tey ikki vóru lóglig. Bótin er 1.000 krónur fyri hvørt dekkið, og tí fær førarin eina bót upp á tilsamans 10.000 krónur. Tað er førarin, sum hevur ábyrgdina av, at akfarið er í lógligum standi. Eftirlitið
Tað metir Hans Lucht, sum er seniorgranskari á Dansk Institut for Internationale Studier (DIIS). – Tað er tíverri ein sannlík støðulýsing. Russland hevur áður brúkt migrantar til at skapa ótta, ófrið og [...] kann liva upp til síni egnu mál. – Russland er í stríði við Evropa og Ukraina og hevur altíð áhuga í at vikna um moralin og samhaldið í Evropa. Tilflyting er eitt evni, sum lættliga kann skapa ósemju, sigur [...] hevur ikki sjálvur sæð tilfarið, sum danski ráðharrin sipar til, men hann heldur, at frágreiðingin er trúverdig. Hann vísir á, at Russland og sameind áður hava brúkt líknandi arbeiðshættir. Millum annað
var venjari hjá næstbesta liðnum í B36, er nú venjeri hjá 07 Vestur. Tapið í kvøld ber við sær, at 07 Vestur framvegis er á áttanda plássi við 16 stigum. Tað er eitt stig aftur til B68 og tvey stig aftur [...] tapti 2-0 í Klaksvík. Sigurin ber við sær, at B36 hevur 33 stig og er undir liðini á HB. Tað eru sjey stig fram til oddaliðið NSÍ, og tað er eitt stig fram til KÍ, sum í annaðkvøld fer at spæla á Argjum. Tór-Ingar [...] Tað endaði við 2-1 sigri til gestirnar, tá ið 07 Vestur í kvøld hevði vitjan av B36. Hetta er annar sigurin hjá B36, síðani Jákup á Borg tók við aftur sum venjari. Hetta var triði dysturin hjá Jákupi við
heimasigurin. Martin Klein Joensen er nú ÍF toppskjútti við sjey málum. Hetta var aðru ferð í ár, at Óla Kristian Skála Jacobsen var málskjútti hjá Víkingi. Víkingur er á øðrum plássi við 45 stigum. Tað [...] Tað eru tvey stig fram til B71, sum er topplið. ÍF er á fjórða plássi við 27 stigum. Um eina viku fær ÍF vitjan av B36, og Víkingur fer suður á Sand at spæla toppdyst. [...] fuglfirðingar fóru úr Sarpugerði og inn aftur um Eiðið við 4-1 tapi eftir hálvleiksstøðuna 3-0. Hóast tað er næstbesta liðið hjá Víkingi, sum dystast við besta liðið hjá ÍF, so gongur tað illa hjá fuglfirðingum
n í Grønlandi og á Álandi verða við á fundinum. – Felags vertsskapurin er eitt natúrligt stig í okkara tætta samstarvi. Hetta er ikki ein kollvelting, men eitt greitt tekin um, at Føroyar og Danmark kunnu [...] kunnu lyfta uppgávur í felag, sigur Beinir Johannesen við Ritzau. Summarfundurin er eitt árligt tiltak, har norðurlendsku leiðararnir skiftast um at vera vertir og umrøða felags áhugamál og avbjóðingar [...] í Skorini, professari í stjórnmálafrøði á Fróðskaparsetri Føroya, heldur, at føroyski vertsskapurin er ein ítøkilig mynd av broytingunum, sum eru farnar fram í ríkisfelagsskapinum seinastu árini. – Tað
bretskum pundum. Eingin upphædd er tó alment váttað. Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi, vil ikki vátta, at ein avtala er gjørd. Hann váttar tó fyri Portal.fo, at útlendskur áhugi er fyri Aroni Benjaminsen. [...] steypafinaluni. Ógreitt, hvussu nógv Hearts rindar Tað er ikki greitt, hvussu nógv Hearts rindar fyri føroyska spælaran. Kringvarpið skilir, at upphæddin er minni enn ein millión krónur. Portal.fo skrivar við [...] í ár. Hann hevur skotið níggju mál og lagt upp til átta onnur í landskappingini. Sambært Portal.fo er tað bara Árni Frederiksberg hjá KÍ, sum hevur fleiri málstig í føroyskum fótbólti í ár. Aron hevur
FC Suðuroy er á veg úr høvuðsstaðnum og suður við trimum stigum. Á veg suður fara teir framvið Sandoy, har tað i dag er fagnaður um, at tað nú er greitt, at B71 flytur upp aftur í Meistaradeildina, har [...] Olivur Renéson Thomsen skoraði. FC Suðuroy er á triðja plássi við 44 stigum. Einasta liðið, sum framvegis hevur møguleika at taka uppflytingarplássið frá FC Suðuroy, er ÍF, sum hevur 33 stig. Um eina viku fer [...] FC Hoyvík at spæla fyrsta dystin í 1. deild hjá monnum á nýggja graslíkinum í Fuglafirði. FC Hoyvík er á níggjanda plássi við 19 stigum.
heimin. Niðurskurðurin er størri enn tey 50.000 størvini, sum amerikanski bilframleiðarin General Motors skar burtur eftir fíggjarkreppuna í 2009. Fýra verksmiðjur í vanda Samstundis er framtíðin hjá fýra [...] av hesum áratígginum. AFP lýsir hetta sum størstu umskipanina í heimsins bilídnaði nakrantíð. – Tað er avgerandi, at talið á starvsfólkum skipað verður lagað til búskaparliga veruleikan, sigur Volkswagen [...] Volkswagen-samtakið fevnir um tíggju bilmerkir, teirra millum Volkswagen, Audi og Porsche. Týski bilrisin er undir stórum trýsti. Amerikanskur tollur, skiftandi eftirspurningur eftir elbilum og serliga harða
umrøddu tað, og at fundurin var jaligur. – ES er eitt sera stórt apparat, so eitt slíkt mál verður ikki avgreitt á einum fundi við forkvinnuna í ES-nevndini. Tað er nógv meira samansett enn so og skal ígjøgnum [...] Frederiksen. Hetta er fyrsti ríkisfundurin hjá Beini Johannesen sum løgmaður. Hann fer millum annað at leggja dent á føroyska ynskið um størri uttanríkispolitiskar heimildir. – Tað góða er, at eg kann vísa [...] skipanina hjá ES. Tá tað snýr seg um marknaðaratgongd, skulu limalondini eisini semjast um, at hetta er rætt at gera, sigur hann. Løgmaður hevur nú gjørt ovastu leiðsluni í ES vart við føroysku sjónarmiðini
varð álopið. Óvist er eisini, hvussu stórir skaðarnir á tangaskipið eru, men Tasnim sigur seg vita, at eingin av manningini er deyður, eingin hevur fingið løstir, men at manningin er farin av skipinum. [...] Jask. Ógreiða er eisini um smálutirnar í hesum álopinum. Ónevndar amerikanska keldur vátta yvirfyri Reuters, at USA í dag hevur lopið á fleiri iransk tangaskip, og USA sigur, at hetta er svar upp á, at [...] manningar umborð á herskipum, sum liggja í Kuwait og Bahrain, um beinanvegin at fara av skipunum. Óvist er, hvaðani spreingingarnar á iransku Khard-oynni stava. Oyggin í Persaraflógvanum hevur ógvuliga stóran