og plátur. Tú fórt inn í ein handil og rindaði kanska 150 krónur fyri eina fløgu hjá einum bólki, tær dámdi. Og hetta var høvuðsinntøkan hjá tónleikarum. Í dag streama vit fyri eina fasta mánaðarliga upphædd [...] tilsamans. Ella 500 krónur í part, um tað eru fimm í bólkinum. Og veruleikin kann vera enn meira samansettur, tí fleiri rættindahavarar, distributørar, útgevarar og onnur kunnu eiga part í inntøkuni. So tá vit [...] kann vera ein serlig skipan fyri atgongumerkir í samband við konsertir. Vit eiga í minsta lagi at viðgera málið, tí hvør av okkum hevði sagt ja til eina mánaðarløn á 14.400 krónur, tá hon er uppá tað hægsta
Ein sjúkrahúsprestur í Noregi er ákærdur fyri at hava misbrúkt sítt starv sum sjúkrahúsprestur. Í starvi sínum hevur hann gjørt seg inn á eina kvinnu, sum var innløgd. Hetta veit norska kringvarpið, NRK [...] eisini aðrir norskir miðlar, sum í dag skriva um málið. Ákæran móti sjúkrahúsprestinum fevnir bæði um neyðtøku og um aðra kynsliga samveru, sum prestur hevur tiltuskað sær í starvinum. - Hetta eru ógvuliga [...] ógvuliga tyngjandi umstøður, sum ákæruvaldið tekur í størsta álvara, sigur norski ríkisadvokaturin við NRK. Norska kringvarpið hevur valt eingi nøvn at knýta til umrøðuna við atliti til teirra, sum eru partur
sunnudagin kyknaði eldur í skúlanum í grønlendska býnum, Maniitsoq, og hetta hendi, meðan arbeiðsmenn vóru í holt við at dagføra skúlan. Hildið verður eisini, at eldurin kyknaði í samband við arbeiðið at [...] sum lá í aulu og fimleikarhøll skúlans, helst hevur fingið vatnskaðar undir sløkkiarbeiðnum - og møguliga eisini av sjálvum eldinum. - Vit kunnu ikki lova, at skúlin stendur klárur at lata uppaftur í juni [...] juni 2027, og tí noyðast næmingarnir helst at ganga í fyribilshølum í eina longri tíð enn upprunaliga ætlað. Soleiðis sigur Sakarine Berthelsen, virkandi skúlastjóri, við heimasíðuna hjá Sermitsiaq. - Støðan
mannagongdin øðrvísi. Tað hevur í nógv ár verið føst siðvenja hjá útlendingamyndugleikunum, at fólk í hesum bólkinum kunnu søkja um varandi uppihaldsloyvi, tá tey hava búð lógliga í Føroyum í meira enn sjey ár [...] staðið roynd í føroyskum sum annaðmál á einum ávísum stigi. Eingin málkrøv við familjusameining Í dag eru í høvuðsheitum tveir bólkar av útlendingum, sum kunnu fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum. Annar [...] , kunnu eftir umsókn fáa varandi uppihaldsloyvi, tá teir hava búð lógliga í Føroyum í meira enn trý ár. Í hesum førum verða í dag eingi krøv sett um føroyskan málførleika. Tað er tó ein grundleggjandi
ónøgd við støðuna í fiskivinnuni í Føroyum. Landgrunnurin er svikaligur. Hann ænir við, men tykist ongantíð at reisa seg til at vera ein ríkur og endurnýggjuligur kovi í longdini. Í Føroyum elska vit [...] tekur dík á seg. So fært tú eina sjálvsmittu koyrandi í fullari ferð, um tú ikki klárar at halda lúsatalinum niðri á einum sovorðnum fjørði. Og ta støðuna hava vit verið í. Í 1990, 1991, 1992 var tað so [...] sum vaksin, og hon hevur eitt stórt reservoir av villum fiski. Harumframt hevur hon verið nevnd sum ein møguligur sjúkuberi, Tað ger hana til tað, vit kunnu kalla eina netverkslús – eina lús, sum bindur saman
fólk eru dripin í einari røð av álopum í Miðeystri seinastu dagarnar. AFP-tíðindastovan veit frá einum shipping-felag at siga, at tvey fólk vórðu dripin í einum álopi á eitt oljutangaskip í Hormussundinum [...] mánadagin. Iran hevur áður lopið á skip í sundinum, men í løtuni er ikki greitt, um Iran hevði ábyrgdina av hesum álopinum eisini. Sambært iranskum myndugleikum vórðu 11 fólk dripin í amerikanskum álopum [...] seint týsdagin ella mikunáttina. - Haraftrat lótu fýra fólk lív, tá lopið var á eina brúðarveitslu har suðuri í landinum í vikuni, veit iranska kollveltingarhirðin at siga.
høvðusgreinar – eina vestari á í íslendskum sjógvi og eina eystari á í føroyskum sjógvi – har kaldur, tungur sjógvur ferðast í ein útsynning niðri við botn. Streymurin er broytiligur í styrki og tykist [...] størst, vórðu gjørdar í tíðarskeiðnum 2003-2005, og vístu tær skiftandi rák niðri við botn millum yvirflotssjógv og atlantssjógv. Tí vóru mátingar gjørdar í 2016-2017 tætt við Ísland, í eini rennu, sum verður [...] Greining av hesum mátingum vísti, at rákið av atlantssjógvi í ovaru løgunum var so hart, at tað forðaði yvirfloti at fara tvørtur um Ryggin. Í hesi somu greining vóru ábendingar um, at yvirflotið møguliga
Uttanríkisráðharrarnir í ES-londunum skulu í dag umrøða, hvussu ES skal svara aftur eftir dronuálopið á Leipzig/Halle-flogvøllin fyrst í august. Tað sigur uttanríkisstjórin í ES, Kaja Kallas, á veg inn [...] inn á óformella Gymnich-fundin hjá uttanríkisráðharrunum í Dublin. – Tað er greitt, at álopið í Leipzig hevur øll eyðkennini hjá yvirgangi, sum eitt ríki stendur aftanfyri. Spurningurin er, hvat vit skulu [...] longu kallaður inn til eina álvarsliga samrøðu eftir álopið. Álopið verður mett sum ein herðing av tí, ið verður lýst sum russiskt hybridkríggj móti ES-londum, sum stuðla Ukraina. – Í dag skulu vit umrøða
Clancy er ákærd fyri at hava dripið trý børn síni í heiminum hjá familjuni í Duxbury í amerikanska statinum Massachusetts í januar 2023. Sambært Reuters hevur hon viðgingið, at hon drap børnini, men verjin [...] lív sítt. Síðani fann hann børnini deyð í kjallaranum. Clancy yvirlivdi, men fekk álvarsligar løstir og situr í dag í koyristóli. Verjin hevur ført fram, at hon í fleiri mánaðir hevði havt álvarsligar [...] skrivaðu nævningarnir í einum boðum til dómaran. Dómarin, William Sullivan, hevur kortini biðið teir fara aftur til samráðingar og royna einaferð aftrat. Hann vísti á, at rættarmálið hevur verið drúgt og fevnt
er ikki vist, at førarin fremst í røðini veit, at hann hevur loyvi at koyra 80 km/t. Hetta er ein av orsøkunum til, at eg havi sett Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í vinnumálum, ein §52 a-fyrispurning [...] km/t. Fyri nøkrum árum síðani hevði hetta kanska ikki sama týdning. Men tøknin í bilunum hevur broytt støðuna. Nýggir bilar eru í stóran mun útgjørdir við skipanum sum Traffic Sign Recognition (TSR) og Intelligent [...] bilarnar, jú fleiri yvirhálingar eru. Minni ferðmunur gevur hinvegin eina javnari ferðslu. Eisini hevur verið víst á hetta sjónarmiðið í sambandi við ferðslulóggávu aðrastaðni: javnari ferðsla og færri y