Joensen heldur, at tað er umráðandi, at ein nýggjur fíggingarleistur ikki økir um fíggjarliga ójavnan millum kommunurnar. Hann vísir á, at borgarar í kommunum við veikum inntøkugrundarlagi í summum førum [...] verður tikin við í arbeiðið við einum nýggjum fíggingarleisti fyri eldraøkið, og um hetta kann gera tað tryggari hjá kommununum at leggja langtíðarætlanir. Stórur munur á kommununum Í viðmerkingunum vísir [...] borgararnar. Løgtingsmaðurin vísir á, at eldraøkið varð lagt út til kommunurnar í 2015. Síðani eru útreiðslurnar vaksnar, og broytingar í fólkasamansetingini fara at leggja enn størri trýst á kommunurnar
milliónir krónur minni í 2024 í mun til undanfarnu kanning í 2022. Samlaðu íløgurnar í gransking, menning og nýskapan vóru 748 milliónir krónur í 2024. Tað eru 147 milliónir krónur minni enn í 2022. Afturgongdin [...] Hagstova Føroya hevur ment og kunngjørt í dag. Hetta er aðru ferð, at hagtøl um nýskapan í Føroyum verða uppgjørd. Hagtølini eru ment í samstarvi við Granskingarráðið og eru gjørd eftir altjóða leisti. Ein [...] sæst aftur í gransking og menning, ein minking á 105 milliónir krónur. Hetta samsvarar við hagtølini av íløgum í Gransking og menning , sum áður eru útgivin. Fleiri tøl um nýskapan finnur tú í hagtalsgrunninum
vísindalig endamál. – Tað er ikki nøktandi, at eitt rúsandi evni kann vera bannað í Danmark, men framvegis vera lógligt at flyta inn til Føroya, tí føroyska lóggávan ikki er dagførd. Við at taka ábyrgdina á føroyskar [...] rúsandi evni koma á marknaðin. Í dag er málsøkið felagsmál, hóast føroyskir myndugleikar longu umsita og í høvuðsheitum fíggjað málsøkið. Hetta merkir, at tað kann taka drúgva tíð at fáa nýggj rúsandi evni sett [...] Arbeiðið við at yvirtaka málsøkið rúsandi evni er komið so væl áleiðis, at lógaruppskotini verða løgd fyri Løgtingið í morgin – fríggjadagin 28. august 2026. Endamálið við yvirtøkuni er, at føroyskir m
ika upp so líðandi. Føroyar og Danmark skrivaðu í mai í fjør undir eina felagsyvirlýsing um, at føroyskir myndugleikar skulu yvirtaka loftferðsluøkið í stigum. Málsøkið hevur higartil verið umsitið úr [...] spurt ráðfrúnna, hvussu loftferðsluøkið kann dagførast við atliti at einari møguligari fullari grønlendskari yvirtøku, og hvat hetta fer at kosta. Sambært sjálvstýrislógini kann Grønland yvirtaka loftferðsluøkið [...] og áseta, nær hon skal fara fram. Signe Munk vísir í svarinum á, at Føroyar og Danmark hava valt eina stigvísa skipan. Ein slík loysn ger tað møguligt at byggja neyðugar førleikar og ein føroyskan loftf
brúkarar um at lata loyniligar ella persónligar upplýsingar í einum sms-boðum. Svikararnir eru dugnaligir, og øll kunnu verða lumpað – ung sum gomul – og tí er eingin skomm í at vera dottin í felluna. Tá [...] umráðandi at bera skjótt at og boða frá á røttum staði, sigur Turið F. Arge, forkvinna í Felagnum Peningastovnar. – Talan er um skipað brotsverk, har svikarar miðvíst royna at skapa ótta og fáa fólk at bera [...] føroyingar um at vera ansnar og fylgja hesum ráðum: - Steðga á: Trýst ikki á leinki í sms-boðum, og lat ikki persónligar upplýsingar. - Hugsa teg um: Væntar tú boð frá avsendaranum? Hav ikki ókritiskt álit
sett á stovn í 2025 við einum fulltrúa, og eitt starvsfólk aftrat verður sett í næstum. Kostnaðurin er ikki kendur Enn ber ikki til at siga, hvussu nógv ein føroyskur Erasmus+-limaskapur fer at kosta. Sambært [...] ECHE. Góðkenningin í 2027 er ein fortreyt fyri, at Fróðskaparsetrið kann taka lut í Erasmus+ frá 2028. Umsóknin skal latast inn fyrst í 2027, og fyrireikingarnar eru longu farnar í gongd. Leiðsla, undirvísarar [...] skulu eftir ætlan gerast partur av Erasmus+ í 2028, og sambært Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, eru Føroyar væl við í fyrireikingunum. Tað sigur hann í svari til ein skrivligan fyrispurning frá
vertsskapurin er eitt natúrligt stig í okkara tætta samstarvi. Hetta er ikki ein kollvelting, men eitt greitt tekin um, at Føroyar og Danmark kunnu lyfta uppgávur í felag, sigur Beinir Johannesen við Ritzau [...] er umráðandi fyri okkum at arbeiða fyri, at Føroyar kunnu fáa fullan og javnbjóðis limaskap í norðurlendska samstarvinum. Tað snýr seg um at styrkja felagsskapin og tryggja, at øll norðurlond hava eina [...] skiftast um at vera vertir og umrøða felags áhugamál og avbjóðingar. Fundurin í ár verður hildin á Høvelte-herstøðini og í danska forsætisráðharrabústaðnum Marienborg. Øll trý londini í ríkisfelagsskapinum
drógu nógv fólk til Unity Arena í Oslo, tá mans-EM í hondbólti varð spælt í januar. Men hóast stóru áskoðarafjøldina eydnaðist als ikki at fáa norska partin av endaspælinum at bera seg. Norges Håndballforbund [...] spældu sínar dystir í Oslo, har stórar fjøldir av føroyskum áskoðarum vóru við til at seta sín serliga dám á kappingina. Men nógvu áskoðararnir vóru ikki nóg mikið til at fáa roknistykkið at ganga upp. – Tað [...] Tað er ikki superdramatiskt. Tað er betri enn fíggjarætlanin. Vit fóru inn í hetta við opnum eygum. Men vit kunnu ikki halda fram soleiðis, sigur Erik Langerud, aðalskrivari í norska hondbóltssambandinum
framførslan kundi verið betri. – Eg eri glaður fyri at vera komin í A-finaluna, men ikki heilt nøgdur við úrslitið í dag. Eg vóni, at tað gongur betri í sjálvari finaluni, sigur Knút Lützen. Eisini Valborg [...] Tey vunnu sær pláss í B-finaluni og hava sostatt framvegis møguleika at vinna seg víðari til A-finaluna. Hetta er fyrstu ferð, at Valborg kappast í altjóða gæðingakapping. – Eg vóni at vinna B-finaluna og [...] beinleiðis í A-finaluna í gæðingakappingini. Knút hevur drúgvar altjóða royndir og hevur áður vunnið bæði silvur og gull til norðurlandameistarakappingar. Hóast A-finaluplássið var tryggjað, helt hann, at framførslan
og finna nýggjar marknaðir? Í høvuðssøguni í Sosialinum hesaferð fylgja vit Føroya Bjór frá fyrstu ølbryggingini hjá Símuni í Vági til nútímans bryggjaríið og distillaríið í Klaksvík, har føroyskt whisky [...] sum í fleiri áratíggju ikki kundi gerast veruleiki. Vit hitta Anniku Waag og hoyra, hvussu gomul siðvenja og nýhugsan kunnu ganga hond í hond – og hví framtíðin hjá einari av elstu fyritøkunum í Føroyum [...] fyrsta ølið varð bryggjað. Les alla søguna í Sosialinum hetta vikuskiftið. Sosialurin fæst í leysasølu kring landið, og haldarar kunnu eisini lesa blaðið á sos.fo við at logga á við haldaranummarinum. ##med2##