bæði kona og maður eru prestar í fólkakirkjuni í Føroyum. Maður hennara, Tummas, er kallaður í embætið sum sóknarprestur í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi. Hann verður innsettur í Hvalvíkar kirkju 16 [...] Jonhard Jógvansson er í lestrarfarloyvi komandi tríggjar mánaðirnar. Kirkjuráðini hava tí kallað Idu at røkja tænastuna. Ida er ættað av Vestursælandi og varð prestvígd í Danmark í 2021. Hon hevur millum [...] skipaði Idu í embætið við gudstænastu í Eiðis kirkju. ##med2## Undir somu gudstænastu doypti Henning Bøgesvang langabbason sín, Gilla. Eftir gudstænastuna bjóðaði kirkjuráðið á Eiði til drekkamunn í hølunum
fyrstu hjúnini, ið bæði virka sum prestar í føroysku fólkakirkjuni. Í samrøðu við Sosialin greiða tey frá leiðini til prestastarvið, muninum á at vera prestur í Føroyum og Danmark og gerandisdegnum sum [...] Tummasi Lykkje Kannuberg í august. Fyrst varð Ida sett sum virkandi sóknarprestur í Eiðis prestagjaldi, og bert tvær vikur seinni varð Tummas skipaður í embætið sum sóknarprestur í Norðstreymoyar eystara [...] og tað er sami boðskapur, sum skal ljóða í dag, sum tað gjørdi tá, sigur Tummas Lykkje Kannuberg. Les alla samrøðuna í Sosialinum hesaferð. Sosialurin fæst í leysasølu kring landið. Harumframt kunnu haldarar
Prestar, deknar ella organistar velja sálmar at syngja til guðstænastur hvønn sunnu- og heiligdag í árinum. Ymiskt er hvussu hesi val verða gjørd og hvørjir tankar liggja aftanfyri. Leif Hansen fer í hesum [...] eru valdir til útvaldar sunnudagar í kirkjuárinum. Fyrilesturin byggir á kanningararbeiði, sum Leif gjørdi fyri nøkrum árum síðani. Fyrilesturin verður í Kirkjustovu í Havn 14. september kl 19.00. Øll eru
einans kirkjurnar í Føroyum, sum hava fingið ábøtur, síðani fólkakirkjan var yvirtikin sum málsøki í 2007. Prestagarðarnar vóru ein partur av yvirtøkuni. Málsøkið hevði tá í mong ár ligið í dvala, meðan bíðað [...] millum teir fyrstu, t.d. suðuri í Vági, á Viðareiði og á Sandi. Miðstaðarøkið hevði eisini stórar avbjóðingar t.d. í Fuglafirði og í Tórshavn. Í løtuni er stóraarbeiði í gongd á Tvøroyri. Kostnaðarmikil [...] politisk varð álagt at yvirtaka prestagarðarnar í sera vánaligum standi. 18 prestar í prestagarði Ikki allir sóknarprestarnir búgva í einum prestagarði. Í løtuni hýsa 18 av teimum 20 gørðum, ið fólkakirkjan
Sunnudagin var hátíðardámur í Hvalvík, tá ið Tummas Lykke Kannuberg varð skipaður í embætið sum sóknarprestur í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi. Hann tekur við eftir Jákup Erlingsson Petersen, sum [...] var kallskappelánur við sæti í Hvalvík árini 1947-1952. Frá og við sunnudegnum er prædikustólurin vorðin ábyrgd hjá Tummasi Lykke Kannuberg. At tveir fyrrverandi prestar í Hvalvík luttóku á degnum, un [...] undan fóru. Ovi Brim próstur, skipaði Tummas í embæti. Talan kann lesast her. Aftaná gudstænastuna varð kirkjufólkið boðið til døgurða og samkomu í Missiónshúsinum í Hvalvík, skrivar folkakirkjan.fo. Mynd:
longu í 2008 sum mál, at teir skuldu koma í góðan stand. Sambært Fólkakirkjuni eru flestu prestagarðarnir nú dagførdir. Arbeitt hevur verið í eitt nú Vági, á Viðareiði, á Sandi, í Fuglafirði og í Tórshavn [...] verja kirkjubøkurnar, um eldur skuldi komið í. Harumframt hava kirkjubókaførandi prestar bústaðarskyldu, og henda skylda er ásett í lógini um embæti og størv í fólkakirkjuni. Føroya Stiftsstjórn hevur ábyrgdina [...] Tórshavn, og í løtuni verður nógv gjørt við prestagarðin á Tvøroyri. Fólkakirkjan eigur í alt 20 prestagarðar. Í løtuni búgva prestafamiljur í 18 av teimum. Kelda: Fólkakirkjan.
varpar í dag ljós á broyttu støðuna hjá Føroyum í verju- og trygdarmálum og á, hvussu nýggja geopolitíska støðan í Norðuratlantshavi hevur broytt føroyska hugburðin til hernaðarliga virksemið í Føroyum. Danskir [...] tosað við Heina í Skorini, lektara í altjóða politikki á Fróðskaparsetri Føroya. Hann vísir á, at hendingarnar í ár – og serliga støðan við Grønlandi – hava broytt føroyska sjónarmiðið í verjumálum. Føroyar [...] Føroyar meira týðandi í trygdarpolitiskum høpi. RÚV vísir á, at gongdin í Grønlandi í ár hevur havt serligan týdning. Hon hevur gjørt tað sjónligt, hvussu stóran strategiskan týdning londini í Norðuratlantshavi
framvegis eitt sera nýtt navn í Føroyum. Sambært Hagstovuni varð tað fyrstu ferð givið einum barni, sum varð føtt í Føroyum, í 2024. Við árslok í fjør búðu bara 11 kvinnur í Føroyum við navninum Brim. Olivia [...] Olivia hevur hinvegin verið eitt væl umtókt navn í nógv ár. Síðani 1985 hava 67 gentur fingið navnið, og við ársenda í fjør búðu 78 kvinnur í Føroyum, sum eita Olivia. Næstbest umtóktu gentunøvnini vóru Anna [...] Emma, Eva, Iris, Lív og Rebekka. Hagstovan vísir á, at Anna og Bjarta hava verið vanlig nøvn í Føroyum í nógv ár, meðan Brim er eitt av heilt nýggju nøvnunum, sum hava vunnið fram. ##med2##
ður, sum áður hevur starvast í Føroyum. Hetta er ikki fyrstu ferð, at føroyska náttúran er karmur um hesa ítróttastevnu. Líknandi tiltøk vóru eisini í Føroyum í 2017 og í 2021. ##med2## ##med3## ##med4## [...] ymsastaðni í landinum hesa vikuna. Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu, bjóðaði luttakarunum vælkomnum, og síðani helt Michael Boolsen, fúti, setanarrøðu og setti stevnuna. Í dag verður kappast í økinum [...] Í morgun varð sett stevna á Svangaskarði, tá Dansk Politiidrætsforbund alment setti árligu vitarenningina, sum í ár verður hildin í Føroyum. Tilsamans 103 luttakarar eru við á stevnuni, sum fer fram ymsastaðni
ina saman við kommununum, sum í dag hava ábyrgdina av henni. – Tað sær ikki út til, at kommunurnar megna uppgávuna at týna rottuna í Føroyum, skrivar Fía Selma Nielsen í viðmerkingunum til fyrispurningin [...] eitt nógv størri mál. – Fermetratalið í Føroyum er avmarkað. Tí átti at verið gjørligt, til dømis við felags innsatsi millum land og kommunur, at týnt rottuna í Føroyum, skrivar hon. Hon vil eisini hava [...] Fía Selma Nielsen hevur í dag sett Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinnu, ein skrivligan fyrispurning um rottutýning í Føroyum. Hon spyr millum annað, um landsstýrið hevur ætlanir um at samskipa