina til kanningar. Áðrenn hesar kanningar eru gjørdar, ber ikki til at siga, [...] nær skipið fer undir sigling aftur. Sjálvsagt harmast vit á Smyril Line um, at nýggja skipið hevur verið fyri einum óhappi. Men samstundis fegnast vit um, at eingin er komin til skaða og at øll manningin [...] manningin hevur tað gott. Tey avvarandi eru kunnaði um hendingina. Vegna Smyril Line Jens Meinhard Rasmussen, forstjóri
sigarettstubbar, snúsposar og pizzabakkar á gøtuni. Leygar- og sunnumorgnar noyðast íbúgvar og handilsrekandi sjálvir út at vaska og rudda uttan fyri sínar egnu dyr. Hetta er ikki tað, sum kallast ein livandi [...] boð um at steðga harða tónleikinum um náttina. Kortini hendir onki. Ólógliga virksemið sleppur at halda fram. Hvat er eitt kommunalt krav vert, um kommunan góðtekur, at tað verður ignorerað? Og larmurin [...] í býnum. Men tað kann ikki vera prísurin fyri at búgva í miðbýnum, at ein skal góðtaka ótolandi ólógligan larm, manglandi náttarfrið, piss og spýggj við húsadyr – meðan kommunan hyggur at. Tí spyrja vit
trivnað, menning og læring hjá børnum og ungum og eru sostatt við til at leggja grundarlagið undir framtíðar samfelagið. Boðskapurin hjá Emmu Holten er tí, at umsorgan eigur at verða fatað sum ein gru [...] upplýsingartíðini og fram til okkara dagar hevur skapt eitt virðisskipan, har arbeiði verður mett eftir marknaðarvirði og framleiðslu. Hetta hevur við sær, at umsorganararbeiði – bæði lønt og ólønt – verður [...] verður vanmett, hóast tað er ein grundleggjandi fortreyt fyri, at samfelagið kann virka. Holten vísir á, at arbeiði sum uppaling, námsfrøði, røkt, umsorgan og annað relasjónsarbeiði skapar virði, sum ikki lættliga
Sjálvstýri og Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum atkvøddu fyri. Tjóðveldi og Framsókn atkvøddu ímóti. Undan atkvøðugreiðsluni varð skotið upp at beina málið aftur í Vinnunevndina, men tað uppskotið fall [...] bólkinum vóru uppi fyrst í august, og bátarnir noyddust tí at gevast við fiskiskapinum. Løgtingið samtykti uppskotið við aðru viðgerð mikudagin. Tá atkvøddu 22 tingfólk fyri og sjey ímóti. Fólkaflokkurin, J [...] Fiskimannafelag, Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Meginfelag Útróðrarmanna, Føroya Ráfiskakeyparafelag, Føroya Ráfiskaseljarafelag og Havstovan. Víst hevur millum annað verið á, at uppskotið víkir frá galdandi
makreli, sild og svartkjafti og fyri tosk, hýsu og upsa undir Føroyum – hava neyvt somu endamál: Tað snýr seg um at verja stovnarnir fyri ovurveiði og at tryggja, at stovnarnir kunnu verða gagnnýttir ár [...] avmarkingar og steðga fleygingin eftir lunda, so er tað fyri at verja lundastovninum ímóti ovurveiði. Møguliga vóru tað nøkur, sum hildu hetta verða keðiligt og órættvíst, men tey flestu skilja tó at endamálið [...] endamálið er at verja lundastovnin. Summi halda at umsitingarætlanin er bara fjas og hava hug at geva leyst, eins og tað varð gjørt á Føroya Banka fyrst í 2000árunum. Tað søguna við ovurveiði kenna vit øll.
kum og evropeiskum vitanarneti. Vit eiga heldur ikki at gloyma íðkaran sjálvan. Eitt av tilmælunum hjá IDAN er at gera tað lættari hjá úrvalsíðkarum at sameina ítrótt við útbúgving og arbeiði. Tað er júst [...] nning hjá venjarum og øðrum starvsfólkum, altjóða samstarvsverkætlanir, gransking, útbúgving og tilgongdir, sum gera tað lættari hjá úrvalsíðkarum at sameina ítrótt við útbúgving og arbeiði. Fyri eitt [...] um í Erasmus+, har dentur verður lagdur á dual careers . Tað eigur at vera møguligt at satsa á sín ítrótt uttan samstundis at seta útbúgving og framtíðar arbeiðslív á pausu. Eisini á øðrum økjum kann altjóða
tilnevndar, vóru Brá Zakariasardóttir og Julia Naomi Mortensen úr HB. – Eg eri sera glað fyri at vita, at arbeiðið verður gjørt væl. Hetta er ein stór viðurkenning, og eg eri takksom fyri álitið, sigur Evelin [...] Evelin Mastropasqua, tá hon verður spurd, hvussu tað kennist at verða vald til besta spælara í juni. Tað var Randi Hilmarsdóttir Thomassen, forkvinna í kvinnunevndini í 07 Vestur, ið vegna Fótbóltssamband [...] Gundadali hevði HB vitjan av Víkingi, og úrslitið gjørdist ein tepur 1-0 sigur til heimaliðið. Málskjútti var Lisa Haraldsen. Hini bæði liðini í ovara bólkinum, Skála og KÍ, møtast undir Mýruhjalla á Skála