skal nú kanna málið og gera líkskurð. Pápi hennara, Skip Panettiere, hevur í eini fráboðan til ABC News váttað andlátið. Hayden Panettiere hevði fylt 37 ár fríggjadagin. Hon fekk sítt stóra gjøgnumbrot [...] Leikluturin gav henni tvær Golden Globe-tilnevningar. Hon var eisini kend sum Kirby Reed í fleiri av filmunum í ræðufilmsrøðini Scream . Í 2023 tók hon leiklutin uppaftur í Scream VI . Hayden Panettiere
okkum børnum fekk tú øll at flenna at tí, ið tú fann uppá at upptraðka við. Um ikki eg hevði upplivað teg spæla klaver og tann serliga mátan, fingrar tínir leikandi raktu tangentarnar, so hevði [...] viðhvørt hevði tú likkuegg við heim og einaferð var tað ein livandi hara. Hon doyði tíðanverri av skrekk. Tú kallaði meg krákuna hjá tær, og gav mær ein krákuunga. Tað var fitt, og eg var góð teg
nøgdin av olju og gassi verður mett at svara til meira enn 350 milliónir tunnur av olju. Økið liggur bara 15 kilometrar frá føroyska sjómarkinum. Adura, sum er stovnað eftir samanleggingina av bretsku [...] ss. Ætlanin er at framleiða umleið 69.000 tunnur av olju um dagin, tá framleiðslan er størst. Tað svarar sambært felagnum til umleið tíggju prosent av væntaðu oljuframleiðsluni á bretska landgrunninum [...] avgjørt av skotsku stjórnini. Hon heldur, at bæði arbeiðspláss, innkeyp í heimliga vinnulívinum, útlát og onnur viðurskifti eiga at verða tikin við í metingina. Verður verkætlanin endaliga góðkend av bretsku
sambært Watson nýtt til at gera málið til eina altjóða tíðindasøgu, sum millum annað varð umrødd av CNN og Sky News. Tvístøða um skipsskjølini Íslendskir myndugleikar hava sett spurnartekin við, um skipsskjølini [...] at taka sær av málinum. Watson sigur, at felagsskapurin sjálvur hevur próvtilfar um møgulig brot hjá hvalaveiðiskipunum. Hann nevnir millum annað ein hval, sum sambært honum varð raktur av fýra spreingiskutlum [...] íslendskir myndugleikar tóku ræðið á skipinum, handtóku manningina og fluttu flestu manningarlimirnar av landinum. – Endamálið við øllum, sum vit gera, er at fáa fólk at varnast tað, sum fer fram, sigur Watson
tríggjar kvinnur og eitt barn. Tvær av kvinnunum sótu framman í bilinum. Á baksetrinum sótu ein kvinna í tjúgunum og eitt barn. Bæði eru í álvarsligari støðu, skrivar Sky News við írsku løgregluni sum keldu [...] tekniskar kanningar vórðu gjørdar. Likamini av teimum fimm dreingjunum eru flutt á Naas General Hospital, har líkskurðir skulu gerast. Hetta er onnur álvarsliga vanlukkan av hesum slagnum nærindis Dublin í stutta [...] avleiðingunum, sum koyringin kann fáa fyri ósek fólk og tey, sum koyra, sigur politistjórin sambært Sky News. Familjan í mótkoyrandi bilinum var sambært løgregluni á vegnum uttan nakra skyld, tá bilurin við
sostatt ein samlaðan 6-0 sigur. HER ber til at lesa dystarfrásøgnina hjá Jóannesi Hansen: https://in.fo/news-detail/nu-hongur-ki-i-kloenum-europatradi KÍ skal nú spæla tveir røkk støkk dystir móti lettiska liðnum [...] pólskum frásøgumanni at síggja hæddarpunktini frá dystinum KÍ-Lech Poznan 0-5 (0-1). Við eitt sindur av neyvleika kundi KÍ skotið minst tvey mál í kvøld: ##med2##
Carmichael og nývalda hetlendska tingkvinnan Hannah Mary Goodlad fara í næstu viku at halda eina røð av almennum fundum um ætlanina at gera undirsjóvartunlar í Hetlandi. Átakið, sum hevur fingið heitið Tunnel [...] hesa framgongdina, sigur Alistair Carmichael. Hann leggur dent á, at átakið framvegis skal verða rikið av fólkunum, sum búgva á oyggjunum og hava beinleiðis áhuga í, at ætlanin eydnast. Kostnaðurin 15 milliardir [...] eri sera áhugaður í fíggingarleistinum, sum tey brúka í Føroyum. Eg má kanna hann nærri og finna út av, hvussu tey megna at fremja slíkar verkætlanir á ein fíggjarliga burðardyggan hátt, og um tað kann
orku, men um eina samanseting av báðum, sigur Beinir Johannesen. Níggju brunnar boraðir Leiting eftir olju og gassi fór fram á føroyska landgrunninum frá 2000 til 2014. Spor av bæði olju og gassi vórðu funnin [...] stóran týdning fyri føroyskar vónir um at finna olju og gass. Tað skrivar hetlendska blaðið Shtelands News. Í sambandi við almenna hoyring í Bretlandi um framtíðina hjá Rosebank hevur Jacob Vestergaard, l [...] hevur stóran týdning fyri Føroyar, at oljuvirksemið eystan fyri markið kann halda fram. Ein útbygging av Rosebank kann bæði styrkja vónina um kolvetnisfund føroysku megin markið og skapa arbeiðsmøguleikar
privatum íleggjarum partar av FIFA-kappingunum. Hetta var fyrsta almenna umberingin frá Infantino, síðan hann legði ætlanina fram og seinni tók hana aftur. – Vit harmast mistøkini av sonnum og binda okkum til [...] FIFA-forsetin, Gianni Infantino, hevur slept umstríddu ætlanini um at selja privatum íleggjarum partar av vinnuliga virkseminum kring størstu fótbóltskappingarnar. Tað upplýsir UEFA í einari fráboðan, sambært [...] skuldu taka lut í FIFA-kappingum, stendur í fráboðanini. Krøvini vóru, at ætlanin um at selja partar av teimum størstu kappingunum varð slept, og at FIFA samstundis veitti trygd fyri, at ein líknandi roynd
samband við, at ein stór partvís sólarmyrking verður í Føroyum hin 12. august, har umleið 91 prosent av sólini verður fjald, hava vit keypt brillur til íbúgvar í kommununi. Tað siga tey í Skopunar kommunu [...] í sínari kommunu. Lesið eisini: Kommuna letur borgarum brillur til sólarmyrking https://www.in.fo/news-detail/kommuna-letur-borgarum-brillur-til-solarmyrking