og sostatt ov ungur at koyra prutl. Eigarin av knallertini er skuldsettur fyri at hava latið ein persón koyra, sum ikki hevði loyvi til tað. Prutlið skal nú um Akstovuna, áðrenn tað kann skrásetast aftur [...] 13 ára gomlum dreingi á prutli í Vestmanna. Tað var beint eftir klokkan 21, at løgreglan steðgaði knallertini. Tá løgreglan kannaði hana, vísti tað seg, at hon kundi koyra 74 kilometrar um tíman. Tann [...] aftur. – Hvar eru foreldrini í slíkum føri, spyr vaktleiðarin, sum heldur tað vera ábyrgdarleyst at lata børn koyra á prutli, sum kann koyra 74 km um tíman.
rakt av brádliga íkomnum fíggjarligum trupulleikum. Stuðulin skal vera lættur at fáa Barnabati heldur eisini, at skipanin eigur at vera einføld, greið og lætt atkomilig – og so sjálvvirkandi sum gjørligt [...] altíð yvirskot til sjálvar at finna stuðulsskipanir, umsóknarbløð og freistir. Boðskapurin frá børnum í arbeiðinum hjá Barnabata er, at vantandi pengar ikki eiga at forða teimum í at luttaka í frítíðarítrivi [...] Freistin at søkja verður eftir uppskotinum longd til 1. oktober. Uppskotssetararnir vænta, at millum 400 og 500 húski fara at fáa rætt til hækkaða orkuískoytið. Meirútreiðslan hjá landskassanum er mett til
gerast einvegis Ætlanin hevur eina røð av uppskotum til at broyta ferðsluna í bygdini. Undir Reynum verður skotið upp at gera einvegis omaneftir. Tað skal millum annað gera leiðina millum Sands skúla og [...] førum mettar at kosta millum 50.000 og 75.000 krónur. Størri umbyggingin Í Koytu verður tó mett at kosta umleið 500.000 krónur. Endalig ætlan við ógreiðum endamáli Ferðslutrygdarætlanin er dagfest 17. juni [...] 2025 og verður nevnd ein endalig ætlan. Kortini er ikki ásett, nær einstøku tiltøkini skulu fremjast. Fleiri uppskot hava heldur onga kostnaðarmeting. Tað er millum annað galdandi fyri ljósætlanina og samlaðu
Umleið 15 fólk verða hildin at vera saknað eftir eina brádliga vatnflóð í Grand Canyon-tjóðargarðinum í amerikanska statinum Arizona. Tað upplýsir amerikanski tjóðargarðsmyndugleikin National Park Service [...] vatnmongdir gjøgnum økið. NPS ávarar um, at toruveður og glopraregn kunnu halda fram til mánadagin. Tað kann elva til fleiri vatnflóð og skriðulop, skrivar AFP. Grand Canyon er ein av elstu og kendastu tjóðargørðunum [...] tveir vinir vórðu leygardagin flutt við tyrlu úr botninum á Grand Canyon. – Tað var ein vakur dagur, og so fóru fólk brádliga at rópa og renna, greiðir hon BBC frá. Vatnflóðið rakti leygardag seinnapart
inn til seinasta partin av rættarfundinum. Ein teirra rópti móti tí skuldsetta: – Tað er tín skyld, at vinmaður mín er deyður nú. Løgreglufólk førdu síðani unga mannin úr rættarsalinum. Eftir rættarfundin [...] Ein dómari í rættinum í Roskilde metir, at grundaður illgruni er um, at 16 ára gamli drongurin stóð aftan fyri drápið við Folkeparken í Roskilde. Hann varð tí varðhaldsfongslaður eftir grundlógaravhoyringina [...] víkur nakað frá tí, sum løgreglan segði fyrr í dag. Tá var metingin, at ein ósemja hevði verið millum teir báðar 16 ára gomlu, men at hon ikki hevði samband við eitt kriminelt umhvørvi. Ófriður tók seg
fortreyt fyri, at fólk kunnu seta búgv, verða búgvandi og flyta aftur til kommununa. Tí er tað gleðiligt, at hesar verkætlanirnar nú eru komnar so langt. Vónin er, at nýggju bústaðirnir fara at nøkta ein part [...] men eisini vera við til at skapa størri rørslu og fleiri møguleikar á bústaðarmarknaðinum sum heild. At tvær lokalar fyritøkur velja at gera so stórar íløgur í nýggjar bústaðir á Eiði, er góð menning [...] økinum vísa, at bæði yngri og eldri hava áhuga fyri íbúðum. Tá fólk, sum longu búgva í kommununi, flyta úr einum størri sethúsi í ein minni og nýggjari bústað, kann tað samstundis hava við sær, at fleiri sethús
Borgarstjórin vísir á, at fleiri bústaðarmøguleikar eru ein týðandi fyritreyt fyri, at fólk kunnu seta búgv, verða búgvandi og flyta aftur til kommununa. - Tí er tað gleðiligt, at hesar verkætlanirnar nú [...] eisini verða við til at skapa størri rørslu og fleiri møguleikar á bústaðarmarknaðinum sum heild. - At tvær lokalar fyritøkur velja at gera so stórar íløgur í nýggjar bústaðir á Eiði, er ein positiv menning [...] nú eru komnar so langt. Vónin er, sigur Jógvan í Skorini, at nýggju bústaðirnir fara at nøkta ein part av eftirspurninginum og samstundis geva enn fleiri møguleika at finna ein bústað, sum hóskar til teirra
landinum. Tað er heldur ikki óvanligt, at fólk vera burturflutt í Nigeria, og tað er ikki langt síðan, at vápnaðir bólkar burturfluttu heili 300 fólk. Sagt verður, at eitt av endamálunum við at burturflyta [...] Tað er ringt skil í Nigeria, og tíðindi úr landinum í dag siga, at 24 fólk eru dripin í einum álopi í nigerianska landslutinum, Plateau. Tað veit tíðindastovan, AFP at siga. Fólk, sum yvirlivdu álopið [...] burturflyta fólk, er at fáa loysipengar fyri at lata íbúgvarnar leysar aftur. - Vápnaðir bólkar, sum lúra eftir at tjena pengar á slíkan hátt, eru vorðnir ein stórur trupulleiki í Nigeria, veit AFP at siga.
Victoriu. - Tá kendi eg, at vit skyldaðu Ova Joensen at lata stóra dreym hansara liva víðari. Tí tók eg stig, saman við øðrum, at savna fólk um ætlanina at byggja svimjihylin í Nólsoy. Tað var hjartamálið hjá [...] gloymd. - Tá eg lesi aftur tað, sum Kirstin Didriksen og Ragnhild Joensen skrivaðu í bók teirra um Ova Joensen í 1989, verði eg mintur á, hvussu nógv hann kom at merkja fyri okkum øll. Tær megnaðu at festa søguna [...] serligur maður. Trúfastur og bangin fyri at særa onnur. Eg haldi ikki, tú kundi eiga ein betri vin, sigur Birgir Andreasen . Tað var Birgiri Andreasen ein stórur heiður at standa við síðuna av Ova Joensen sum
Samanhald í seksti ár Kims og Jóhanna siga, at nógv varð gjørt burtur úr samanhaldinum á skúlanum, og tær eru ivaleysar um, at tað ikki minst er hetta, sum er orsøkin til, at tær hava hildið saman øll hesi mongu [...] líka, og síðan 2010 hevur tað gingið upp á skift millum okkum Vinding-vinkonur at skipa soleiðis fyri, at vit hava hitst hvørt ár heima hjá hvørji aðrari. Fyri 2010 plagdu tær at hittast fimta hvørt ár á [...] stevna í framtíðini skuldi vera skipað saman við einari ferðaskrivstovu - og upp á skift millum okkum at skipa fyri. Tær siga, at sum avrátt í 2025, skuldi 60 árahaldið vera í Føroyum, og hetta eydnaðist avbera