stevnu. -Vit fáa á henda hátt nógv at vita frá teimum, sum eru uppi í vinnuni og hetta gevur okkum so aftur møguleikar at tjakast um hesar spurningar, og tað er umráðandi nú undan viðgerðini á tingi av komandi [...] legði Árni Olafsson aftrat og vísti á, at fiskivinnan er nr. 1 á føroysku dagsskránni. Brúkið fantasiin Formaðurin í Oljuráðleggingarnevndini hevði eisini eina áheitan á oljufeløgini. Hann vónaði, at tey [...] standa á búskaparliga. Hann vísti til fyrilesturin hjá Hjalta í Jákupsstovu, har hesin hevði ávarað móti tí skaða, sum seismikkurin kundi gera á eitt nú gýtingarstovnarnar. Hann spurdi, hvussu tað ber
býttasta fólk á hesi jørð - tí fornuftin kemur ongantíð inn í okkara skalla - hvussu víkir og vendir. Fyri nøkrum árum síðan høvdu vit myndabløð. Fyrst kom Eygað - og tað gekk jú strálandi - fólk keyptu [...] n og landsbankastjórin rópa nú varskó. Vit eru á veg aftur í 80-ini. Men hvar eru fíggjarstovnarnir í hesum spæli? - Eiga teir ikki at síggja skriftina á vegginum - og ikki bara hugsa um dagin í dag? Tí [...] afturat. Hví setir Ferðaráð Føroya ikki í sín faldara, at her býr verðins býttasta fólk? So kundu vit kanska fingið fólk úr Kaukasus og Honolulu henda veg, tí tað má verða nokk so stuttligt at síggja slíkt
Sum so byggir hon á kunnleika og vitan - hvussu tú við hesum báðum amboðum kann fáa ein annan part til at skilja tína støðu betur og helst hava virðing fyri henni. UNDIR orðaskiftinum á tingi um setan av [...] av einum føroyskum talsmanni í Bruxelles hevur orðið verið nógv brúkt. Nevniliga í merkingini, hvussu ein tílíkur talsmaður kann vera við til at ávirka politikarar o.o. í øðrum londum at skilja støðu okkara [...] EITT orð sum sjáldan verður havt á lofti í Føroyum er lobbyistur - lobbyvirksemi. Í orðabókini stendur hetta til at merkja krókapolitikari - krókatutl. NÚ vit eru við at gerast ein meira integreraður partur
við). Tílík navnorð hevur onkur nevnt gerðarnavnorð, tí tey eru heiti á einum ið útinnir onkra gerð. Men hetta eftirskoyti er nógv meira virkið enn so, tað kann eisini verða fest upp í orð ið ikki endiliga [...] 10-tonsari. Somuleiðis er hetta vorðið tann natúrligi hátturin at gera orð fyri heiti á fólkasløgum. Væl eru styttri heiti á fólkasløgum, eitt nú íri, dani, kroatur, tamilur og turkur, men tá ið vit skulu nevna [...] Ja, talan er í roynd og veru um vanvirðing av sínum egna máli. So góðu fólk, lat okkum taka okkum saman og fáa hetta uppá pláss! Á Føroyamálsdeildini, 10. juni 1997 Eivind Weyhe
Hon ávaraði móti hesum trupulleikar, og nevndi, at tað er upp á tal at gera eina serlóg fyri øll ES-lond at revsa fólk, ið gera seg inn á børn - eisini í øðrum londum. Endamálið er at fanga tey ella teir [...] Jóannes Eidesgaard øtaðist á frágreiðngarnar, ið komu fram. Har var m. a. sagt, at tað, sum fram er komið um pedofeli í Belgia bert er toppurin á ísfjallinum. - trupulleikin er nógv størri, enn vit geva okkum [...] stórur munur á londum, taka vit eitt nú munin millum Portugal/Spania og Danmark/Svøríki. Sagt verður eisini, at um Pólland hevur ein fíggjarligan vøkstur upp á 5% um árið í 20 ár, kemur landið upp á sama støði
Í sambandi við setanina, ið fer fram á kaiøkinum - við Vestsalmon - fara ítróttarfólk saman við kappríðarum at ganga skrúðgongu frá kappróðrarneystinum og inn á kaiina. Eisini fara Kollafjarðar sangkór [...] fram, verður ymisk søla á kaiøkinum og okkurt til børnini at stytta sær um tíðina við. Beint aftaná kappróðurin handar Øssur av Steinum vinnandi manningum steyp og heiðursmerki. Á parkeringsplássinum við [...] Sundalagsstevnan skiftir millum Kollafjørð, Hósvík og Hvalvík. Longu hóskvøldið verður fyrsta tiltakið á stevnuni, tá stórt stevnubingo verður í bygdarhúsinum. Fríggjakvøldið klokkan 18.00 fer stevnuteitið
komu inn á skiparakamarið, har Martinus skuldi undirskrivað rapportirnar. Hóast Martinus yvirhøvur ikki visti, hvat stóð á hesum pappírum, gjørdi hann seg rættiliga álvarsaman. Setti brillurnar á nøsina [...] beint aftan fyri meg. Eg vendi mær á, og júst í teirri løtu vendi eisini tann, ið sat hinumegin steinin, sær á. Og tit skulu trúgva mær, eg sá beint inn í andlitið á amerikanska forsetanum³, bedýraði Martinus [...] niður at ørkunum, og skrivaði so at enda undir. Mat fekk hann bornan inn á kamarið fleiri ferðir um dagin. Manningin spurdi hvussu heilsan var, og hann lat illa at. Soleiðis gekk til teir komu til New York
verið nøgd við viðurskiftini, tí veruleikin er, at einki skil hevur verið á. Býráðsformaðurin sigur, at kommunan hevur í nógv ár ligið á landsmyndugleikunum fyri at fáa teir at royna at fáa eftirstøðuna inn [...] einki, kommunan als onga ávirkan skal hava á, hvussu eitt so heilt avgerandi mál verður umsitið. So leingi, vit ikki hava innkrevjingina um hendi, standa vit á berum, og vit halda, at tað kommunala sjálvstýrið [...] Havnar at arbeiða á almennum stovnum, men tey verða øll skattað í kommununi, har tey búgva. Teir almennu stovnarir, sum eru í Havn eru ikki bara góðir. Í kjalarvørrinum á teimum er eisini nógv negativt og
áðrenn hann fer á pallin. Á tann hátt vónar hann, at tað fer at bera til. Men tá hann so er komin á pallin, tá fara nervarnir veruliga at gera um seg. Men tað klárar Jákup við at smílast nógv, finnur taktina [...] Eg læri nógv fólk at kenna, samstundis sum eg læri at føra meg fram sum modell. Tað er nógv, tú skalt læra, áðrenn tú byrjar. Í flestu førum er ein kona ella onkur annar, ið sigur okkum, hvussu vit skulu [...] Sparta-Sport í Gøtu. Eg kendi stjóran á Sparta Sport, og ein dagin spurdi hann meg, um eg hevði hug at ganga modell fyri handilin. Síðani havi eg gingið modell av og á, sigur Jákup Olsen. Fyri kortum gekk
Sigmund sigur, at sum heild eru brotsmenninir heilt vanlig fólk, men okkurt er bara gingið galið fyri teir. Teir flestu eru eisini fitt fólk. Lesa nógv Nógvir av fangunum vilja bara hava frið, meðan teir eru [...] Í lærutíðini hevur hann verið runt á øllum deildum, men til endans verður hann fast onkrastaðni. Tað er best at arbeiða fast á einum stað, tí vit hava jú við fólk at gera, og vit eru kontaktfólk hjá [...] í Herstedvester. Starvsfelagarnir eru fittir, og samanhaldið gott. Tað hevur nógv at siga, tá tey hava við so nógv ymisk fólk at gera. Sjálvt um Sigmundi dámar væl at vera fangavørður, er hann ikki heilt