Tangabúðin verið ein býarmynd á Tvøroyri, sum hvørt mansbarn kennur. Øll hesi árini hava hjúnini, Ebba og Palle Julsgart, staðið aftan fyri diskin. Men nú er líður ímóti endanum, tí nú skal Tangabúðin hava nýggjar [...] sorgblídni, at tey nú fara at lata stafettina víðari eftir øll hesi árini. Men hann sigur, at nú er heilsan farin at bila, so at tey hava ikki rættiliga orku at halda fram. Tí royna tey nú at finna onkran [...] dupult so stór, sum hon er nú. Tangabúðin hevur eitt stórt úrval av vørum og umframt vanligar kioskvørur, eru ísarnir víðakendir, og so er Tangabúðin eisini einasti bókhandil á Tvøroyri, har tey hava eitt
spent upp á túrin hjá Ova Joensen, og hvussu mong eisini trúðu upp á Ova tá, sigur Birgir Andreasen. Tað eru nú 40 ár síðani Ove Joensen, eftir 41 strævnar dagar á Atlantshavinum, róði inn á Langelinie [...] skrivaðu í bók teirra um Ova Joensen í 1989, verði eg mintur á, hvussu nógv hann kom at merkja fyri okkum øll. Tær megnaðu at festa søguna á blað, og vit eiga at vera teimum takksom fyri tað, heldur Birgir Andreasen [...] enn tann dagin, sum var tað í gjár. Vit fylgdu hvørjum árataki hansara við spenningi. Ove Joensen hevði eitt óvanligt dirvi, ein ósvikaligan vilja og eina trúgv upp á, at tað ómøguliga kundi gerast møguligt
umleið 22.000 fiskidagar. Í 2026 er talið komið niður á 6.468 dagar. Bólkurin hevur sostatt mist 15.532 fiskidagar. Tað svarar til eina skerjing á 70,6 prosentum. Hetta er ikki ein vanlig tillaging. Bólkur [...] í 2026. Tað er ein lækking á 38,3 prosentum eftir bert fimm árum. Serliga álvarsamt er, at talið fór úr 9.456 døgum í 2023 niður í 7.565 dagar í 2024. Tað var ein skerjing á 20 prosentum – fýra ferðir [...] at troyta. Størri skipabólkar hava í fleiri førum fingið fiskirættindi í íslendskum sjógvi, á Flemish Cap og á øðrum leiðum, samstundis sum teir hava varðveitt síni rættindi undir Føroyum. Ein prosentvís
hesin, vit eru á, Sørvágsfjørður. Um tú byrjar at fáa nakrar lús upp á fiskin, so vilja tær til endans byrja at gýta larvur út í havið, út í sjógvin. So kanska tær detta inn á fjørðin, og so eru tær í hesar [...] kovi í longdini. Í Føroyum elska vit fiskivinnukjak og at fara í tottarnar á hvørjum øðrum: politikarar, fiskimenn, reiðarar, serfrøðingar og onnur. Sum oftast koma vit til ta niðurstøðu, at tann eini parturin [...] Eisini hýsa og toskur vóru ávirkað. Fiskurin svam í klingur, á liðini, og summir fiskar svumu beinleiðis upp á land. Skúm og “slipa” vóru at síggja á sjónum summastaðni. Tá fiskurin varð kannaður, vístu pa
ferð, tey fara í skúla. Vit skulu altíð geva teimum ábæru í ferðsluni gætur, men tá skúlarnir byrja, skulu vit vera serliga varin. Um hetta mundið kunnu vera fleiri børn, ið eru smá og óroynd í ferðsluni [...] ferðin verður sett niður, og at vit eru gáin. Aftur í ár samstarva kommunur og Ráðið fyri Ferðslutrygd um at hanga skelti upp við skúlar við áheitan um at vísa ansni. Skelti eru tó ikki nóg mikið. Ráðið fyri [...] eina bók. Vit mæla tí til, at foreldur fara út í ferðsluna saman við barninum. Tess meira foreldur og børn venja í ferðsluni, tess raskari verður barnið at ferðast sjálvt. Góð ráð og venjingar eru at finna
síni skapandi evni. Við stuðli frá Betri-samtakinum og Tórshavnar kvøldskúla er Filmsfimi nú vorðið veruleiki. „Vit skapa eitt stað, har børn og ung í Føroyum sleppa at royna seg í ymiskum leiklutum í einari [...] leiðari í Filmshúsinum. Tilmeldingin letur upp mánadagin 24. august. Nærri kunning fæst á heimasíðuni filmsfimi.fo og á sosialu miðlunum. [...] toymi av fimm kreativum fólkum, sum saman hava ment Filmsfimi frá hugskoti til veruleika. Tey fimm eru Barbara Lervig, Anton Petersen, Marjun Niclasen, Eir í Ólavsstovu og Karen Kristianna Hildardóttir
í fleiri ymiskar diagnosur. – Vit eru vorðin nógv klókari um autismu. Hon fevnir um eitt breitt spektrum, har summi klára seg væl við lítlum stuðli, meðan onnur hava tørv á umfatandi hjálp alt lívið, sigur [...] tíð er komin at endurskoða, hvussu autisma verður skilmarkað. Í samrøðu við Kristeligt Dagblad sigur hon, at autismuspektrið í dag fevnir um fólk við sera ymiskum tørvi og avbjóðingum. – Tað eru mørk fyri [...] fyri, hvat eitt spektrum kann fevna um. Í øðrum endanum eru fólk uttan mál og við tørvi á hjálp alt samdøgrið, meðan onnur taka hægri útbúgvingar og halda, at autisma bert er eitt náttúrligt brigdi í menniskjum
í eygsjón. – Støðan á fóðurmarknaðinum er óvanlig. Prísirnir á ávísum fóður-rávørum hækka nú meira, enn vit áður hava sæð, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost. Hann vísir tó á, at felagið hevur bygt [...] fast við væntaðu ársframleiðsluni á umleið 97.000 tonsum í Føroyum og 20.000 tonsum í Skotlandi. – Nú útboðsvøksturin væntast at minka, eru útlit fyri størri javnvág á marknaðinum, sigur Regin Jacobsen [...] 6 milliónir stór smolt á sjógv, og fyrstu rognini vórðu løgd inn í nýggju smoltstøðina í Skálavík í juni. Nýtt fóðurvirki Bakkafrost boðar samstundis frá, at nýggja fóðurvirkið á Havsbrún er um at verða
Ivi er nú eisini komin fram í Javnaðarflokkinum um ætlanirnar at broyta lógina um gongd í haga og burðardygga ferðavinnu. Tað segði Ben Arabo, tinglimur fyri Javnaðarflokkin, í Løgtinginum í dag. – Føroyingar [...] er ætlanin at avtaka burðardygdargjaldið á 20 krónur fyri hvørja gistinátt hjá ferðafólki. Longu fyrr í dag kom fram, at Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin eru ósamdir um, hvussu lógin skal broytast. Helgi [...] at rulla lógina aftur, meðan Jørgen Niclasen úr Fólkaflokkinum hevur talað fyri broytingum. Nú bendir nógv á, at heldur ikki Javnaðarflokkurin hevur eina greiða felags støðu. Ben Arabo segði í tinginum
spælarar eru tilnevndar. HB eigur tvær av tilnevningunum við Brá Zakariasardóttir og Juliu Naomi Mortensen, meðan Evelin Mastropasqua úr 07 Vestur er triðja navnið á listanum. Atkvøðugreiðslan er opin á sona-appini [...] stigum. Í niðara bólki er B36 fremst, 07 Vestur nummar tvey, meðan FC Suðuroy og ÍF, sum er komin upp úr 1. deild, eru á ávikavist triðja og fjórða plássi. Skrivar FSF. [...] skrivar: - Nú ber til at atkvøða um, hvør skal verða kosin besti spælari í MeistaraDeildini hjá kvinnum í juni mánaði. Atkvøðugreiðslan fer fram í sona-appini, og atkvøðast kann til leygarkvøldið á midnátt