vnur og Disney Playmakers, ið Fótbóltssamband Føroya hevur staðið fyri, hava fleiri feløg eisini skipað fyri fótbóltsskúlum í summar. Í summarfrítíðini hava FC Suðuroy, 07 Vestur, B68, KÍ, NSÍ, B36, TB [...] TB og AB bjóðað børnum góðar fótbóltsupplivingar, har bæði fótbóltslig menning og gleðin við spælinum hava verið í miðdeplinum. Og undirtøkan hevur verið sera góð. Næstan 500 børn luttóku í tiltøkunum hjá [...] í Marghøllini í Vági síðst í mars, meðan AB skipaði fyri tí síðsta, sum var inni í Vika á Argjum 8. og 9. august. Skrivar FSF. Myndir frá øllum fótbóltsskúlunum síggjast H E R
at AB er á sætta plássi við 23 stigum fyri 18 dystir, og at Skála hevur 14 stig fyri 17 dystir og er á áttanda plássi, áðrenn dysturin millum B68 og 07 Vestur er liðugur. Tá ið 90 minuttir vóru farnir, [...] í summarsteðginum flutti úr NSÍ og á Skála avloysti Malthe Nielsen, og Silas Gaard avloysti Teit Poulsen. Fyrsta hálva tíman av seinna hálvleiki hevði Skála nógv spæl og fleiri málmøguleikar, men tað eydnaðist [...] legði fimm minuttir aftrat vanligu leiktíðini, og tá skoraði Skála tvey mál. Miðvallarin Jákup Pauli Frederiksberg minkaði um munin til 3-1 eftir 93 minuttir, og miðvallarin Karl Martin Johansen minkaði um
Síðsta bríksl hevur verið í Gundadali, har B36 í góðveðrinum seinnapartin hevði vitjan av B68. B68 er botnlið, og B36 stríðist fyri at vera við í kappingini um pláss í Europa. Tað endaði 1-1 eftir málleysan [...] vóru fleiri góðar støður í B68 brotsteiginum, og onkra ferðina stórbjargaði veteranurin Tórður Thomsen í B68 málinum. Í dag var tað Martin Jarnskor, sum hevði ábyrgdina av B68 liðnum, sum eftir heimatapið [...] møðina. B68 vísti sera góðan hugburð eftir steðgin, tá ið gestirnir vunnu nógvar tvídystir, og tá ið teir vóru meiri í álopsstøðu, enn teir høvdu verið. Átta minuttir undan leikloki legði B68 seg á sigurskós
høvuðsvenjara og hjálparvenjara til venjaratoymið hjá besta mansliðnum hjá B68. Nærri kunning kemur seinni, skrivar B68 í kvøld. Nú tað resta sjey umfør av ársins landskapping í Meistaradeildini er B68 aftast [...] B68 endar samstarvið við Alexander. Tað boðar Tofta Ítróttarfelag frá í kvøld. Sagt verður soleiðis í tíðindaskrivi: Aleksander Jovevic verður ikki venjari hjá B68 restina av kappingarárinum. B68 hevur [...] ár. Eisini gevst hjálparvenjarin Nenad Saric. B68 takkar Aleksander og Nenad fyri, at teir við stórum elduga hava lagt nógva tíð og orku í venjarastavið og ynskja teimum alt tað besta framyvir. Í løtuni
kvøld. Máltalvan vísir 2-1 til heimaliðið, og tað er einki at siga til, at tað er stórur fagnaður í B68 leguni, og at tað í 07 Vestur leguni er øgiligt vónbrot. B68 sigurin ber við sær, at toftamenn við 15 [...] kendist tað sum um, at viljin og hugburðurin hjá teimum á heimaliðnum vóru frægari, og B68 vann seg til fleiri hornaspørk, uttan at tað eydnaðist at skora. At Fríði í Túni Petersen og Jovan Coronjic vórðu skiftir [...] høgru, og uppleggið átti miðverjin Jónas Prior. Nú eiga vágamenn at iðra seg illa um, at teir ikki megnaðu at skora fleiri enn eitt mál, tí í ein tíma og meiri enn so vóru teir greitt omaná og vunnu seg
HB sigurin ber við sær, at HB hevur 30 stig og er undir liðini á B36. Tað eru tvey stig fram til Víking og fýra stig fram til KÍ. Soleiðis sum gongdin og avrikini hava verið seinastu fleiri ferðirnar [...] odda. Tað var eftir deyðbólt og sera lítið sannførandi verjuavrik, at norski álopsspælarin var knappur og úr stuttari fjarstøðu setti bóltin í málið. HB legði bragdliga fyri, og fyrsta lítla hálva tíman vóru [...] veg ímóti heiðursmerkjaplássi og meiri enn tað. Næsta royndin hjá HB verður sunnudagin, tá ið B68 verður gestur í Gundadali. Troyttu klaksvíkingarnir mugu rinda møðina og royna at reisa seg, tá ið teir
ímóti AB, og so var tað, tá ið B36 fyri tveimum vikum síðani tapti 2-0 í Klaksvík. Sigurin ber við sær, at B36 hevur 33 stig og er undir liðini á HB. Tað eru sjey stig fram til oddaliðið NSÍ, og tað er eitt [...] málmøguleikar, og eitt nú var liðformaðurin Jasper Van Der Heyden einsamallur við B36 málverjanum, men tann tvídystin vann Silas Eyðsteinsson í B36 málinum. Eitt stórt korter var farið, tá ið B36 javnaði til [...] hevði vitjan av B36. Hetta er annar sigurin hjá B36, síðani Jákup á Borg tók við aftur sum venjari. Hetta var triði dysturin hjá Jákupi við stýrisvølin. Fyrsti dysturin var á ólavsøku, tá ið B36 vann 1-0 ímóti
áttanda plássi við 20 stigum. Tað eru tvey stig aftur til 07 Vestur og fýra stig aftur til B68, og tað er eitt stig fram til Skála ÍF og trý stig fram til AB. KÍ fer leygarkvøldið at spæla finalu í kappingini [...] tá ið KÍ og EB/Streymur í kvøld í góðveðrinum í Klaksvík settu punktum fyri 21. leikumfari í Meistaradeildini. Úrslitið ber við sær, at KÍ hevur 41 stig og er trý stig frá NSÍ, sum er topplið og favorittur [...] Tað var eftir fríspark og fínt uppspæl, og tað var Oussama Ali, sum átti næstsíðsta fótin á. Fyrstu løtuna eftir steðgin vóru tað fleiri spentar støður frammanfyri KÍ málið, og eitt nú hevði miðvallarin
eru NSÍ-EB/Streymur og HB-B68. Klokkan 17.15 verður dystur á Dungasandi í Sørvági millum 07 Vestur og B36, og klokkan 18.30 byrjar dysturin undir Mýruhjalla á Skála millum Skála ÍF og Víking. Mánakvøldið [...] klokkan 18.30 spæla AB og KÍ inni í Vika á Argjum. FM1 sigur beinleiðis frá dystunum HB-B68 og 07 Vestur-B36. Verður hugt eftir miðaloddsunum hjá altjóða veddingarfyritøkum, so hava NSÍ og HB eina sera stóra [...] stóra favorittstøðu. Víkingur og B36 hava eisini favorittleiklutin í sínum, men í ein minni mun sammett við NSÍ og HB. HER eru miðaloddsini upp á teir fýra dystirnar: ##med2##
í fjør og í ár hevur verið Noah Mnenéy, men hann verður ikki á HB liðnum næstu vikurnar. HB skrivar soleiðis: Noah brotið beinið Í dystinum ímóti B68 kom Noah illa fyri. Hann var skiftur út, og røntge [...] ngin fer í gongd. Noah var stuðlaður av vøllinum av liðfeløgum og hjálparfólkum eftir nærdyst, sum kostaði Sebastian Lau Nielsen hjá B68 reytt kort fyri takling inn á fótliðin. Noah Mnenéy hevur seinastu