Føroysk virki og føroyskar fyritøkur vanta millum 800 og 1.500 milliónir krónur í eginpeningi, áðrenn tey eru á sama stigi, sum fyritøkur og virki í grannalondunum. Tað sigur sonevnda Eginpeningsnevndin [...] fyritøku og eina danska fyritøku. Báðar fyritøkurnar framleiða somu vøru innan oljuídnað, og tey hava eins nógv starvsfólk. Eitt enskt oljufelag skal inn í eitt samstarv við annað teirra, og kannar so [...] jørt mikudagin. Og nevndin skjýtur upp, at vit fáa ein partabrævamarknað settan á stovn í Føroyum. Endamálið við einum slíkum marknaði er at menna virki og fyritøkur, serliga smærru og veikaru virkini
hesar gudsmenn, at »når de kan sidde og drikke og larme 2 eller 3 nætter og dage tillige, lade skyde og fyre for sig ved hver skål som fulde soldater og galne mennesker og giver 1 rigsdaler for hvert skud [...] »Barbara« - ella »Barba og harra Pál«, sum hon eitur í týðingini hjá Christiani Matras - er søgnin »Beinta og Peder Arrheboe« úr »Færøske Folkesagn og Æventyr« hjá Jakob Jakobsen, og høvundurin hevur felt [...] frá fyrru giftuni, og ár 1700 - tað árið hann doyr - fáa Beinta og hann ein son. Um viðurskiftini millum Beintu og Jonas Jonæssen annars vita vit einki, meðan vit um hann - eins og um teir flestu prestar
Hvalspýggjan og Taraloppan, hvørs upplivingar og ofta truplu livikor verða lýst í melodiøsum og stundum stuttligum løgum. Ein styrki í hesari fløgu er nevniliga samspælið millum orð, løg og framførslu, [...] rútmum og heitum og dámi styðjar ta dramatisku søgugongdina, sum flest øll munnu kenna. Kanska eitt bindilið millum tann føroyska og skotska mentanararvin, ið hóast alt er upprunin hjá Anniku og musikarunum [...] á ICIS-fundi, fáa samtíðin og tey aktuellu viðurskiftini sítt, og ber hetta lagið ikki sørt brá av tátti, sum við speisemi og talumáli avdúkar nuancur hjá bæði sangara og yrkjara. Sangirnir, ið eg kortini
avstað, og síðan seinni royna at hjálpa konuni og dóttrini at flýggja. Um náttina fór báturin oman eftir Saigonánni og helt til havs. Báturin var fimtan metrar langur og tveir metrar breiður, og í honum [...] háskúlanum í Hué í 1974. Eftir lokna útbúgving arbeiddi hann hjá einum amerikanskum ráðgevandi felagi, sum millum annað stóð fyri vegagerð í Suður Viet Nam. Men eftir at Norður- og Suður Viet Nam vórðu løgd [...] Hai skipað fyri at konan og dótturin kundu flýggja við einum báti ein mána seinni. »Báturin sakk, og øll sjeyti fólkini druknaðu,« sigur Kim Hai við einum syrgnum eygnabráði. Eftir tríggjar mánaðir í Singapore
duga væl at skilja enskt og at greiða frá tí, sum tey bera fyri brósti. Fyrimunur og ein avbjóðing Um munin at arbeiða á Landssjúkrahúsinum og í so lítlum landi, siga tær báðar Ulrika og Sepideh, at eyðsýndir [...] verið í Týskalandi í eftirútbúgving, og er nú aftur í Føroyum. - Um tað at vera útlendingur og tosa við foreldur, sum kanska eru bangin og ótrygg um sjúka barnið, og ikki duga at tosa teirra mál, endurtaka [...] arbeiðir sum lækni á sjúkrahúsinum í Klaksvík, og hon kom at vitja hann í summarfrítíðini. - Eg bleiv rættiliga hugtikin av landinum og náttúruni her, og av forvitni fór eg inn á gólvið á Landssjúkrahúsinum
ov stóran mun av litríkum vónum og ofta sveimandi fyrigyklingum um m.a. olju- og ferðavinnu. Sjálvsagt skulu nevndu vinnugreinir eins og aðrar hava bestu fyritreytir, og sjálvsagt skal Fróðskaparsetrið [...] bæði styttri og greiðari, vit verða átalað fyri at herma eftir útlendskum, orðafelli tykjast lofnað, okkurt er heldur enn ikki løgið o.a.s. Málnevndin eigur at geva ráð og vísa á gongda leið, og ikki at t [...] st og nær tey ikki skulu tað o.m.a. stinga seg støðugt upp hjá nógvum okkara, ið skriva dagliga. Tá neyðin hevur verið stór, hevur ein ringt til persónar við innliti í mállæru og/ella málnýtslu, og onkur
øðrumegin og norðmenn og danskarar hinumegin. Norðmenn og danir gingu saman og vóru fyrstir at byggja eina útgerðarstøð, sum varð nevnd Agricohavn. Fólkatingsmaðurin Petur Mohr Dam var á ferð har yviri og var [...] Friðurin var ikki meir enn boðaður í 1945, tá Johan Godtfred í Vági legði til brots við sínum »Norðfari« og fór til Grønlands at fiska. Hann ætlaði at fylla seg við kalva og selja á bretska marknaðinum, men [...] ísfisk, og menn vóru skjótir av landinum at keypa snurruváðsbátar og trolarar. Nakrir løgdu kortini ætlanir um at keypa stórar skonnartir til grønlandsveiði. Keyptar vóru eitt nú »Patricia«, »Borgin« og »G
landið, eru 12 løg, 10 føroysk og tvey ensk. Eyðun Nolsøe hevur gjørt øll løgini, ein tekst hevur Steintór Rasmussen skrivað, og ein tekst hevur Eyðun gjørt saman við Steintór Rasmussen og Jógvan Andrias Joensen [...] hugburði, og seta lurtaran í eina støðu, har hann skal gera av, um hann er samdur ella ósamdur við mær. Eg havi yrkt meiri frítt, og havi lagt meg eftir at fáa orð og tónleik at smelta saman, og harvið skapa [...] nógv, lærir av hendingum, og tú gerst klókari. Hjá mær liggja so nakrir sangir eftir og vísa á nakað, sum eg havi verið ígjøgnum ? Tónleikur snýr seg um at skapa stemningar, og tað hava vit eisini arbeitt
handrit liggja eftir Bruun Eftir at Gudmundur Bruun var deyður, skrivaði kona hansara Edel Bruun til mín, at eftir Gudmund Bruun lá m.a. ein týðing til føroyskt: »Kristi eftirfylging«, eftir týska prestin [...] bumbaðu sundur og saman. Heima sótu vit við ótta og vistu ikki, um Jóhan var livandi ella deyður. At týskararnir løgdu á at bumba Kristiansund var tí, at Hákun, kongur og fylgi hansara flýddu og krógvaðu seg [...] Føroya at vitja eftir krígslok 1945. Føroyingar í Danmark høvdu sent hann heim. Teir hildu, at hann átti at søkja prestaembætið í Suðurstreymoy, sum tá var leyst, og verða próstur í Føroyum eftir J.Dahl, sum
felagsstøðu til spurningin, og at endamálið við eini avkláring millum Føroyar og Danmark má vera greitt. Eftir mínum tykki, so er greiðasta leiðin ein breið politisk og prinsipiell semja og avgerð um, at Føroyar [...] ríkisrættarliga og samfelagsliga framtíðarstøða okkara eigur at vera. Eftir krígslok var flestum greitt, at ikki bar til at venda aftur til amtsstøðuna. Eftir drúgvar samráðingar millum føroyingar og danir í [...] flokkurin má vera komin eftir, at ?stig fyri stig?-politikkurin eru stig aftur eftir hæli. Og Tjóðveldisflokkurin sleppur ikki undan at svara spurninginum ?Sjálvstøðugt ríki og hvat so??. Breiða føroyska