i. Men umbønin hevur ikki givið úrslit. Sambært Kristjáni Loftsson hevur løgreglan víst á, at Hvalur hf. ikki er partur í málinum og tí ikki hevur rætt til at fáa skjølini. Hvalur hf. metir hinvegin seg [...] Kristján Loftsson, stjóri í Hvalur hf., sigur við Morgunblaðið, at felagið hevur biðið løgregluna í Reykjavík um avrit av skjølunum í Bandero-málinum, millum annað avhoyringum og øðrum kanningartilfari [...] seg sjálvt og manningina á hvalabátunum sum órættaðan part í málinum. Í umbønini til løgregluna biður Kristján Loftsson vegna Hvalur hf. um avrit av øllum kanningartilfarinum. Hann vil eisini hava at vita
hevur sagt nei. Meira kann ikki gerast. Men tørvurin hvørvur ikki við einum nei. Og eitt nei merkir ikki altíð: „Eg havi ikki tørv á hjálp.“ Tað kann eisini merkja: „Eg stóli ikki upp á teg.“ „Eg eri bangin [...] borgarin sjálvur ikki megnar tað? Tá eitt nei steðgar hjálpini. Eg havi verið í sambandi við bæði kommununa og Almannaverkið, og tey hava eisini verið í sambandi sínámillum. Men mitt í øllum hesum stendur [...] bangin.“ „Eg orki ikki.“ „Eg eri ikki klár enn.“ Fyri eitt menniskja, sum hevur livað avbyrgt í nógv ár og hevur lítið álit á øðrum, kann tað at lata ein fremmandan inn í sítt heim og lív vera eitt ógvuliga
týsdagin í hesi vikuni avgjørdi Sermersooq Kredsret, at maðurin framvegis skal vera sitandi í varðhaldi. Sambært Sermistiaq er í løtuni óvist, hvør skuldsetingin er, og tí veit heimasíðan ikki at siga, [...] eitt drápsmál. Hin 26 ára gaml skal fyribils sita í varðhaldi í fýra vikur aftrat. Talan er um eina ógvusliga hending, sum fór fram í Nuussuaq hin 6. juli í ár. Sermitsiaq veit at siga, at eftir eitt harðskapsmál [...] sita í fyribils fýra vikur aftrat. Tað hevur ikki eydnast Sermitsiaq at fáa at vita, um skuldsetingin móti tí varðhaldsfongslaða er broytt. Við atliti til kanningararbeiðið, vil Grønlands Politi ikki upplýsa
fram í Javnaðarflokkinum um ætlanirnar at broyta lógina um gongd í haga og burðardygga ferðavinnu. Tað segði Ben Arabo, tinglimur fyri Javnaðarflokkin, í Løgtinginum í dag. – Føroyingar skulu ikki gjalda [...] gjalda fyri at ganga í haga, segði hann. Í ólavsøkurøðuni boðaði løgmaður frá, at samgongan fer at endurskoða lógina um burðardygga ferðavinnu. Samstundis er ætlanin at avtaka burðardygdargjaldið á 20 krónur [...] ferðafólki. Longu fyrr í dag kom fram, at Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin eru ósamdir um, hvussu lógin skal broytast. Helgi Abrahamsen úr Sambandsflokkinum hevur sagt, at flokkurin fer ikki at taka undir við
eigara, er tað higartil ikki eydnast. Um eingin loysn fæst í næstum, verður handilin latin aftur í september. Tað sigur Terji B. Vestergaard, sum eigur handilin: – Tá eg keypti handilin í februar 2024 var ætlanin [...] latin aftur í seinnu helvt av september. – Vit koma at lýsa nærri, hvussu og hvat, seinni í august mánaði, og verður handilin fyribils opin sum vanligt fram til tá, sigur han. Tað ber tó ikki til at fáa [...] skuldi reka handilin og menna hann víðari. Tíverri hevur heilsan hjá mær, í eitt longri tíðarskeið, verið so vánalig, at tað ikki hevur borið til at staðið fyri dagliga rakstrinum. – Eftir drúgvar umhugsanir
Borgarstjórin í Havn hevur sagt, at súkklubreytin við Vesturvarða ikki verður gjørd, tí meiriluti ikki longur er fyri henni í býráðnum. Í staðin er uppskot komið um at leggja breytina í Húsahaga. Ætlanin [...] , ATV-koyring, fjallasúkkling og leysir hundar ikki hoyrir heima í økinum. Vísir á onnur kommunal øki Festarin avvísir ikki, at ein loysn kann finnast í einum øki, har kommunan longu hevur gjørt stór inntriv [...] kommunan eftir hansara tykki gera gøtur um Bøllureyn, í Havnadali við gamla ruskovnin ella inni í plantasjuni. Festarin í Húsahaga hevði Flatnahaga sum leigumál í fleiri ár, men segði leigusáttmálan upp, eftir
Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsumálum, í svari til Jóhannis Joensen, løgtingsmann. Jóhannis Joensen hevur spurt landsstýriskvinnuna um sjúkraflutningin í Vágum og í Føroyum sum heild. Sambært Sj [...] støðin í Vágum í umleið 16 samdøgur bert verið mannað við einum sjúkraflutningsviðgera. Harumframt hevur støðin verið heilt ómannað í umleið 30 samdøgur. Longri responstíð Sjúkraflutningstænastan í Føroyum [...] Síðani 2024 eru starvsfólk, sum ikki luku nýggju autorisatiónskrøvini, send á merittútbúgving í Danmark. Meðan tey eru undir útbúgving, eru tey ikki tøk til vaktir í Føroyum. Útbúgvingin til sjúkrafl
borðið? Hvat er tað, tit í samgonguni eru so bangin fyri at fáa fram í ljósið? Ikki allir kritiskir spurningar eru ákærur. Og tað er heldur ikki ein ákæra at siga: „Eg skilji ikki, hví hetta fer soleiðis [...] okkurt ikki tolir dagsins ljós, so er tað kanska júst har, vit áttu at spurt eitt sindur meira. Eg eri ikki áhugað í at velja síðu fyri rossafólk ella súkklarar. Eg eri gongufólk. Eg eri uppvaksin í Havn [...] hevur gjørt eitt mistak. Eg havi heldur ikki áhuga í at vinna kjakið. Eg havi áhuga í, at vit finna eina góða loysn fyri Vesturvarða. Og sum ein, ið hevur røtur í Havn og kennir hetta økið sum heim, vóni
fólkaskaði var, men bilarnir fingu nakað av materiellum skaða. Løgreglan varð seinnapartin í gjár send í J. C. Svabos gøtu í Havn eftir fleiri fráboðanir um ein mann, sum vísti órógvandi atburð. – Maðurin gekk [...] handtikin og skuldsettur fyri herverk. Løgreglan steðgaði í gjár einum bilførara, sum yvirhálaði á einum stað, har tað ikki er loyvt. Annars hevur tað ikki verið tað stór at gjørt hjá løgregluni, sum tó hevur [...] Eitt lítið ferðsluóhapp var í gjáramorgunin, tá ið ein bilur skuldi snara til vinstru, og fleiri bilar hópaðu seg upp aftanfyri. Ein bilførari megnaði ikki at bremsa og rendi á bilin frammanfyri. Eingin
Kársnesi í Kópavogi, men íslendskir miðlar hava fingið fleiri upplýsingar um hendingina. Um trý-tíðina seinnapartin sunnudagin fekk løgreglan fráboðan um harðskap í einum húsum í Vallargerði í Kópavogi [...] leitaðu í ruski og runnum í økinum, men ikki er upplýst, hvat leitað varð eftir. Eisini varð eitt annað serdeildarátak framt nær Kauptúni millum Garðabæ og Kópavog. Myndugleikarnir hava tó ikki upplýst [...] Umleið tveir tímar eftir hendingina gjørdi løgreglan eitt størri átak í einum húsum við handilsmiðstøðina við Gnoðavog í Reykjavík. Í minsta lagi tveir persónar vórðu handtiknir har. Minst seks løgreglubilar