verið við ein stóran part av tíðini. – Tá er tað ringt at sleppa. Hetta er sum ein stór familja, og nøkur av starvsfólkunum hava verið við næstan alla tíðina, sigur hann. Kona hansara, Anna Maria, starvast [...] framvegis at arbeiða Sum vanligt er í sambandi við sølu av einari fyritøku, hevur Jógvan Hans skrivað undir eina kappingarklausul. Hon merkir, at hann ikki kann stovna ella reka eitt virki, sum kappast við Eysturlon [...] sigur Jógvan Hans Østerø. Sum ein stór familja Jógvan Hans Østerø er 64 ára gamal og hevur havt Eysturlon í 43 ár. Í hesum tíðarskeiðinum hevur fyritøkan ment seg, og fleiri av starvsfólkunum hava verið
Grikkalandi og Fraklandi. Felagið tekur sær av at viðlíkahaldi av yvir 700 vindmyllum í Evropa, Norður Amerika og Suður Asia. Sev skrivar, at fleiri av teimum, sum arbeiða hjá Full Circle, hava fyrr arbeitt [...] fleiri lið av tøkningum hjá Full Circle verið í Føroyum, undir leiðslu av Lauru Collin, fyri at kanna og arbeiða uppá myllurnar saman við starvsfólkið hjá Sev. Tey hava tey eisini havt fólk við, sum skulu lærast [...] Felagið Full Circle Wind Services tekur sær burturav av viðlíkahaldi og umvæling av vindmyllum. Full Circle, varð stovnað í 2021, og hevur høvuðssæti í Hollandi og skrivstovur í Stóra Bretlandi, Italia
vil tí eisini vita, um landsstýrismaðurin hevur mett um, hvørja ávirkan tað kann fáa á talið av næmingum, sum velja týskt í fólkaskúlanum, um upptøkukravið í týskum til hugvísindabreytina á miðnámi verður [...] avleiðingar fyri, hvussu nógvir næmingar velja týskt. Tað heldur Astrið Breckmann, løgtingskvinna, sum í dag hevur sett Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, ein skrivligan §52a-fyrispurning. [...] Bakgrundin er millum annað upptøkukravið til hugvísindabreytina á miðnámi. Í dag skulu næmingar, sum søkja á hugvísindabreytina, hava staðið týskt í fólkaskúlanum. Sambært Astrið Breckmann eru tó ætlanir
hevur lógin tikið ognarrætt frá bóndunum, og tí eiga tað aftur at vera jarðareigararnir, sum einsamallir gera av, hvør hevur atgongd til jørðina. Men Sambandsflokkurin tekur frástøðu frá ætlanini. Helgi [...] ferðavinnu eigur at verða endurskoðað. Samstundis verður nevnt, at burðardygdargjaldið skal takast av, og at bøndur skulu fáa møguleika at taka gjald frá ferðafólki. Tá Løgtingið umrøddi røðuna í morgun [...] stríðsmál í føroyskum politikki, serliga spurningurin um rættin hjá fólki at ferðast í haganum. Lógin, sum varð samtykt í farna valskeiði, tryggjar almenninginum atgongd til náttúruna undir ávísum treytum.
mynd av tropisku ódnini Saudel yvir Filipsoyggjahavinum. Myndin varð tikin 24. august 2026 klokkan 00.49 UTC. Á henni sæst stóra skýskipanin snara rundan um miðjuna á ódnini. Saudel er flokkað sum ein ódn [...] ein útsynning úr japansku oynni Iwo To og helt leiðina ímóti Okinawa. Fylgisveinurin, sum tók myndina, er partur av Copernicus-skipanini hjá ES. Upplýsingar frá Copernicus-fylgisveinunum verða millum annað
sigur sambært Reuters, at Taybeh er lýst sum stongt hernaðarøki vegna harðskapsálop, ið ísraelar hava framt í økinum. Taybeh er ein av fáu kristnu bygdunum, sum enn eru eftir á Vestara áarbakka. Fleiri [...] á staðnum hevur lýst støðuna sum eitt støðugt mynstur av hóttanum og ógrundaðum harðskapi, ið máar støðið undan grundleggjandi rættindunum hjá íbúgvunum. Ein ST-kanning, sum varð almannakunngjørd týsdagin [...] r fleiri ferðir hava fordømt harðskap móti palestinum. Partar av Taybeh liggja í einum øki, har palestinska sjálvstýrið hevur ábyrgdina av borgarligu umsitingini. Trygdarviðurskiftini skulu tó samskipast
avtalu um vápnahvíld, sum eisini fevndi um Libanon. Libanon hevur kortini hildið fram at skuldseta Ísrael fyri framvegis at fremja álop og hava hermenn staðsettar í sunnara parti av landinum. Nýggju álopini [...] Tað upplýsir ísraelski herurin sambært AFP. – Sum svar upp á álvarsamt brot hjá yvirgangsfelagsskapinum Hizbollah á vápnahvíldina hevur ísraelski herurin sett í verk neyvar álop í sunnara Libanon, sigur [...] Libanon og Ísrael, har roynt varð at fáa enda á stríðnum. Í juni samráddust londini um eina avtalu, sum skuldi avvápna Hizbollah og fáa ísraelskar herdeildir úr Libanon. Hizbollah vísti tó skjótt samráðingunum
Víkingarnir halda fram í sama sannførandi stíli, sum teir leingi hava havt. Bæði í bestu og næstbestu deildini. Í dag hevði Víkingur í 1. deild vitjan av ÍF, og fuglfirðingar fóru úr Sarpugerði og inn aftur [...] øðrum plássi við 45 stigum. Tað eru tvey stig fram til B71, sum er topplið. ÍF er á fjórða plássi við 27 stigum. Um eina viku fær ÍF vitjan av B36, og Víkingur fer suður á Sand at spæla toppdyst. [...] aftur um Eiðið við 4-1 tapi eftir hálvleiksstøðuna 3-0. Hóast tað er næstbesta liðið hjá Víkingi, sum dystast við besta liðið hjá ÍF, so gongur tað illa hjá fuglfirðingum at fáa bilbukt við Víking. Í dag
hjá Skopunar kommunu. Ein dagin í juli vitjaðu fólk, sum starvast fyri kommununa, eisini í egningarskúrinum hjá Schønning Hentze. Schønning, sum siglir í Grønlandi, hevur eisini útróðrarbát, og hann er [...] skipaði Skopunar kommuna fyri trolskeiði. Hetta varð sera væl umtókt og fullteknað, áðrenn vikan var av. - Nógvir ungir menn og kvinnur fingu góða undirvísing og nógv gott í skjáttuna at hava við sær út [...] tveir fittir dreingir, átta og níggju ára gamlir, og róku um í skúrinum. - Vit tosaðu við Schønning, sum hevur tikið upp á seg at læra hesar unglingar at rekja um. Sambært heimasíðuni hjá kommununi læt b
hava økt um langrøkkuálopini seinastu mánaðirnar. Russland hevur serliga økt nýtsluna av ballistiskum rakettum, sum eru torførar hjá ukrainsku loftverjuni at skjóta niður. Amerikanska Patriot-skipanin verður [...] sigur, at álopið er eitt svar upp á ukrainsk álop á russisk sivilfólk og undirstøðukervi. – So leingi sum henda støðan heldur fram, fara russisku herdeildirnar at svara lutfalsliga upp á nýggju hóttanirnar [...] mest munadygga verjan móti slíkum rakettum, men Ukraina hevur í fleiri mánaðir havt avmarkaðar nøgdir av rakettum til loftverjuna. Bjargingararbeiðið heldur fram, og talið á deyðum og særdum kann tí broytast