hava staðið ófantaliga parkeraði í Klaksvík. Okkurt minni ferðsluóhapp hevur verið, og onkur ósemja var millum fólk, at løgreglan mátti leggja uppí, sum tó varð loyst við at senda ósamdu fólkini í hvør sína [...] ikki samstarva meira. Tá vóru boð eftir løgregluni, sum tó fekk tosað persónin til rættis. – Lagið var gott, har vóru nógv fólk, men eingin álvarsom hending, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Ein dystur var í kvøld leiktur í ovara endaspælinum í Meistaradeildini hjá kvinnum. Undir Mýruhjalla á Skála tók heimaliðið móti KÍ. KÍ vann stórsigur 6-1. Durita Hummeland skoraði fýra tey fyrstu málini [...] málini hjá KÍ. Skála ÍF megnaði at javna til 1-1, men eftir tí var tað KÍ sum hevði tamarhald á dystinum. Skála ÍF-KÍ 1-6 (1-3) 0-1 Durita Hummeland (23.) 1-1 Arnfríð Jacobsen (32.) 1-2 Durita Hummeland (35
blómutyssi og konfekteskju. Men uppgáva hjá borgarstjóranum, Bjarna Johansen, var eitt sindur øðrvísi hesaferð enn annars, tí nú var tað pápi hansara, Eyðun Johansen, sum fór um tey níti. Sjálvur sigur bor
bilar, sum koyrdu framvið. Tá løgreglan kom á staðið, vísti tað seg, at talan var um ein mann, sum hevði tørv á hjálp. Maðurin var rættiliga ávirkaður, og løgreglan koyrdi hann á læknavaktina.
Sigursmálið var skotið tíðliga í seinni hálvleiki. Hanus og liðfelagarnir høvdu bóltin nærum líka nógv sum Koper, og teir høvdu eisini líka nógvar royndir innanfyri málrammuna. Men Koper var neyvari og
Kravið undan seinna miðumfarsdystinum móti Danmark var, at Føroyar fingu stig, so okkara kundu vinna seg í fjórðingsfinalurnar í U18 EM-endaspælinum í Serbia. Tað eydnaðist tíverri ikki. Danmark vann 32-27 [...] legði seg á odda 6-0. Men okkara fótaðu sær eftir hetta og góvu Danmark skarpan gang tað sum eftir var av dystinum, men tað seinasta manglaði í fyri at fáa stig. Danmark hevði undan dystinum móti Føroyum [...] tryggjað sær sætið í fjórðingsfinaluni, men teir tóku als ikki lætt upp á uppgávuna móti Føroyum. Danmark var á odda 16-13, og teir megnaðu at halda eina frástøðu allan seinna hálvleik. Danmark fekk eisini væl
gamal næmingur sigur við Reuters, at hann fyrst helt, at talan var um fýrverk ella harðar brestir. – Eg helt í fyrstani ikki, at tað var ein byrsa. Tað komu nógv skot: bang, bang, bang. So varð friðarligt [...] álvarsamir skottilburðir verið í landinum seinastu árini. Versti einstaki hópdrápstilburðurin í Thailand var í 2022, tá ein fyrrverandi løgreglumaður drap 36 fólk við knívi og skotvápnum. ##med2##
við stórsigri 6-0 til heimaliðið. Tá Mattias kom á vøllin í 62. minutti var støðan 6-0, og kom ikki nakað mál aftrat meðan Mattias var á vøllinum. Frá Sofascore fær Mattias næsthægsta karakterin av leikarunum
Sølan hjá samtakinum var 794 mió kr, og bruttoúrslitið var sostatt 221 mió kr. Eginognin er góðar 183 mió kr. Høvuðsvirksemið hjá SMS er býtt í smásølu, sølumiðstøðir og matstovur. Samtakið eigur í dag
Landsliðsleikarin, Fridrikka Clementsen var á vøllinum allan dystin, tá hon og liðfelagarnir í ÍBV spældu dyst á útivølli móti Grindavík/Njarðvík í bestu íslendsku fótbóltsdeildini. Allison Patricia Clark [...] . Millum 16. og 37. minutt skoraði Emma Nicole Phillips heilar fýra ferðir fyri heimaliðið, og so var ÍBV aftanfyri 1-4 í steðginum. Tíðliga í seinna hálvleiki megnaði Ágústa María Valtýsdóttir at pynta