kommunan fer at bjóða til morgunmat í ítróttahøllini. Í Vestmanna kommunu vísa tey á, at nú kunnu borgarar senda inn uppskot um, hvør eigur at fáa ársins herðaklapp. Í uppskotinum skal grundgevast fyri, [...] heiðurin. Uppskot kunnu latast í postkassan á Bakkavegi 8 - ella sendast til vestmanna@vestmanna.fo, og freistin at senda inn uppskot er mánadagin 24. august. Vestmannadagarnir verða í døgunum 2. til 6. september [...] Á Vestmannadøgunum í ár fer Vestmanna kommuna aftur at heiðra ein persón ella felagsskap, sum hevur skarað framúr og gjørt ein serligan mun til gagns fyri onnur og fyri bygdina. - Ársins herðaklapp verður
Manshondbóltsliðið úr Odense, GOG, sum var í Føroyum um vikuskiftið í sambandi við nakrar venjingardystir, brúkti sín frídag í Vestmanna. - Hópurin vildi fegin sleppa at fiska, og tað var skjótt, at fimm [...] ættarbond úr Vestmanna, hevði turra grind og spik við til sínar liðfelagar. Úr Vestmanna verður sagt, at tað var ein sera væl nøgdur hópur, sum kom aftur á land eftir nakrar góðar tímar á sjónum og í føroysku [...] heimasíðuni hjá Vestmanna kommunu. - Veðrið var av tí allar besta, hýrurin var góður, og fiskiskapurin var nøkunlunda. Lagt verður aftrat, at á túrinum varð eisini siglt fram við landi og inn í nakrar holur
verið hjá løgregluni í sambandi við tiltøkini. Í Klaksvík vórðu tríggir persónar í nátt burturvístir frá einum skeinkistaði. Klokkan 21.40 í gjárkvøldið fekk løgreglan fráboðan um eld í einum bili á Velbastaðhálsi [...] eldur var komin í motorrúmið. Tvey fólk vóru í bilinum, men eingin kom til skaða. Um klokkan 16.15 í gjár fór ein persónbilur út av vegnum oman fyri Vestmanna. Bilurin var á veg úr Vestmanna niðan móti Gassadali [...] Í sambandi við regattuna varð ein persónur skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglarnar og fær bót. Viðkomandi var nakað ov nógv ávirkaður av rúsdrekka og bar seg ófantaliga at. Annars hevur lítið verið
Fyrstu vikuna í september verða árligu Vestmannadagarnir, og aftur í ár kunnu vit gleða okkum til nakrar dagar á tremur við upplivingum, hugna og góðari samveru, skrivar vestmanna.fo. Vestmannadagarnir [...] sjálvsagt aftur í ár – millum annað felags morgunmaturin, laksurin og stóra konsertin um kvøldið. Harumframt verða fleiri nýggj og spennandi tiltøk at gleða seg til, skrivar vestmanna.fo.
sum ein liður í at økja um virksemið hjá Vestmanna Havn. Tað gingu ikki meira enn tveir dagar, so hevði Vestmanna bygdarráð tikið avgerð um, at slíkum gangi skuldu borgarar í Vestmanna ikki líða undir [...] um at nokta slíkum órógvandi skipum at bryggju í Vestmanna. Sostatt segði Vestmanna bygdaráð nei takk til inntøkur frá larmkeldum. Bygdarráðið í Vestmanna vísti, at málið er so sára einfalt. Tey lurtaðu [...] tóku eina avgerð. Áhugin er trivnaðurin hjá borgaranum í Vestmanna og ikki bert lætt vunnir pengar í kommunukassan. Men so er ikki á Tvøroyri. Í staðin fyri at vera ein fyrimyndarlig kommuna fyri sínar
gongubreyt í Miðalsbrekku. Í hesum umfari verður gongubreyt gjørd frá ovasta parti av Hornavegi og yvir til brúnna, har Neslíð og Bjargalíð møtast. Soleiðis siga tey í Vestmanna kommunu. - Í fjør fór kommunan [...] Miðalsbrekku um fýra ár. Í Vestmanna kommunu vísa tey á, at fyrsta húsið í Miðalsbrekku varð liðugt bygt í 1980, og síðan tá er býlingurin vaksin nógv. - Í dag eru umleið 90 sethús her, umframt aðrir bygningar [...] na í Miðalsbrekku. Tá varð gongubreyt løgd frá niðasta parti av Hornavegi og til barnagarðin Gjáarlon. Ætlanin er at gera eina nýggja gongubreyt á hvørjum ári, so komið verður runt á øllum vegum í Miðalsbrekku
samanhang til kristindómin. Í Vestmanna kirkju vísa tey á, at summi helst minnast Ronald Risvig, tí hann var fótbóltsvenjari hjá ÍF í Fuglafirði í 1981, og hann hevur vitjað aftur í Føroyum heilar 35 ferðir [...] Fyrilesturin varar í umleið hálvan tíma, og í steðginum verður ein drekkamuður at fáa í forkirkjuni. Sjálvur sigur Ronald Risvig, at hetta er ein fyrilestur um hin reyða tráðin í lívinum, sum hann lýsir [...] hvønn týdning tey hava havt í mínum lívi. Danski presturin fer eisini at lýsa, hvønn týdning fótbóltur hevur havt fyri hansara máta at hugsa uppá. - Hetta seti eg í fyrilestrinum í samband við sangirnar “Den
Í dag er regattasigling í Sundalagnum og stevna í Hósvík, í Vági verður Ljósfest í morgin, og hetta vikuskiftið er eisini ovastevna í Nólsoy, umframt at kampingtreff er í Skálavík. Ovastevna hevur í fleiri [...] verið ein bátastevna, og tað er vanligt, at fleiri av bátunum, sum eru við í regattasiglingini í dag, halda leiðina fram út til Nólsoyar í morgin. Seinnapartin í dag og í kvøld eru fleiri tiltøk í Hósvík [...] Tað verður skýggjað við sólglottum, og onkur æl - í støðum mjørki. Í nátt hækkar hann upp í útnyrðing, og hitin fer at liggja millum 10 og 15 stig. Í morgin, leygardagin, sum verður hin stóri dagurin á
Í meira enn sjey áratíggju hava ættarlið av vestmenningum gingið í gamla skúla í Vestmanna. Nú fer skúlin, sum fólk kenna hann, í søguna. Í hesum sambandi verður skúlin opin fyri almenninginum sunnudagin [...] ganga ein seinasta túr eftir kendu gongunum, hyggja inn í floksstovurnar og kanska finna gomul minnir fram aftur. Gamli skúli varð tikin í nýtslu í 1951. Síðani hava børn lært at lesa og skriva har, fingið [...] tónlistarligu upplivingar í skúlanum. Í sambandi við høvuðsumvælingina verður nógv av gamla innbúgvinum ikki brúkt aftur. Talan er millum annað um skáp, hillar, knakar, lampur og gardinur. Í morgin verður møguligt
bleiktrandi stjørnunum í sjónvarpsrøðini Hoydalar, sum Kringvarpið sendi fyrr í ár. Bjarki Virgarsson Trondesen er úr Vestmanna, og hann hevði fleiri frálíkar tulkingar av kendum sangum í Hoydølum – ikki minst [...] minst var hansara útgáva av sanginum "Spor í sandi" hjá Martini Joensen framúr. Sangurin fekk nýtt lív og varð eitt hitt. Síðani luttøkuna í Hoydølum hevur Bjarki framført til ymisk tiltøk kring landið [...] landið. Hann hevur eisini givið sín fyrsta sang út. Sangurin eitur "Fool" og kom út í mai mánaði. Bjarki hevur framførslu í Silvalandi á Summar Festivalinum, sum verður hildin komandi vikuskifti. Bjarki syngur