ing og hernaðarliga flutningsskipan. Nato og ukrainska flogfelagið Antonov Airlines nýta flogvøllin til flutning av hernaðarútgerð. Trygdarkeldur, sum týsku miðlarnir endurgeva, hava illgruna um, at Russland [...] Týska yvirgangsløgreglan hevur sett eina kanning í verk. Sambært týska ríkisákæranum eru nóg mikið av prógvum fyri, at roynt varð at elva til eina spreinging við dronuni. Alexander Dobrindt, innanríkisráðharri [...] hybridum krígsrekstri. Hann vísti eisini á, at Týskland fer at víðka granskingina í dronum sum part av átøkunum ímóti nýggju hóttanunum. Millum annað verður ein nýggj granskingarmiðstøð fyri dronutrygd
Tað endaði málleyst, tá ið KÍ í UEFA Conference League í kvøld í Klaksvík hevði vitjan av Riga FC. Hetta var fyrri røkk ella støkk dysturin. Tann seinni verður í Riga um eina viku. Tá fæst at vita, um [...] undan steðginum, og í høgru hjá Jóannesi K. Danielsen og Árna Frederiksberg var onkra ferðina talan um gott uppspæl og innlegg, men tað eydnaðist ikki at fá bóltin í málið. So var Riga meiri á bóltinum, men [...] KÍ verjan stóð seg væl. Kanska kendist tað væl, at hondbremsurnar vóru uppi, tí talan var um fyrra av tveimum dystum, og tað verður um eina viku, at alt verður avgjørt.
fyri 1. og 2. flokk. Skipanin er eitt gott átak, men tryggjar bara, at tá næmingatalið í flokkinum verður 18 ella fleiri, so eru tveir lærarar í flokkinum ein part av skúladegnum. Tá 18 næmingar eru í flokkinum [...] Tær eru tveir lærarar í flokkinum meginpartin av skúladegnum. Eitt nú kundi annar lærarin lesa við einum minni bólki, meðan hin lærarin undirvísti restini av flokkinum, ella kundi fara til síðis við einum [...] uppgávurnar. Vit hava nokk av útbúnum lærarum, tí kunnu vit væl seta fleiri lærarar í starv í fólkaskúlanum til t.d. at fáa tveir lærarar í hvønn flokk. Og tað hava eisini verið nóg mikið av væl skikkaðum umsóknum
kyrt og gott veður í oynni. Tað kann tó vera kalt. Er ælaveður við regni ella kava, hanga ælini ofta føst í høgu fjøllunum í Streymoynni og koma ikki um fjørðin til Kolturs. Lítið er vanliga av kava í oynni [...] havinum. Tí sleppa næstan allar ættir framat onkrastaðni á oynni. Tað kemur fram í nýggjari lýsing av staðveðrinum í Koltri, sum Veðurstova Føroya hevur gjørt saman við Sjúrði í Koltri og Sørini Djurhuus [...] vestanfyri og eystanfyri – og óløgini kunnu ganga langt niðan í grasið. Savna staðbundna vitan Lýsingin av veðrinum í Koltri er tann 45. samrøðan, sum Veðurstova Føroya hevur gjørt í arbeiðinum at savna vitan
2026-2027, sigur hann. Sagt verður, at sonevnda Freya-skipanin, sum landið arbeiðir við, er eitt gott alternativ til amerikansku patriot-loftverjuskipanina. Ukraina er tó framvegis bundið at øðrum londum [...] landinum, veit tíðindastovan NTB at siga í kvøld. Vit kunnu leggja aftrat, at Freyja-skipanin er partur av einum evropeiskum samstarvi, sum ukrainska fyritøkan, Fire Point, stendur á odda fyri. Hetta er ein
øllum førum at fáa. Leikurin tekur støði í eini vanlukku í 1919, tá tveir av trimum bátum úr Hesti gingu burtur, og stórur partur av arbeiðsførum monnum í bygdini fingu váta grøv. Gunnvá Zachariasen og Marita [...] leikstjórnar. Afturat teimum er eitt lið av dugnaligum fólkum, ið hava gjørt sítt til, at leikurin tekur seg væl út í allar mátar. Stutt kunnu vit siga, at av tí, at Gunnvá tekur støði í egnari ættarsøgu [...] á sorgina. Hon skuldi tigast burtur. Sum um, at um ongin setti orð á, so hvarv alt hetta syrgiliga av sær sjálvum. Hendan mentanin hevur livað upp til okkara dagar, men helst er hon nú í stóran mun ein
eitt gott fríspark inn í brotsteigin hjá Djurgården, ið Bonaventure Lendambi hegnisliga stútaði í netið. Frá Sofascore fær Mattias karakterin: 7,2, og frá Soccerstand fær Mattias karakterin: 7,4 (av 10 [...] dystir. Fyri viku síðani tapti teir 0-6 fyri Djurgården á útivølli. So hetta var sterkt komið aftur av Mattiasi og liðfeløgunum. Fríggjakvøldið klokkan 18 spælir Västerås dyst á útivølli móti Elfsborg.
klappaður av vøllinum í 84. minutti, men liðfelagar hansara vildu enn meira. Tá klokkan vísti 87 minuttir skoraði Olle Lindberg sigursmálið til 4-3 til Mjällby. Ein heilt ótrúlig prestasjón av Áka og liðfeløgum [...] Í 84 minuttir var Áki D. Samuelsen í dag partur av einum heilt ótrúliga góðum dysti í bestu svensku fótbóltsdeildini, Allsvenskan í dag. Áki og liðfelagarnir vóru aftanfyri 0-3 móti oddaliðnum Sirius úr [...] hálvleiki vendi Mjällby øllum á høvdið. Olle Lindberg minkaði um munin til 1-3 longu í fyrsta minutti av seinna hálvleiki. Átta minuttir seinni legði Áki upp til Jacob Bergström, ið minkaði um munin til 2-3
Føroyingar kunnu fáa betri innlit í, hvat eftirlønaruppsparingin kostar, og hvussu nógv hon kastar av sær. Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum, í svari til ein skrivligan fyrispurning [...] feløgunum, sum umsita kravdu eftirlønaruppsparingina, hvar tey kunnu gera íløgur, og um løntakarar fáa nóg gott innlit í, hvussu nógv teir fáa burtur úr uppsparingini. Vil kanna danska leistin Síðani 2023 hava [...] seinastu fimm árini. Har skal millum annað síggjast, hvussu nógv ymisku íløgubólkarnir hava kastað av sær, umframt avkast og váði hjá ymiskum aldursbólkum. Tryggingareftirlitið hevur seinastu árini samanborið
parti antin ógjørligt ella sera avbjóðandi at ferðast millum heim og skúla við almennari ferðslu. Tí nýta nógv egnan bil. Hann samanber við ferðastuðulin til fólk, sum ferðast til arbeiðis, og nevnir trý [...] Klaksvík: 8.580 krónur . Ein næmingur úr Oyndarfirði á Miðnámi í Vestmanna: 6.500 krónur . Ein lesandi av Viðareiði á Vinnuháskúlanum í Havn: 9.680 krónur . Hetta eru dømi úr fyrispurninginum um møguligan [...] upphæddir, sum lesandi nú hava rætt til. Eirikur í Jákupsstovu heldur, at stuðulin kundi verið eitt gott íkast hjá nógvum. Samstundis kundi hann minkað um trýstið á at finna bústað beint við undirvísingarstaðið