Frederiksberg tóku Leivur Mortensen, Janus Dam Djurhuus, Jónas G. Djurhuus og liðfelagarnir í HC Keypmannahavn móti Kjartani Johansen og hansara liðfeløgum í Vendsyssel. Dysturin endaði við stórsigri 31-21 til [...] Kjartan var toppskjútti hjá Vendsyssel við sjey málum. Jónas skoraði trý mál, Janus skoraði tvey mál og Leivur skoraði eitt mál fyri HC Keypmannahavn. Vendsyssel, ið hevur vunnið fýra dystir á rað nú er [...] HC Keypmannahavn er næstaftast við bert tveimum stigum. Í bestu deildini vunnu Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Skanderborg-Århus á heimavølli 33-28 (17-14) á TMS Ringsted. Jóhan var við seks málum
Hvidovre í dysti í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Og tað loysti seg. Tá bert seks minuttir vóru leiktir sendi Adrian sera hegnisliga eitt hart og væl plasserað fríspark í netmeskarnar hjá Hvidovre. Talan [...] eitt brotsspark. Men tað endaði við javnleiki 1-1. Hillerød er fremst í deildini við 24 stigum. Liðið sum Dan Brimsvík er venjari hjá, Lyngby og komandi liðið hjá Adrian, AC Horsens hava 22 stig hvør. Í morgin [...] morgin klokkan 14 tekur Lyngby, ið hevur Dan Brimsvík sum venjara móti Martini Agnarssyni og liðfeløgunum í Aarhus Fremad.
takkar øllum, sum hava stuðlað og trúð upp á, at hetta kundi lata seg gera og gleðir seg til eitt spennandi tíðarskeið við nýggjum møguleikum og samstarvi í altjóða høpi. Fyrst í komandi ári sleppa føroysk [...] venjarar og feløg atgongd til altjóða kappingar, menningarskipanir og útbúgvingartilboð. Eisini merkir hetta, at Føroyar nú kunnu bjóða seg fram at skipa fyri altjóða tenniskappingum fyri børn, ung og vaksin [...] sum ITF broytir navn til World Tennis. Árið í ár er søguligt fyri tennis í Føroyum, og boðar frá einari nýggjari og spennandi tíð fyri framman. Í mars mánaði fingu Føroyar játtað limaskap í evropeisku
Hørði H. Askham, FC Roskilde og liðið hjá Andrassi Johansen, Fremad Amager. Roskilde vann dystin 2-0. Oliver Juul Jensen legði heimaliðið á odda seks minuttir undan steðginum, og tá eitt lítið korter var farið [...] ikki nógv av einari føroyingauppgerð í kvøld. Roskilde er næstfremst í deildini við 26 stigum. AB er fremst við 27 stigum. Fremad Amager er fjórðaftast við 12 stigum. Fremad Amager hevur átta stig upp til
millum filosofi og poppsang, tað djúpa og tað grunna, tað formella og tað óformella, tað umhugsna og tað villa, arkæiska fortíð og dynamiska nútíð, siðbundið latín og postmodernistiskt enskt – og nógv afturat [...] na úr byrjan í enda. Felags fyri hesi verkini hjá teimum báðum høvundunum er fyrst og fremst, serliga í DE ANIMA, BITCH og Svørt orkidé , at tey skapa meining burtur úr kaotiskum umstøðum við grundstøði [...] heimaprentað yrkingasøvn, DE ANIMA, BITCH og WICKED FYSIKK , sum bæði bera ásetingina "SUPERVISJÓN HANDBÓK". Bæði verk taka útgangsstøði í høvuðsverkum hjá Aristoteteles og seta tey í samtíðarligan poppmentanarligan
Norðberg og liðfelagarnir í Vali ferðaðust longu leiðina til Akureyrar fyri at spæla dyst í bestu íslendsku hondbóltsdeildini móti gamla liðnum hjá Allani, KA. Í fyrra hálvleiki leikaði javnt á, og í steðginum [...] KA greitt omaná, og endin var, at heimaliðið vann dystin 33-28. Allan var noteraður fyri tvey mál. Valur er nummar fýra í deildini við átta stigum fyri sjey dystir. Haukar eru fremst í deildini við 12
effektivur. Hann fekk tríggjar málmøguleikar, og hann setti allar í netið. Tobias Grøndahl var við níggju málum toppskjútti hjá Füchse Berlin. Füchse Berlin er fremst í bólkinum við fullum stigatali, 10 stig [...] Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin spældu í kvøld dyst á heimavølli í Champions League. Í dysti í bólki A í Max Schmelling høllini í Berlin vann Füchse Berlin stórsigur 38-27 á norska
Sambært amerikanska miðlinum Axios fara forsetarnir í USA og Russlandi at tosa saman í telefon í dag, og teir fara at tosa um kríggið í Ukraina. Í morgin, fríggjadagin, fer Donald Trump at hitta ukrainska [...] langtberandi amerikanskar tomahawk-rakettir. Hetta eru rakettir, sum eru neyvar og sum kunnu røkka einar 2500 kilometrar - og soleiðis eisini russiska høvuðsstaðnum, Moskva. ##med2## Tað hevur leingi ljóðað [...] tomahawk-rakettir, um USA vil loyva Ukraina at brúka hesar. Herfyri segði amerikanski forsetin, at hann fyrst vildi hava at vita, hvussu Ukraina ætlar at brúka rakettirnar, áðrenn endalig avgerð verður tikin
veðurmyndlar, og dáta eru eisini áleið líka álítandi alt tíðarskeiðið. Slík dáta eru tí vælegnað at hyggja at broytingum yvir longri tíð. Tað eru endurgreiningadáta frá ERA5, sum fyrst og fremst verða brúkt [...] undir 0,05; men í hesum føri eru tey ávikavist 0,22 og 0,10. ##med3## Broytingin í stormtalið og vindferð gjøgnum tey 85 árini. (Kelda: myndir 11 og 12 frá greinini https://doi.org/10.1002/joc.70125) Hetta [...] tekniskt truplari at gera vindmátingar, og færri mátingar eru tí tøkar. Eisini eru vindmátingar, gjørdar í fjallalandi sum okkara, nógv ávirkaðar av lendinum, og umboðar hvør av hesum mátingum tí bert ein
Danmark og Grønland. Regeringen og Færøernes Landsstyre vil hurtigst muligt drøfte mulighederne for, at søkablet også knyttes op til teleinfrastrukturen i Færøerne.« – Sostatt er semja millum donsku og grønlendsku [...] Føroyar hava brúk fyri fleiri og betri samskiftismøguleikum við útheimin, bæði tí vit bert hava tveir kaðlar, og tí at tørvurin á kapasiteti veksur við risafetum hvørt ár, og hetta er ein sera kostnaðarmikil [...] verður gjørdur millum Danmark og Grønland? Í viðmerking til fyrispurnigin vísir Bárður á Steig Nielsen á, at við nýggju geo-politisku støðuni verða støðugt gjørdar íløgur í trygd og verju um okkara leiðir, sum