vísir á, at nógv fólk flyta til Føroya, og at tað er týdningarmikið, at tey fáa góðar møguleikar at gerast partur av samfelagnum. Samstundis skal lóggávan tryggja greiðar karmar fyri, hvør kann fáa varandi [...] Treytirnar fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum skulu endurskoðast. Í ólavsøkufrágreiðingini verður boðað frá, at landsstýrið ætlar at herða reglurnar, soleiðis at størri dentur verður lagdur á
hevur kostað. Oljudálking á vegi kemur fyri av og á, men sambært løgregluni var hendingin í gjár serlig, tí hon hevði so stórar avleiðingar fyri ferðsluna og so nógv fólk. [...] umleið fýra tímarnar. Løgreglan vísir á, at tað ikki neyðturviliga skulu nógvir litrar av olju til fyri at skapa stórar trupulleikar. Hevur ein stórur tangi á einum lastbili likið ella dryppað javnt yvir
fronsku rivierauni beint vestan fyri Nice. Stuldurin er minni enn eitt ár eftir, at tjóvar brutu inn á Louvre-savnið í París og stjólu virðismiklar gimsteinar. Fýra fólk eru handtikin í tí málinum, men [...] upp á níggju milliónir evrur, sum svarar til umleið 67 milliónir krónur. Tjóvarnir brutu inn stutt fyri klokkan seks í morgun og tóku fýra verk. Men undir flýggjanini mistu teir eitt av verkunum. Løgreglan
at vit liva í eini tíð, har fólk ganga meira og meira upp í seg sjálvan, og at ongin ger nakað fyri onki longur. Helst er ein farri av sannleika í hesum. Tó, enn finnast fólk, ið eru ósjálvsøkin, og sum [...] sum fegin taka eitt tak fyri felagsskapin. Fyri trivnaðin hjá okkum øllum, og sum altíð eru til reiðar, um heitt verður á tey. Og ikki verður spurt eftir samsýning, ella hvat tey kunnu fáa burtúr. Og aloftast [...] serligt íkast til felagsskapin. Ljósfest byrjaði í kvøld og heiður fingu Heri Hjelm, ið fór foldum frá fyri stuttum, og hjúnini Marita Vesterggard í Lágabø og Rúni í Lágabø. Avvarðandi døtur tóku ímóti hei
sum liggja við kei í Ánunum. - Vit taka slíkar fráboðanir í álvara og gera tí javnan ljóðmátingar fyri at tryggja, at galdandi markvirði verða hildin. Soleiðis siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag. Víst [...] ger javnan kanningar av skipum, sigur kommunan. Lagt verður aftrat, at tað kann vera ymiskt, hvussu fólk uppliva ljóð, og tí er neyðugt at byggja á objektivar mátingar. - Tí hevur tað eisini stóran týdning [...] ger kanningar av skipum, sum liggja við kei. Í Klaksvíkar kommunu verður sagt, at hetta verður gjørt fyri at tryggja, at virksemið á havnalagnum fer fram sambært galdandi reglum, og at neyðug atlit verða
sum kunnu skapa nýtt innlit ella eina betri uppliving – antin fyri fyritøkuna sjálva ella fyri kundan hjá fyritøkuni, sigur Signar. Fyri kundarnar hjá Lunnum merkir hetta ofta lættari umsiting, færri [...] tekur sær av. – Við so nógvum hentleikum í appunum er okkurt fyri øll. Tað, sum hevur størst virði fyri ein brúkara, kann vera nakað annað fyri ein annan brúkara, sigur Signar. Effo-appin varð upprunaliga [...] 11 fólk starvast, og í løtuni verður leitað eftir tveimum fólkum aftrat – einum mennara og einum kundaráðgeva. Tað eru fýra eigarar í Lunnar, og stjóri er Signar Nielsen. - Tað týdningarmesta fyri okkum
meira verður gjørt fyri at skráseta føroysku náttúruna. Men tað er bara ein partur av uppgávuni. – Yvirhøvur hava fólk umsorgan fyri tí, tey kenna. Tí eiga vit at skipa so fyri, at fólk fáa tættari samband [...] upplivingum hava børn brúk fyri, sigur hann. Magnus Gaard heldur eisini, at menniskju eru farin at síggja náttúruna sum nakað mekaniskt, meðan fólk fyrr høvdu størri virðing fyri henni. – Vit eiga at geva [...] Tað er ikki nóg mikið bara at verja føroysku náttúruna við lógum. Vit mugu eisini tryggja, at fólk kenna og skilja hana betur. Tað heldur lívfrøðingurin Magnus Gaard, sum í útvarpsrøðini Oyggjar undir
og revsilóggávu. – Vandi kann eitt nú vera fyri, at viðkvæmar persónligar upplýsingar verða tiknar upp og deildar uttan samtykki, eins og vandi kann vera fyri, at brot verður framt á rættindi hjá tí einstaka [...] tí av stórum týdningi, at fólk sjálv eru varug við, hvussu tey nýta tól, sum kunnu taka myndir og filma. Tey eiga eisini at hugsa um, hvørjar avleiðingar nýtslan kann fáa fyri tey sjálv og onnur. Nýggj [...] Snildbrillur, sum kunnu taka myndir, filma og taka upp ljóð, kunnu hava við sær álvarsligar avbjóðingar fyri privatlívið. Tað staðfestir Beinir Johannesen, løgmaður, í einum svari til Bjørg Lind, løgtingskvinnu
verður í morgin at síggja í Íslandi fyri fyrstu ferð síðan 1954. Myrkingin fer at vara í ein til tveir minuttir, alt eftir hvar í landinum fólk eru stødd. Nógv fólk hava leingi bíðað eftir hendingini, [...] nýtslu. Veðurforsøgnin fyri vestara partin av Íslandi er tó versnað. Roknað verður við regni og nógvum skýggjum, og tí kann vera torført at síggja sólarmyrkingina. – Vit heita á fólk um at verða heima og [...] á Víðistaðatúni í Hafnarfirði, og Suðurströnd á Seltjarnarnesi verður stongd út móti golfvøllinum. Fólk kunnu finna dagførda kunning um ferðslu og vegastongslar á heimasíðunum hjá íslendska vegamyndugleikanum
eisini kallað fleiri fólk út, sigur vaktleiðarin. Fyribyrgja óhappi Sambært løgregluni er einki ferðsluóhapp hent í sambandi við oljudálkingina. Avgerðin um at steingja vegin er tikin fyri at fyribyrgja, at [...] at óhapp henda á sera hála vegastrekkinum. – Hetta gera vit fyri at fyribyrgja. Vegurin er so hállur, at vit meta tað vera tryggast at stongja hann, sigur vaktleiðarin. Landsverk og bjargingarfólk arbeiða