arbeiðið og alt tað, eg havi lært, síðan eg fór úr Malaisia. Eg eri errin av, at pitsan megnaði at sameina tvey støð, sum hava stóran týdning fyri meg: mínar malaisisku røtur og mítt lív í Føroyum. Næsta [...] Næsta málið er at halda fram við at menna seg og kanna møguleikarnar í føroyskum rávørum. – Eg vóni at skapa fleiri pitsur, sum sameina natúrligu smakkirnar úr Føroyum við hitanum, javnvágini og eyðkennunum [...] hevur hann lært at gera minni við rávørurnar og í staðin lata teirra egna smakk koma fram. – Føroyskar rávørur hava ein serstakan dám. Tí royni eg at varðveita natúrliga smakkin heldur enn at fjala hann við
Tað merkir, at fleiri fólk búðu á Karlamagnusarbreyt enn í 98 av teimum 119 bygdunum og býunum í hagtalsskipanini hjá Hagstovuni. Við øðrum orðum hevði henda eina gøtan í Hoyvík fleiri íbúgvar enn góð [...] nýggjastu tølunum, eru tí 97 bygdir og býir minni enn fólkaríkasta gøtan var við árslok 2024. Einki nýggjari alment gøtutal er tøkt, og tí kann íbúgvatalið á Karlamagnusarbreyt vera broytt síðan seinastu uppgerðina [...] bert 21 bygdir og býir størri enn gøtan. Hinar 98 vóru minni. Millum støðini, sum tá høvdu færri íbúgvar enn Karlamagnusarbreyt, vóru millum annað Trongisvágur, Syðrugøta, Sandur, Skopun og Glyvrar. Nýggjastu
hernaðarvenjingar, eftirlitsflúgving við stríðsflogførum og fleiri vitjanir av herskipum. Men tað hevur víst seg at vera meira torgreitt hjá donsku stjórnini at fáa eina avtalu um hetta, enn roknað varð við. RÚV [...] nýggju heimsstøðuni. Tað ávirkar eisini støðuna hjá Føroyum og sambandið við Danmark. Heini í Skorini metir sambært RÚV, at hendingarnar í ár hava broytt føroyska hugburðin til verjumál og givið Føroyum eina [...] olitiskt, og nýggja geopolitíska støðan hevur gjørt Føroyar meira týðandi í trygdarpolitiskum høpi. RÚV vísir á, at gongdin í Grønlandi í ár hevur havt serligan týdning. Hon hevur gjørt tað sjónligt, hvussu
sambært AFP. Ein heilsustovnur og ein útbúgvingarstovnur hava eisini fingið skaða. Russiska uttanríkisráðið sigur, at álopið er eitt svar upp á ukrainsk álop á russisk sivilfólk og undirstøðukervi. – So leingi [...] av ballistiskum rakettum, sum eru torførar hjá ukrainsku loftverjuni at skjóta niður. Amerikanska Patriot-skipanin verður mett at vera mest munadygga verjan móti slíkum rakettum, men Ukraina hevur í fleiri [...] Í minsta lagi átta fólk eru deyð, og 33 eru særd í einum russiskum rakettálopi á ukrainska høvuðsstaðin Kyiv. Tað upplýsir borgarstjórin í Kyiv, Vitalij Klytjko, á boðtænastuni Telegram. Álopið varð framt
veitara. Felagið sigur, at umleggingin í Skotlandi heldur fram. Fiskurin í sjónum verður stigvíst skiftur út við stór smolt frá egnari framleiðslu, og Bakkafrost væntar, at hetta fer at geva betri fiskaheilsu [...] stórar goymslur av fiskamjøli og lýsi. Sambært felagnum væntast goymslurnar at røkka fram til annan ársfjórðing í 2027. Stjórin Regin Jacobsen hevur samstundis ávarað um, at prísirnir á ávísum fóður-rávørum [...] fiskaheilsu, størri vøkstur og lægri lívfrøðiligan váða frá 2027. Samstundis hevur Bakkafrost hækkað metingina fyri fóðurframleiðsluna í ár. Felagið væntar nú at framleiða umleið 175.000 tons av fóðri í 2026,
avbjóðingarnar var dagsskráin í dag at vinna fulla úrtøku á heimavølli ímóti B36 fyri harvið at varðveita møguleikan at endurvinna meistaraheitið. Og tað eydnaðist KÍ at vinna 2-0 eftir hálvleiksstøðuna 1-0 [...] B36 var nógv á bóltinum, og tað vóru fleiri støður og einstakir møguleikar. Næst við at javna var Dávid B. Andreasen, tá ið hann sendi bóltin í tvørtræið og niður í vøllin. At KÍ fýra minuttir eftir steðgin [...] 2-0 bar við sær, at tað síðani av álvara gekk fyri seg eftir treytunum hjá heimaliðnum, sum í longum tíðarskeiðum megnaði at varðveita bóltin og ikki altíð hevði fokus á møguleikanum at fara í álop. 2-0
Gomul og trupul at halda koyrandi Fíggjarnevndin hevur fingið upplýst, at tað er sera átrokandi at fáa eina nýggja kt-skipan til barsilsskipanina. Verandi skipan er so gomul, at tað er trupult at finna [...] arbeitt við at menna skipanina, hevur boðað Almanna- og bústaðamálaráðnum frá, at neyðugt er at tillaga bæði fíggjar- og tíðarætlanina. Ætlanin er nú at hækka játtanina við 2,5 milliónum krónum og leingja [...] ætlaður fyrimunur ikki fingin við, og nýggja skipanin verður tyngri at umsita. Hóast fíggjarnevndin hevur atfinningar at gongdini, heldur nevndin, at tað er rætt at gera arbeiðið liðugt. Tí mæla allir
arin leggur afturat, at hann kennir lítið og einki til grønlendska liðið, men væntar, at tær eru kropsliga væl fyri og væl skipaðar – serliga í verjupartinum. – Tað er torført at finna nakað av tilfari [...] í Sørvági – Hetta verður ein spennandi og nakað øðrvísi avbjóðing, og samstundis fyrstu ferð, at hesin U19-hópurin er savnaður. Vit hava úttikið 20 spælarar, og væntandi koma allar á vøllin. Tó hava vit [...] vit ikki sent boð eftir útisetunum. Tað vera tískil tær heimligu, sum fáa møguleikan hesaferð. Tað sigur Sigtór Petersen, venjari hjá U19-landsliðnum við gentum, sum um eina lítla viku skal spæla venjingardyst
hevur landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Bárður á Lakjuni, sagt, at hann ikki ætlar at áleggja smáum skúlum at leggja saman, men hevur nevnt møguleikan fyri, at fólkaskúlalógin kann broytast [...] flokki og tveir í 7. flokki. Í Húsar-Syðradals skúla eru tveir næmingar í 1. flokki, ein í 4. og ein í 6. flokki. Í Oyndarfirði er ein næmingur í forskúla, ein í 2. flokki, tveir í 3. flokki og ein í 4 [...] Tað var tíðargreinin hjá Hjalmar Hansen í Sosialinum 21. august, sum birti undir kjak um smáar skúlar í Føroyum. Lesið tíðargreinina her: Vit eiga ikki at hava sjálvstøðugar skúlar við færri enn 100 næmingum
Vit halda tað á einum lágum støði, sigur Donald Trump í samrøðu við amerikanska miðilin Axios. Útsøgnin kemur eftir, at iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi, í dag avsannaði, at USA og Iran eru í [...] londini bert boð umvegis semingsfólk. Donald Trump lýsir støðuna sum eitt talv og sigur seg kortini vænta, at málið fer at loysa seg. Iran hevur sett fleiri krøv Í gjár legði Iran fram ein nýggjan lista [...] allari olju og gassi í heiminum gjøgnum smala sundið millum Iran og Oman. Samráðast við Oman um nýggja leið Samstundis sum Iran setur USA krøv, nærkast landið eini avtalu við Oman um sigling og rakstur í