Nato-limalondini, Turkaland, Bulgaria og Rumenia, hava undirskrivað eina avtalu um at rudda burtur minur í Svartahavinum. Síðan Russland leyp á Ukraina hin 24. februar fyri skjótt tveimum árum síðan, hevur [...] hesum minum eru komnar inn í sjóøkið nærindis økinum hjá hesum trimum Nato-londunum, veit The Guardian at siga. Minurnar eru ein hóttan móti trygdini hjá skipunum, sum sigla í økinum, siga tey trý Nato-londini
vilja Føroyar bara gerast betri. Tað er ikki einfalt at spæla ímóti teimum, staðfestir Miha Zarabec í samrøðuni við VG. Spurdur um hvussu tað var at vera upp ímóti teimum mongu føroysku áskoðarunum, svarar [...] fólk úr Føroyum higar. Eg eri glaður teirra vegna, og glaður fyri, at vit vunnu. Men hetta er ein torførur bólkur. Eg eri vísur í, at øll lið fáa trupuleikar við Føroyum, sigur Miha Zarabec. [...] ikaran, Miha Zarabec sum skoraði sjey mál móti Føroyum í Mercedes Benz Arena í Berlin. - Eg haldi, at øll kunnu vinna á øllum. Hondbólturin hevur høga leikferð í dag. Um tú hevur ein góðan dag kanst tú
Løgmaður greiddi týska varakanslaranum frá arbeiðnum at gera ein yvirskipaðan samstarvskarm millum Føroyar og ES. Á Løgmansskrivstovuni vita tey at siga, at Robert Habeck eisini er búskapar- og veðurlagsmá [...] Løgmaður er í hesum døgum í Berlin og stuðlar føroyska hondbóltslandsliðnum. - Her nýtti hann eisini høvi at geva varakanslaranum eina føroyska landsliðstroyggju við undirskriftum hjá Hákuni West av Teigum og
vænti, at okkara hondbóltsstjørnur fara at gera ein vørr. Eyðstein Zachariasen vísir á, at tá summarið eina ferð kemur aftur, fer tað at verða merkt av neysta-og húsastoyping. - Í heyst vóni eg at stilla [...] ikki havt nýggjárslyftir, men í 2024 havi eg ætlanir um, at formurin verður betur. Skrivstovustarvið sæst tíverri aftur á mær, og tað ætli eg mær at gera nakað við. Hvørjar vónir hevur tú fyri 2024? - Eg [...] men sum heild var talan um eitt gott ár. Tað sigur Eyðstein Zachariasen í Streymnesi, sum heldur, at besta minnið frá árinum helst var túrurin til Old Trafford saman við beiggja og pápa mínum - ella
Ruth Vang svarar, at avgerðin um at heinta inn eldri pengaseðlar og ógilda túsundkrónuseðilin fevnir einans um danskar pengaseðlar. – Landsstýrið hevur ongar ítøkiligar ætlanir um at gera broytingar v [...] viðvíkjandi føroysku pengaseðlunum verða bert framdar, um føroysk viðurskifti gera, at tað er neyðugt, t. d. við atliti at fyribyrgja hvítvasking og fíggjarligan kriminalitet. Sambært lóg um pengaseðlar vm [...] gjørt eftir avtalu millum Statsministeriið og Landsstýrið. Landsstýrið er farið undir at kanna, um tørvur er á at gera broytingar.
málið um at varðveita fríøkið við Sandá á Argjum, har ætlanin er at byggja nýggja kirkju. Við teimum upplýsingum, sum komnar eru í ljósmála, er alt sum talar fyri, at fríøkið við Sandá eigur at verða varðveitt [...] síðan tað tók seg upp fyri fleiri árum síðan. At eingin kirkja er bygd á økinum enn, sigur okkum, at málið er ikki eitt vanligt byggimál. Tá talan er um at byggja á friðaðum øki, skulu friðingarmyndugleikarnir [...] ivast í evnunum hjá kommununi at fyrisita tey náttúru- og fríøki, sum kommunan sjálv hevur sett av, á fullgóðan hátt. Nevndin heldur, at handfaringin hjá kommununi av málinum um at byggja kirkju á nevnda øki
rekur sjúkrahúsið. Ísraelski herurin hevur váttað, at tess deildir framdu eitt átak sjúkrahúsinum ímóti yvirgangasvirkseminum hjá Hamas. PRCS sigur eisini, at ísraelsku deildirnar hava handtikið átta stavsfólk
Tað, at børn ganga grýlu, er ein lutfalsliga nýggjur siður í Føroyum. Í eldri keldum kann mann lesa um eina grýlu, sum kom oman úr fjøllunum. Grýlan var ein vaksin, ofta fátækur, persónur, sum nú hevði [...] hevði møguleikan at fáa okkurt gott í posan. Grýlan var sera óhugnalig. Hon brølaði, ýldi og veipaði við ørmunum. Tá hon kom inn í húsini, gekk tað ikki stillisliga fyri seg, og hon fór ikki út aftur, fyrr [...] skjaldrinum: “Oman kemur grýla frá gørðum við fjøruti hølum, við bjálg á baki, skølm í hendi, kemur at kryvja búkin úr børnunum, ið gráta eftir kjøti í føstu.”
fíggjarlógini fyri 2023 at selja partabrøvini, sum landið eigur í P/F Smyril-Line. Faroe Law, Numo og Kamaradvokatirin Poul Schmith vunnu útboðið hjá Løgmansskrivstovuni um at standa fyri søluni. – Tilgongdin [...] Tilgongdin er nú komin at enda, og niðurstøðan er, at eingin søla verður á hesum sinni av partabrøvunum, sum landið eigur í P/F Smyril-Line. Nakrir møguligir keyparar vístu áhuga, men tá samanum kom, fekk [...] einki boð upp á partabrøvini, skrivar Løgmansskrivstovan í tíðindaskrivi. Landsstýrið fer í næstum at taka støðu til, hvat víðari skal henda við partabrøvunum.
Senatorurin helt, at USA hevði so nógvar innanhýsis avbjóðingar, eitt nú við migraión og øðrum, og at USA heldur eigur at hava høvuðsfokus á tað heldur enn á Evropa og Ukraina. – So tað at fólk eru eitt sindur [...] Hetta er sum nevnt fyrstu ferð, at Føroyar eru bodnar til hesa trygdarpolitisku ráðstevnuna. Júst hví so er veit løgmaður ikki at siga Løgmaður greiðir frá, at hann fekk høvi at práta við ymisk áhugaverd fólk [...] heimaftur. – Tey sum høvdu orðið vóru samd um, at landamørk og altjóða lóg skulu haldast, og tað var eingin ivi um, at bæði USA og Evropa standa saman um at stuðla Ukraina í krígnum ímóti Russlandi, sigur