Ein álvarslig bussvanlukka hevur kravt 12 mannalív í Ungarn tíðliga í morgun. Tíggju onnur fólk eru løstað. Talan var um ein pólskan ferðafólkabuss, sum koyrdi eftir motorvegi M3 móti býnum Nyíregyháza [...] bussførarin er afturhildin. Myndir av vanlukkustaðnum vísa ein reyðan buss við stórum skaðum liggja á síðuni í veitini. Rútar eru brotnir, og viðføri liggur spjatt kring bussin. Pólski forsetin, Karol Nawrocki [...] hevur sent samkenslu til familjur og avvarðandi hjá teimum, sum lótu lív. Pólski uttanríkisráðharrin, Radosław Sikorski, upplýsir, at talan var um ein ferðafólkabuss við pólskum ferðafólkum. Pólsku konsula
vnd Løgtingsins, sum í løtuni viðgerð uppskot frá Tjóðveldi og Framsókn um at hækka orkuískoyti, inntøkumørk og ognarmørk. Tølini fevna bara um tey, sum formliga hava søkt. Fólk, sum ringja til Almannaverkið [...] Felagsskapurin vísir á, at ein familja ikki brádliga verður væl fyri, tí ársinntøkan liggur eitt sindur oman fyri eitt ásett mark. Sama fyrivarni verður tikið við ognarmarkinum. Ein familja kann hava ogn á [...] eisini, at skipanin eigur at vera einføld, greið og lætt atkomilig – og so sjálvvirkandi sum gjørligt. Familjur, sum eru fíggjarliga ella sosialt sperdar, hava ikki altíð yvirskot til sjálvar at finna st
pørtum av oynni. Indonesia liggur í jarðskjálvtaøkinum kring Kyrrahavið, sum verður nevnt »eldringurin«. Annar jóladag í 2004 varð Indonesia rakt av einum jarðskjálvta, sum varð máldur til 9,1. Hann elvdi [...] anum var 68 kilometrar í ein útnyrðing úr býnum Ende á oynni Flores, upplýsir amerikanski jarðfrøðistovnurin USGS. Fleiri harðir eftirskjálvtar hava síðani verið í økinum. Ein teirra varð máldur til 6 [...] 6,1. – Brádliga fór alt at ristast, og eg fór í panikk, sigur 31 ára gamli Lukas Lotar, sum arbeiðir á einum sjúkrahúsi í økinum, við AFP. Hann greiðir frá, at sjúklingar flýddu úr sjúkrahúsinum, og at
heimsbardaga, at ein flokkur ytst á høgraveinginum kemur til valdið í einum týskum landsparti, skrivar týska tíðindastovan dpa. Langt er niður til næststørsta flokkin. Konservativi CDU, sum í løtuni stendur [...] flaggið veittra við almennar skúlar. Í Sachsen-Anhalt og fýra øðrum týskum landspørtum er AfD flokkað sum ein »høgraekstremistiskur felagsskapur« av týsku innanlands fregnartænastuni, sambært dpa. Hinir flokkarnir [...] tríggjar flokkar í Sachsen-Anhalt, stendur sambært kanningunum til umleið 23 prosent. Sachsen-Anhalt liggur í eystara parti av Týsklandi og hevur góðar 2,1 milliónir íbúgvar. »Vandamiklasti maður Týsklands«
málið lagt fyri ráðharra til endaliga avgerð. Rosebank liggur umleið 130 kilometrar í ein útnyrðing úr Hetlandi og er størsta oljufeltið í økinum, sum enn ikki er útbygt. Samlaða nøgdin av olju og gassi verður [...] verður mett at svara til meira enn 350 milliónir tunnur av olju. Økið liggur bara 15 kilometrar frá føroyska sjómarkinum. Adura, sum er stovnað eftir samanleggingina av bretsku frálandsvirkseminum hjá Equinor [...] oljuvinnan vísa hinvegin á arbeiðsplássini og búskaparliga virksemið, sum verkætlanin kann skapa. Hetlandski tinglimurin Hannah Mary Goodlad, sum áður arbeiddi hjá Equinor, sigur, at málið ikki verður avgjørt
Samstundis sigur ein fyrrverandi skipaeftirlitsmaður seg ikki hava funnið nakrar feilir á skipinum. Bandero, sum felagsskapurin hjá hvalaaktivistinum Paul Watson eigur, sleppur fyribils ikki úr íslendskari [...] havn. Skipið verður hildið aftur sum fíggjarlig trygd, meðan málið verður viðgjørt. Tað merkir ikki, at Hvalur hf. hevur fingið ognarrættin til skipið. Bandero liggur nú í Akranesi. Fann ongar feilir Íslendska [...] Íslendska kringvarpið RÚV hevur verið umborð á Bandero saman við Einari Jóhannesi Einarssyni, sum er maskinmeistari og fyrrverandi skipaeftirlitsmaður hjá íslendska Samferðslustovninum. Eftir at hava kannað
uttanríkis-, trygdar- og verjupolitiska samstarvsráðnum. – Í einum heimi, sum broytist skjótt, skulu vit standa tætt saman við teimum, sum standa okkum allar nærmast, sigur Mette Frederiksen í tíðindaskrivi [...] felagsskapinum millum Føroyar, Grønland og Danmark. Styrkin liggur sambært henni í tí beinleiðis og álitisfulla sambandinum og í opinleikanum um tað, sum er torført. Trygdin í Norðuratlantshavi Ríkisfundurin [...] knappar fýra milliardir krónur – í sjey ára skeiðnum frá 2028. Harumframt hevur ES-nevndin umrøtt ein íløgupakka til Grønlands upp á meira enn 150 milliónir evrur, svarandi til góðar eina milliard krónur
oyggjaleikabreyt, sum er 3 km til longdar og harafturat við gøtum innií. Talan er um eina breyt við í minsta lagi 30 metra frástøðu til rossagøtuna, og í flestu støðum væl meira enn tað. Ein greið sundurskiljing [...] viðmælti náttúrufriðingarnevndin ætlanina við ávísum treytum. Málið liggur nú í Yvirfriðingarnevndini, og fundur verður 17. august, har ein avgerð møguliga verður tikin. Gongdin í málinum Sersambandið fyri [...] uppskot Eftir fundin kom Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon aftur við einum tillagaðum uppskoti, sum var minni í vavi enn upprunaliga ætlanin. Tað uppskotið varð samtykt á býráðsfundi tann 26. februar
Dagsins Copernicus-mynd vísir ein part av Western Cape í Suðurafrika og tey sermerktu Cape Fold-fjøllini, sum ganga tvørtur um landslagið har suðuri í landinum. Fjøllini liggja sum langir, næstan parallellir [...] sæst týðiliga, hvussu landslagið broytist frá strondini og inneftir í landið. Myrkabláa Atlantshavið liggur fram við strondini, meðan grønu litirnir vísa gróður og dyrkað lendi á slættunum og í dalunum. Longri
Liberalerna. Lítli stjórnarflokkurin, sum leingi hevur ligið langt undir fýra prosenta sperrumarkinum, fær nú 5,8 prosent í einari nýggjari Novus-kanning. Tað er ein ógvuslig framgongd frá 1,9 prosentum [...] Fyri fáum vikum síðani bendi mest sum alt á, at Magdalena Andersson fór at vinna svenska ríkisdagsvalið og taka stjórnarvaldið frá Ulf Kristersson. Men fýra dagar undan valinum er støðan broytt munandi [...] prosent. Stjórnarflokkarnir og Sverigedemokraterna fáa 48,1 prosent. Munurin er 2,6 prosentstig og liggur innan fyri óvissumarkið. Tað merkir, at valið sunnudagin nú kann fara báðar vegir. Samstundis vísir