Í dag byrja fyrstu lesandi á nýggju politiútbúgvingini í Danmark. Nýggja útbúgvingin varir í trý ár og kemur í staðin fyri gomlu grundútbúgvingina, sum vardi tvey ár og fýra mánaðir. Tilsamans 120 lesandi [...] lesandi byrja á Politiskúlanum í Vejle og Brøndby. Sambært danska løgmálaráðharranum, Nicolai Wammen, er endamálið at fyrireika framtíðar politistar betri til brotsverkið, sum gerst alsamt meira torgreidd [...] Síðani fáa tey løn, sum er umleið 29.200 danskar krónur um mánaðin, tey seinastu tvey árini. Formaðurin í danska Politifelagnum, Heino Kegel, heldur, at nýggja skipanin fer at gera tað lættari hjá fólki við
Í dag er seinasti dagur á ársins Summar Festivali, og kvøldið bjóðar ellivu konsertir umframt undirhald og framførslur í Silvalandi. Útlendska høvuðsnavnið á Vágsbø í kvøld er poppsangarin Andreas Odbjerg [...] Odbjerg, sum ongantíð áður hevur framført í Føroyum. Hann fekk stórt gjøgnumbrot í Danmark fyri nøkrum árum síðani og hevur hittað við sangum sum "I morgen er der også en dag", "Hjem fra fabrikken" og "Stor [...] framføra aftur eftir langan steðg, og í kvøld spæla tær sína størstu konsert nakrantíð. Føroyska tónleikadrotningin Annika Hoydal hevur konsert á Vágsbø klokkan 20 í kvøld. Dagurin byrjar við familjukonsertini
Í minsta lagi átta fólk eru deyð, og 33 eru særd í einum russiskum rakettálopi á ukrainska høvuðsstaðin Kyiv. Tað upplýsir borgarstjórin í Kyiv, Vitalij Klytjko, á boðtænastuni Telegram. Álopið varð framt [...] ballistiskum rakettum í nátt. Sambært borgarstjóranum vórðu vinnubygningar og íbúðarbygningar í trimum býarøkjum raktir. Fleiri bygningar standa í ljósum loga. Ovastu hæddirnar í einum níggju hædda høgum [...] høgum íbúðarbygningi eru rapaðar, og eldur er í øðrum hæddum. Á einum øðrum bústaði sita fólk føst inni í einum íbúðarbygningi, upplýsir Klytjko sambært AFP. Ein heilsustovnur og ein útbúgvingarstovnur hava
fiskamjøli er minkað. Útflutningsvirðið á laksi vaks nærum 700 milliónir krónur í uppgerðarskeiðnum. Tað er ein vøkstur á 11,9 prosent í útflutningsvirðinum hetta seinasta 12-mánaðaskeiðið, meðan nøgdin vaks næstan [...] Føroyum. Hesi eru USA, Spania, Kina, Danmark, Bretland, Niðurlond og Russland. Útflutningurin til Kina vaks nógv fram til endan av 2019, men minkaði síðani nógv í byrjanini av 2020. Síðani tá, er mánaðarligi [...] Mánaðarligi útflutningurin til Spania er vaksin úr umleið 20 milliónum krónum í 2018, til nú at vera góðar 100 milliónir krónur í miðal um mánaðin. Somuleiðis er útflutningurin til Niðurlond meira enn trífaldaður