at koyra prutl. Eigarin av knallertini er skuldsettur fyri at hava latið ein persón koyra, sum ikki hevði loyvi til tað. Prutlið skal nú um Akstovuna, áðrenn tað kann skrásetast aftur. – Hvar eru foreldrini [...] einum 13 ára gomlum dreingi á prutli í Vestmanna. Tað var beint eftir klokkan 21, at løgreglan steðgaði knallertini. Tá løgreglan kannaði hana, vísti tað seg, at hon kundi koyra 74 kilometrar um tíman. Tann [...] foreldrini í slíkum føri, spyr vaktleiðarin, sum heldur tað vera ábyrgdarleyst at lata børn koyra á prutli, sum kann koyra 74 km um tíman.
Í ár verður tað Magnus Dahl, sum fær heiðurin at seta Ljósfestina í Vági. Magnus er ættaður úr Vági og sonur Jákup og Edith Dahl. Eftir lokna skúlagongd hevur hann fyri tað mesta búð í Danmark, har hann [...] skúlastovan lýst upp av elektriskum ljósi. 105 ár seinni verður tað so abbasonur hansara, Magnus Dahl, sum setur Ljósfestina í Vági. Tað er ein serlig søga – frá fyrstu elektrisku ljósunum í Vági í 1921 [...] Universiteti. Í frítíðini hevur Magnus fleiri áhugamál. Hann syngur við føroyska kórinum Húsakórið og er eisini virkin í kappróðrarfelagnum Neystinum í Ishøj. Harumframt arbeiðir hann við einari verkætlan
nøgdur við tað, sum hansara menn seinnapartin vístu í fyrra hálvleiki við Margáir. Men tað endaði við, at Víkingur vann 2-1, eftir at EB/Streymur í fyrra hálvleiki var frammanfyri 1-0. Tað kendist sum [...] eydnaðist tað at skora sigursmálið. Eftir horna úr høgru, sum Sølvi Vatnhamar tók sær av, var tað miðverjin Ingi Arngrímsson, sum við nærra stólpa og við høvdinum setti bóltin í málið. Sum tað leið fram [...] Víkingi. Nú er Víkingur við 29 stigum bara eitt stig aftanfyri B36, sum er nummar trý, og sum hevur spælt ein dyst fleiri enn Víkingur. Um eina viku eigur Víkingur heimavøll ímóti B68. EB/Streymur er á sjeynda
hann er ein framúr góður persónur. Hann er til stóra gleði, og er góður fyri hópin. Hann er gull av einum manni. Tað verður torførari at siga farvæl við persónin, Gunnar enn fótbóltsleikarin, Gunnar. Sigur [...] Gunnar er ein tann besti verjuleikarin í bestu íslendsku deildini. Ja ein tann besti nakrantíð. Heitini sum hann hevur vunnið við liðnum, góðu avrikini sum hann leggur fyri dagin, og so eisini tað, at hann [...] Tað liggur á ljóði, at Gunnar Vatnhamar spælir við Víkingi Reykjavík til endan av august. Tá vita víkingarnir um teir hava vunnið seg í deildarspælið í Conference League ella ikki, og tá byrjar eisini
Margeir Hauksson ('47 ) 2-2 Vicente Rafael Valor Martínez, br. ('89 ) Víkingur er fremst í deildini við 45 stigum. ÍBV er fjórðaftast við 17 stigum. Hóskvøldið klokkan 18.30 skal Víkingur á heimavølli
tilmælunum hjá IDAN er at gera tað lættari hjá úrvalsíðkarum at sameina ítrótt við útbúgving og arbeiði. Tað er júst ein av raðfestingunum í Erasmus+, har dentur verður lagdur á dual careers . Tað eigur at vera [...] Erasmus+ verður ofta sett í samband við lesandi, sum fara uttanlands at lesa. Men skipanin er nógv meira enn tað. Ítróttur er eitt sjálvstøðugt øki, har stuðul millum annað kann fáast til førleikamenning hjá venjarum [...] gransking, útbúgving og tilgongdir, sum gera tað lættari hjá úrvalsíðkarum at sameina ítrótt við útbúgving og arbeiði. Fyri eitt lítið samfelag sum Føroyar er hetta serliga áhugavert. Vit kunnu ikki hava
førleikar. Barbara Lervig heldur, at tað er vert at leggja dent á, at øll kunnu vera við: „Tað er ikki neyðugt at hava royndir frammanundan. Tað týdningarmesta er, at tú hevur hug at skapa, royna teg fram [...] hevur tryggjað, at útgerðin er nøktandi, tí ætlanin er, at børnini skulu sleppa at arbeiða við veruligari filmsútgerð heldur enn at taka filmarnar upp við fartelefon. „Vónin er, at Filmsfimi kann halda fram [...] Filmsfimi. Filmsfimi er eitt 19 vikur langt frítíðarskeið. „Júst sum onnur ganga til fótbólt, dans ella sjónleik, ber eisini til at ganga til film,“ leggur Eir í Ólavsstovu, sum er ein av undirvísarunum
ssið, men koyra longur suður til øki, sum er merkt við reyðum. Eisini er Strandatún gjørt einvegis suður eftir frá Fløtuvegnum til Heygsvegin/Mýrubrekku. Tað verður tí ikki longur loyvt at koyra norður [...] Ein nýggj gongugøta er gjørd sunnan fyri Strandatún 4 (oman fyri missiónshúsið) til børnini at ganga á niðan í skúlan. Tann gamla gøtan er norðan fyri Strandatún 4. Tey, sum koyra børn í skúla, skulu tí [...] norður eftir Strandatúni um morgunin. Hetta er gjørt fyri at gera tað tryggari fyri børn og onnur í ferðsluni. Heitt verður á øll um at halda seg til nýggju ásetingarnar. Komandi dagarnar verða fólk á økinum
“Naturfredningsloven”, men tað var ikki neyðugt segði borgarstjórin, tí tað var innangarðs. Tað var beinleiðis skeivt sagt av borgarstjóranum, tí einki eitur innangarðs, tá talan er um Nátturufriðingarlógina [...] vísti eg á, at tað fór at hava sera stórar neiligar avleiðingar fyri reiðfólkini, sum hava skipað seg har í umhvørvinum fyri langari tíð síðani. Ein súkklubreyt og ross hoyra ikki saman - tað er sjón fyri søgn [...] rossinum og detta av. Eg ynski einari súkklubreyt vælkomnari - men ikki runt um fjallið, men á Bøllureyni er mítt tilmæli. Men, sum ikki einaferð, eru tey í samgonguni sjálvsøkin og rættvís yvir fyri sær sjálvum
Tøkniliga var tað so avgjørt rætt, at bólkurin fekk Kristoffer Mørkøre til kvøttarnar, tí hann hevur tað sum skal til eina so krevjandi uppgávu. Eg kundi ikki heilt lata vera við at hugsa tankan, um tað nú átti [...] átti at vera sangari við, men nei – Mezzoforte er tað Mezzoforte skal vera og takk fyri fagnaðin! Mezzoforte fylla 50 komandi ár, so eitt er so sanniliga víst, at eg eri millum áhoyrarnar, tá og um teir [...] frálíkir tónleikarar, ið sanniliga hava evnini at tulka so nakað so stórt, ið Mezzoforte veruliga er. Tað var tískil ein forloysing, tá hesi løgdu frá landi og diskaðu upp við einum lagi fyri og øðrum eftir