Tað letur til, at tað er álvari í bjargingarroyndini, sum FC Hoyvík fór undir í juni, tá ið Bárður Olsen tók við venjarastarvinum. Í dag átti FC Hoyvík heimavøll ímóti favorittunum í FC Suðuroy, og tað [...] Hoyvík á áttanda plássi við 19 stigum. Tað eru tvey stig aftur til HB, og tað eru 12 stig aftur til EB/Streym. Um eina viku fer FC Hoyvík at spæla ímóti B71, sum er topplið og stórur favorittur at vinna uppflyting [...] málinum. Hetta var 12. ferðin í ár, at hann vardi málið í 1. deild, og hetta var triðja ferðin, at hann fór av vøllinum, uttan at mótstøðuliðið skoraði. Um eina viku fær FC Suðuroy vitjan av EB/Streymi.
Venjarin hjá Víkingi Jóhan Petur Poulsen, sum í vikuni sum fór skrivaði undir nýggjan tríára sáttmála, var alt annað enn nøgdur við tað, sum hansara menn seinnapartin vístu í fyrra hálvleiki við Margáir [...] vera kostnaðarmikið í seinna hálvleiki. Miðvallarin Óli Eyðsteinsson Poulsen legði beinanvegin EB/Streym á odda eftir deyðbólt og upplegg frá miðverjanum Laurits Norby, og sum fyrri hálvleikur leið hevði