av tilvid, at hon kannaði hendan bátin í gjár. Men í rættinum eru øll skuldsett fyri smuglingina og fyri at ætla at selja rúsevnini víðari í Føroyum. Síðani í gjár hevur løgreglan havt úr at gera í seglbátinum [...] dømdi til dømis ein persón í 2021 í fimm ára fongsul fyri at royna at smugla 1 kilo av amfetamini. Í hesum føri er talan um 3,8 ferðir ta nøgdina. At smugla so stórar mongdir av hassji gevur uttan iva eisini [...] seglbátinum »Rocky«, sum løgreglan hevur grópað ígjøgnum og tikið ymiskt sundur inni í bátinum – helst fyri at finna rúsevni, sum kunnu verða goymd onkustaðni í bátinum.
einum lítlum ári síðani verið, at tað longu í ár fór at eydnast aftur at vinna pláss í bestu deildini. Higartil hevur tað ikki sæð nakað serligt út fyri, at dreymurin fór at verða veruleiki, men nú er møguleikin [...] Klaksvík, og teir høvdu 2-1 sigur við sær suður aftur í høvuðsstaðin. Onnur úrslit lagaðu seg soleiðis, at tað nú bara eru trý stig frá AB og fram til triðja plássið, sum B36 í løtuni er á. Í kvøld legði KÍ [...] sendi bóltin í málið eftir hornaspark, sum Rasmus Dan Sørensen tók sær av. Hetta var aðru ferð í ár, at Rógvi Skála var málskjútti. Hann verður 24 ár hósdagin í næstu viku. Sigursmálið skoraði AB, tá ið
Myndugleikarnir í økinum søgdu eftir fyrsta álopið, at heitt varð á íbúgvar í fleiri býum nærhendis markinum um at fara úr húsum sínum. Sagt varð eisini, at túsundtals longu høvdu gjørt tað. /ritzau/AFP [...] hevur gjørt viðmerkingar til fráboðanir um álopið. Fyrr hevur landið ofta sagt, at álopini hjá teimum hava til endamáls at rætta seg móti undirstøðukervinum í Ukraina til hernaðin, orkuveitingar og flutning [...] parti av Ukraina. Ukraina hevur biðið Vesturheimin um fleiri vápn til at styrkja loftverjuna. Álopið í dag kemur góða viku eftir, at Sumy varð rakt av enn einum álopi. Tá doyðu eisini tvey fólk, meðan átta
Sum skilst eru býráðslimirnir misnøgdir við, at Heðin Mortensen, eftir at hann hevði sagt teimum, at hann ikki stillaði uppaftur, kortini stillar upp, og at dóttir hansara, Elin Heðinsdóttir Joensen, eisini [...] Fólk vilja ikki gera viðmerkingar, men vælvitandi keldur vilja vera við, at støðan ikki er endalig, og at fólk í flokkinum nú royna at mýkja støðuna. Javnaðarflokkurin í Havn var nógv størstur til seinasta [...] tríggir av býráðslimunum hjá flokkinum tóku seg av listanum. Leygardagin boðaði Kári Johansen frá, at hann ikki stillar uppaftur fyri Javnaðarflokkin. So nú eru fýra av seks býráðslimum, sum ikki stilla
Í hesum føri hevur Umhvørvisstovan gjørt av at víðka hoyringina, so at grannar hjá virkinum eisini kunnu koma við viðmerkingum. Hetta verður gjørt fyri at upplýsa málið so væl sum gjørligt, áðrenn endalig [...] ina. Fyri at røkka flestu grannunum verður uppskot til umhvørvisgóðkenning tí lýst alment á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni. Umhvørvisstovan vil heita á tey, sum koma við viðmerkingum um at senda inn [...] uppskotið til umhvørvisgóðkenning og treytirnar í henni. Umhvørvisstovan ger vart við, at talan er um eitt uppskot, og at avgerðin um umhvørvisgóðkenning enn ikki er tikin. Innkomnu viðmerkingarnar verða partur
Gestirnir í Víkingi eru á Toftum fyri at styrkja um fyritreytirnar at vinna fyrsta FM heitið síðani 2017. Hjá B68 er dagsskráin at skava stig saman í strembanini eftir at sleppa undan hóttanini av niðurflyting [...] Mellemgaard, Fríði á Borg, Esmar P. Clementsen og Áki Johannesen eru so mikið illa skaddir, at teir fara ikki at spæla aftur í ár. Sebastian Lau Nielsen er leikbannaður, og Aron Reinert Hansen er skaddur [...] landsliðsvenjing, og hann er ikki tøkur í dag. Liðið hjá Víkingi er mannað, sum tað plagar at vera burtursæð frá, at Jákup Johansen avloysir Poul Kallsberg í høgru. B68 – Víkingur kl. 17.00 Dómari: Heini Ziskason
palestinsk mótmælisfólk eru handtikin í Amsterdam, eftir at hava brotið forboðið at mótmæla. Hetta skrivar tíðindastovan AFP. Forboðið varð kunngjørt, eftir at harðligir samanbrestir vóru fyrr í vikuni millum [...] Løgreglan hevur sagt, at undan álopunum vóru fleiri boð á sosialu miðlunum um at leypa á jødar. Tað var niðurlendski aktivisturin Frank van der Linde, sum sunnudagin hevði søkt um skundloyvi at mótmæla á Damtorginum [...] gjørdu tey stutt eftir rættarúrskurðin um bannið. Álopini eftir fótbóltsdystin hósdagin elvdu til, at fimm vórðu innløgd, men øll eru síðani útskrivað. 20 til 30 fjepparar fingu smávegis skaða. Sambært
húsum sínum, eftir at ein bumba frá seinna heimsbardaga varð funnin í økinum. Hetta skrivar týska tíðindastovan dpa. Bumban varð funnin á einum skúla, har byggiarbeiði fer fram. Eftir at bumban varð funnin [...] m í økinum. Stutt eftir midnátt boðaði sløkkiliðið frá, at bumban var gjørd óskaðilig. Løgreglan í Hamburg boðaði tíðliga sunnumorgunin frá, at avmarkingarnar, sum stóðust av arbeiðinum hjá brunaumsjónini [...] frá støðini í Sternschanze er framvegis ávirkað, sæst. Tað plagar at vvera nógv ferðsla um støðina um vikuskiftið. Tað er ikki óvanligt, at ósprongdar bumbur frá seinna heimsbardaga verða funnin í Týsklandi
Johannesen svaraði, at verkafólk, sum arbeiða fulla tíð, skulu rinda um 7.000 kr. minni í skatti komandi ár samanborið við í 2023. Ein heilsurøktari við drúgvum royndum skal vænta at sleppa um 10.000 kr [...] í 2025 samanborið við 2023. Eisini svaraði Aksel, at royndir sjúkrarøktarfrøðingar, námsfrøðingar og fólkaskúlalærarar, sum arbeiða fulla tíð, fara at gjalda upp ímóti 13.000 kr. minni skatti komandi ár [...] miðalinntøkum, ger skattalættin stóran mun. Sum fyrra dømi nevndi løgmaður, at eitt húski við einum heilsurøktara og einum verkafólki kemur at rinda áleið 17.000 kr. minni í skatti í 2025 sammett við 2023, arbeiða
trupulleikin, at tað fór at kava í Bergen, og tá flogfarið skuldi gera seg til reiðar at fara á flog, varð flogvøllurin stongdur. Samskiftisleiðarin hjá Widerø, Catharine Solli, sigur, at talan ongantíð [...] kanningarnar bíða, sigur Catharine Solli. Lagt verður aftrat, at tað ætlandi verður sama manning, sum fer í eitt annað flogfar í Flesland, og ætlanin er at flúgva seinkaðu ferðafólkini til Molde seinni í kvøld [...] Catharine Solli. Tað er Bergens Tidende, sum bera hesi tíðindi í kvøld. Samskiftisleiðarin sigur, at flogfarið skal lenda í Flesland, áðrenn tað fer til tekniskar kanningar á støðini í Bergen. Í løtuni