allan heim í meira enn 50 ár. Kom og uppliv eina serstaka tónleikaferð tvørtur um Norðuratlantshavið – eitt kvøld við hita, nærveru og inniligari framførslu. Atgongumerki fáast á atgongumerki.fo [...] Fríggjakvøldið 11. september bjóða vit til eina heilt serliga konsertuppliving við Rasmus Lyberth á Reinsarínum. Við síni sermerktu rødd, nærveru og hjartanemandi sangum hevur Rasmus Lyberth í áratíggju [...] mentan, søgum og lívsroyndum skapar hann konsertir, sum bæði eru rørandi, kraftmiklar og lívgevandi. Á skránni verða bæði væl kendir sangir og nýggjari tónleikur, kryddað við persónligum frásagnum, skemtiligum
Ígjár vunnu føroysku U19-kvinnurnar - uttan útisetarnar - 5-0 (3-0) á A-landsliðnum hjá Grønlandi á Dungasandi í Sørvági. – Vit fingu tað burturúr, sum vit vónaðu frammanundan. Fleiri leikarar fingu møguleikan [...] hava spælt tann fyrsta veruliga landsdystin í fleiri ár. Landsliðsvenjarin Danny Jung sigur: - Vit vistu, at Føroyar eru eitt gott lið. Tær spæla dagliga á einum høgum støði, og so megnaðu vit at tapa heiðurliga [...] heiðurliga 0-5. Bæði venjaratoymið og hópurin eru errin av avrikinum. Hetta er byrjanin upp á eina ferð at skapa eitt lið, ið kann geva gentum og kvinnum í Grønlandi okkurt at stremba eftir. Sigur Danny Jung
av dygdunum hjá Johann Asmundsson fram - á sín egna hegnisliga, funky máta. Hans Petur er jú ein meistari á sínum øki, so eg kundi ikki annað enn minnast aftur á konsertina í 2017, tá Jonas Wall legði sína [...] tónleikarar á sera høgum støði, og so eri eg nokk eisini ikki sørt fjeppari av tónleikinum hjá Mezzoforte. Eri í tí aldrinum, at eg minnist væl, tá hesir ungu garparnir í Íslandi settu gongd á bólkin fyri [...] fyri skjótt 50 árum síðani. Var eisini á konsertini í Norðurlandahúsinum 15 oktober 2017, har tað var stórt og gevandi at hoyra hesar jazz- og fusións veteranarnar leggja alla orku í. Brekkufeðgarnir høvdu
húski fara at fáa rætt til hækkaða ískoytið í ár. Tað fer sambært uppskotinum at kosta landskassanum 3,8 milliónir krónur í 2026. Uppskotssetararnir vísa á, at serliga lesandi, fólka- og fyritíðarpensjónistar [...] klokkan 10. Síðani vóru Barnabati, Sosialráðgevarafelagið og Samtak á skránni. Klokkan 13 skal landsstýrismaðurin í fíggjarmálum á fund við nevndina, og klokkan 13.30 er landsstýriskvinnan í almanna- [...] ískoytið. Ognarmørkini verða eisini hækkað. Hjá húskjum við einum ella tveimum vaksnum hækkar markið úr 50.000 upp í 70.000 krónur, meðan tað hjá húskjum við trimum vaksnum ella fleiri hækkar úr 70.000 upp
lyfti Tvøroyri upp á føroyska fótbóltstindin. Hálvthundrað ár seinni møttust teir aftur – í TB‑húsinum, har so nógv minnir, røddir og søgur hava sett sín dám, skrivar TB á sínum vanga á facebook. TB Tvøroyri [...] Tvøroyri – Meistarar í 1976: Eitt søguligt ár í føroyskum fótbólti 1976 var árið, har TB aftur setti seg á føroyska fótbóltstindin. Eftir eina fjórðingsøld uttan meistaraheiti: eitt ungt og ágrýtið lið, ein
milliónir krónur. Barnabati: Ogn á pappírinum sigur ikki alt Barnabati tekur væl ímóti ætlanini um at styrkja fíggjarligu korini hjá familjum við lágari inntøku, men heitir á Trivnaðarnevndina um ikki bara [...] n vísir á, at ein familja ikki brádliga verður væl fyri, tí ársinntøkan liggur eitt sindur oman fyri eitt ásett mark. Sama fyrivarni verður tikið við ognarmarkinum. Ein familja kann hava ogn á pappírinum [...] Í ár hava 365 húski fingið játtað orkuískoyti, meðan 141 hava fingið noktandi svar. Harumframt vóru 11 umsóknir eftir at viðgera, tá Almanna- og bústaðamálaráðið læt Trivnaðarnevndini tølini 12. august
ljós á íslendsku hvalaveiðina. Tað sigur umhvørvisstríðsmaðurin Paul Watson í samrøðu við íslendska kringvarpið RÚV. Watson heldur, at ætlanin eydnaðist, hóast íslendskir myndugleikar tóku ræðið á skipinum [...] vinnuligari hvalaveiði, sum er lóglig sambært íslendskari lóggávu. Manningin á Bandero er eisini ákærd fyri vandamikla atferð á sjónum. Watson vísir ákærunum aftur og sigur, at eingin enn er ákærdur ella [...] varð sett í skrúvuna á einum skipi. Sambært RÚV finst ein upptøka av hendingini. Watson sigur seg ikki vita um slíka hending. Hann vísir eisini aftur, at Bandero royndi at sigla á hvalaveiðiskipið Hval
teir fyrstu, t.d. suðuri í Vági, á Viðareiði og á Sandi. Miðstaðarøkið hevði eisini stórar avbjóðingar t.d. í Fuglafirði og í Tórshavn. Í løtuni er stóraarbeiði í gongd á Tvøroyri. Kostnaðarmikil postur [...] yvirtikin sum málsøki í 2007. Prestagarðarnar vóru ein partur av yvirtøkuni. Málsøkið hevði tá í mong ár ligið í dvala, meðan bíðað varð eftir eini politiskari semju um at yvirtaka tað kirkjuliga málsøkið [...] Stiftsstjórn ein hollur fakligur stuðul við atliti at prestagørðunum. Avgjørt varð í 2008 at heita á donsku fyritøkuna Bascon at gera eina støðulýsing av gørðunum. Støðulýsingin var eitt hent amboð og
umleið 22.000 fiskidagar. Í 2026 er talið komið niður á 6.468 dagar. Bólkurin hevur sostatt mist 15.532 fiskidagar. Tað svarar til eina skerjing á 70,6 prosentum. Hetta er ikki ein vanlig tillaging. Bólkur [...] í 2026. Tað er ein lækking á 38,3 prosentum eftir bert fimm árum. Serliga álvarsamt er, at talið fór úr 9.456 døgum í 2023 niður í 7.565 dagar í 2024. Tað var ein skerjing á 20 prosentum – fýra ferðir [...] at troyta. Størri skipabólkar hava í fleiri førum fingið fiskirættindi í íslendskum sjógvi, á Flemish Cap og á øðrum leiðum, samstundis sum teir hava varðveitt síni rættindi undir Føroyum. Ein prosentvís
nú dagførdir. Arbeitt hevur verið í eitt nú Vági, á Viðareiði, á Sandi, í Fuglafirði og í Tórshavn, og í løtuni verður nógv gjørt við prestagarðin á Tvøroyri. Fólkakirkjan eigur í alt 20 prestagarðar [...] Fólkakirkjan á heimasíðuni. Tá fólkakirkjan varð yvirtikin, vóru prestagarðarnir eisini partur av yvirtøkuni. Sambært Fólkakirkjuni vóru fleiri av teimum tá í sera vánaligum standi eftir nógv ár uttan neyðugar [...] lýsingin gjørdist grundarlag undir skipaða arbeiðinum at dagføra bygningarnar. Fólkakirkjan leggur dent á, at prestagarðarnir ikki bara eru bústaðir hjá prestum, men eisini hava stórt søguligt og mentanarligt