framyvir. Ein av møguligu verkætlanunum er íbúðarbygningurin við Heygsvegin í Havn, har stoypiarbeiðið er gjørt, men sjálv byggingin er ikki byrjað. Eisini er ætlanin at umbyggja gamla Dimmalætting-bygningin [...] hvør sína helvt av SR Invest. – Ætlanin er at reka Eysturlon víðari, sum fyritøkan verður rikin í dag. Vit ætla ikki at gera nakrar stórvegis broytingar. Eysturlon er kent fyri dygd, og bæði starvsfólkini [...] starvsfólkini føroyingar. – Eysturlon hevur gott orð á sær, og vit ætla at royna at føra fyritøkuna víðari eftir sama leisti. Hon hevur dugnalig starvsfólk og nógvar verkætlanir í gongd, sigur hann. Sjálvt
Yvirfriðingarnevndin hevur víst á, at møguligt er at leggja súkklubreytina nærri vindmyllunum. Guttormur sigur seg ikki vita, um tað er ein líka góð loysn, men vísir á, at fjallasúkklarar ikki eru samdir [...] ikki, at breytin er ein trupulleiki, tá hon liggur 30 metrar frá gøtuni. Men ein loysn má finnast við íbindingarnar, sigur hann. Sambært Guttormi hava súkklarar eisini sagt seg vera sinnaðir at flyta breytina [...] merkir tó ikki, at arbeiðið við einari semju er steðgað, sigur Guttormur í Skála. Sambært honum ber framvegis til at kanna, um breytin kann tillagast, minkast, broytast ella flytast, so hon verður trygg og
blandaðum kenslum, at hann nú letur fyritøkuna frá sær. Eysturlon hevur fleiri spennandi uppgávur fyri framman, og tí er tað ikki heilt lætt at fara júst nú. – Tað er eitt sindur soleiðis at fara, tá so nógvar [...] bundið seg til at vera tøkur hjá felagnum í eitt ár eftir eigaraskiftið, um nýggju eigararnir hava tørv á hansara vitan og royndum. – Eg havi lovað at vera til taks í eitt ár, sigur hann. Tað er við blandaðum [...] Østerø er 64 ára gamal og hevur havt Eysturlon í 43 ár. Í hesum tíðarskeiðinum hevur fyritøkan ment seg, og fleiri av starvsfólkunum hava verið við ein stóran part av tíðini. – Tá er tað ringt at sleppa
men sambært Bjørt Lind er hon nú vorðin so framkomin, at tað kann vera torført at síggja, um ein persónur tekur upp. Tí spyr hon, hvørjar lógarreglur í dag gera tað møguligt at taka myndir og filma fólk [...] uttan at tey vita av tí. Hon vil eisini hava at vita, um galdandi reglur fevna um upptøkur og deiling av myndum og filmi á netinum, tá talan er um snildbrillur, og um landsstýrið metir, at tørvur er á serligari [...] endamál. Bjørt Lind heldur tí, at neyðugt er at taka støðu til, um verandi reglur verja privatlívið hjá fólki nóg væl, ella um tørvur er á strangari reglum. Fyrispurningurin er settur eftir grein 52a í ti
upp á at átala tað, hon hevur sagt, tað hon eftir tínum tykki ikki veit, og tað, sum tú metir vera gitingar. Men eg sakni, at tú í sama mun svarar teimum spurningunum, hon faktisk setur. Tað er altíð lættari [...] náttúruøki, trygd, atgongd og um, hvussu vit velja at leggja ymisk virksemi saman. Tí haldi eg eisini, at tað er eitt sindur løgið, at tú sigur, at kjakið er farið av sporinum – samstundis sum ein stórur partur [...] tínum egna uppleggi snýr seg um, hvat er sagt og hvat er skeivt. Kanska átti fokus heldur at verið á hesum: Hvat er tað, sum er skeivt? Og hví hava tit í samgonguni valt at fara henda vegin? Hví játtaðu tit
hetta fólkavøksturin á 643 fólk. Stóra broytingin er nettoflytingin. Í undanfarna tólv mánaða skeiðinum var hon bert 82 fólk, men seinasta árið er hon vaksin upp í 466. Bæði viðurskifti hava ávirkað gongdina: [...] Ein orsøk er, at 16 fleiri børn vórðu fødd samanborið við undanfarnu tólv mánaðirnar, tá ið føðitalið var lutfalsliga lágt. Nýggjasta rákið bendir kortini á, at burðaravlopið aftur kann fara at minka. Føðitalið [...] fallandi síðan heystið 2025, meðan talið á deyðum er vaksið eitt sindur seinastu mánaðirnar. Býtið í fólkavøkstrinum er broytt Samansetingin av fólkavøkstrinum er eisini broytt. Frá 2024 og fram til mars í ár
brúkari mettur at vera undir 18 ár, ella upplýsir brúkarin sjálvur, at hann er ómyndugur, verður hann sjálvvirkandi fluttur í tannáringaútgávuna av ChatGPT. Útgávan fer eisini at minna tey ungu á, at tey ikki [...] skúlanum heldur enn bara at geva teimum liðug svar. Ann O’Leary, varastjóri fyri altjóða politikk hjá OpenAI, sigur í samrøðu við bretska blaðið The Guardian, at endamálið er at viðgera tannáringar sum [...] – Vit skulu tryggja, at vit møta teimum á rætta menningarstigi, so vit hvørki tosa niður til teirra ella viðgera tey sum børn, sigur hon. Nýggja útgávan skal eisini tryggja, at ung ikki verða útsett fyri
teir lesa á skíggja. Ein orsøk er, at talgild lesing krevur meira av lesaranum. Á skíggjanum skulu fleiri val takast, og tað er lættari at missa hugsavnanina ella fara at gera okkurt annað. – Tað kemur [...] heldur, at ein frágreiðing kann vera, at vit eru vorðin von við at seta skíggjan í samband við nógv annað enn djúpa lesing. Aðrar kanningar hava eisini víst, at langir tekstir kunnu vera truplari at skilja [...] natúrligar steðgir, har høvi er at seta spurningar og kjakast um faklig hugtøk. Viktoria Holsey Foss heldur, at arbeiðshátturin hevur fleiri fyrimunir: næmingarnir fáa tíð at lesa neyvt og í friði, steðga
ævisøgur . Vónbjørt Vang er rithøvundur og hevur í mong ár verið virkin í føroyskum bókmentum. Hon hevur bæði givið út egnar bøkur og verið við í bókmentaligum og listarligum samstarvi. Hon vann eisini bókme [...] Vónbjørt Vang er nú komin í hópin av fólkum, sum hava fingið pláss í traditionsríku Kraks Blå Bog . Gads Forlag gevur í dag út Kraks Blå Bog 2026-2027 , og Vónbjørt Vang er eitt av teimum 76 nýggju nøvnunum [...] bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins seinast. At verða tikin upp í Kraks Bláu Bók er ikki nakað, ein sjálvur søkir um. Ritstjórnin velur, hvør verður tikin við í verkið. Seinastu árini hava eisini fleiri aðrir
týdning at fáa ein steðg frá undirvísingini og sjálv sleppa at velja, hvussu tey fáa orkuna aftur. Ein næmingur í 4. flokki sigur, at ein steðgur ella rørsla fær »heilan í gongd aftur«. Granskingin er alm [...] r antropologur á Aalborg Universitet, við Videnskab.dk. Granskararnir sóu eisini, at møði ikki altíð vísir seg við, at børn gerast friðarlig. Eldru næmingarnir lógu eitt nú yvir borðunum, ballaðu seg inn [...] inn og út. – Vit sóu, at móð børn ikki neyðturviliga gerast still. Møði kann eisini vísa seg sum órógv og rastloysi, sigur Camilla Brændstrup Laursen. »Tey hava ikki orku til at tiga« Tvær gentur í 7.