sigur hann við Kringvarpið. Hann vísir á, at størri ampi er av stórum akførum, sum stundum koyra oman fram við Mølheyggjunum og út á sandin. Borgarstjórin sigur, at málið um ferðsluna við Mølheyggjarnar [...] ongar ítøkiligar ætlanir um at gera gøtur ella timburleiðir við Mølheyggjarnar. Tað sigur Kristian Oskar Henriksen, borgarstjóri á Sandi, við Kringvarpið. Málið kom fram, eftir at leiðarin í Visit Sandoy [...] Michal Antony Charles Johannessen, í Degi og Viku vísti á eina hugsan um at gera eina timburgøtu við Mølheyggjarnar. Borgarstjórin leggur dent á, at talan bert er um eitt hugskot frá Visit Sandoy, og
Fríggjakvøldið 11. september bjóða vit til eina heilt serliga konsertuppliving við Rasmus Lyberth á Reinsarínum. Við síni sermerktu rødd, nærveru og hjartanemandi sangum hevur Rasmus Lyberth í áratíggju [...] áratíggju verið ein av mest týðandi mentanarrøddunum í Grønlandi og Norðuratlantshavi. Við støði í grønlendskari mentan, søgum og lívsroyndum skapar hann konsertir, sum bæði eru rørandi, kraftmiklar og lívgevandi [...] lívgevandi. Á skránni verða bæði væl kendir sangir og nýggjari tónleikur, kryddað við persónligum frásagnum, skemtiligum søgum og djúpum hugleiðingum. Hetta verður eitt sjáldsamt høvi at uppliva ein sannan
Bárður á Steig Nielsen, tók lut í. Lesið eisini: 30 ár síðani flogvanlukkuna við Selvík Minningarhaldið varð hildið við minnisvarðan fyri flogvanlukkuna, har Søren Gade, fólkatingsformaður, Jeppe Bruus [...] heiðurstekin latið føroyskum og donskum bjargingarfólkum sum viðurkenning fyri teirra avrik í sambandi við flogvanlukkuna. ##med2## ##med3## ##med4## ##med5##
Iran ístaðin arbeiðir við at finna eina trygga loysn á siglingarleiðini um Hormussundið - eina fyribilsloysn, sum hann tekur til. - Men, hetta letur seg ikki gera, fyrr enn USA gevst við sínari "aggressión" [...] ##med2## Tað var um vikuskiftið, at amerikanski forsetin, Donald Trump, segði, at nýggjar samráðingar við Iran fara í gongd seinnapartin í dag. Í hesum sambandi segði forsetin seg eisini hava avblást eitt [...] amerikanska forsetanum vóru tað sameind lond hjá USA í Miðeystri, sum heittu á Donald Trump um at steðga við álopunum á Iran. - Nú fáa vit at síggja, um tað fer at bera til at fáa í lag eina avtalu, legði forsetin
undir nýggjan tríára sáttmála, var alt annað enn nøgdur við tað, sum hansara menn seinnapartin vístu í fyrra hálvleiki við Margáir. Men tað endaði við, at Víkingur vann 2-1, eftir at EB/Streymur í fyrra hálvleiki [...] horna úr høgru, sum Sølvi Vatnhamar tók sær av, var tað miðverjin Ingi Arngrímsson, sum við nærra stólpa og við høvdinum setti bóltin í málið. Sum tað leið fram ímóti dystarenda, legði heimaliðið nógv [...] men landsliðsmálverjin Bárður á Reynatrøð var tryggur millum stólparnar hjá Víkingi. Nú er Víkingur við 29 stigum bara eitt stig aftanfyri B36, sum er nummar trý, og sum hevur spælt ein dyst fleiri enn Víkingur
fundin í Tinganesi vitjaði verjumálaráðharrin Føroya Tele og á Sornfelli saman við landsstýrismanninum. Sí fleiri myndir við at trýsta á myndina ovast í skrivinum. [...] samdir um, at virksemið í og kring Føroyar longu frá í ár verður økt stigvíst og í tøttum samstarvi við føroyskar myndugleikar. Økta virksemið verður skipað sum eitt felags samstarv millum Føroyar og Danmark [...] viðvíkja Føroyum, verða tiknar í Føroyum, og at átøk, ið viðvíkja Føroyum, verða framd í tøttum samstarvi við myndugleikarnar í Føroyum. Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum
fingið málningin, sum hann saman við 10 ára gamla soninum Jógvani var og heintaði hóskvøldið. Ágóðin frá ólavsøkuframsýningini fer til vælgerðarendamál, og í sambandi við at Lions Tórshavn í heyst hátíðarheldur [...] ólavsøkuni við til at fíggja hesar veitingar. Lions Tórshavn takkar øllum, sum stukku inn á gólvið og øllum teimum dugnaligu listafólkunum, sum aftur í ár settu sín dám á framsýningina við sínum listaverkum
nummar fimm í deildini við 24 stigum. NSÍ er næstfremst við 34 stigum. NSÍ kom fyrst aftur til Føroya leygardagin aftaná drúgva og minniliga ferð til Slovenia. Tá liðini hittust við Løkin í Runavík 8. mai
skrivar: - Við meira enn helminginum av atkvøðunum á sona-appini, varð Aron Benjaminsen úr Víkingi valdur til besta spælara í MeistaraDeildini hjá monnum í juni og juli mánað —————— Undan dystinum við Margáir [...] hjá monnum í juni og juli kunngjørdur. Og annan mánaðin á rað fór Aron Benjaminsen úr Víkingi avstað við heiðurinum. Umframt Aron Benjaminsen, vóru Mathias Voss úr HB og Petur Knudsen úr NSÍ eisini tilnevndir
Tað endaði við 3-2 heimasigri, tá ið Skála í dag var gestur inni í Vika á Argjum. Úrslitið ber við sær, at AB er á sætta plássi við 23 stigum fyri 18 dystir, og at Skála hevur 14 stig fyri 17 dystir og [...] 2-0. Tað fyrra málið skoraði Ragnar Skála beinanvegin, og tað seinna málið skoraði Bjarki C. Nielsen við brotssparki, tá ið ein hálvur tími var farin. Beinanvegin eftir steðgin skifti Skála tveir nýggjar [...] tað heilt ljótt út hjá skálamonnum. Síðstu minuttirnar reistu gestirnir seg. Teir hava einki stig við sær aftur í undirsjóvartunnilin, men at tað tvær ferðir síðstu lítlu løtuna eydnaðist at minka um munin